Eygsjón fer aftur um tíðindasøgurnar og lýsir aktuel evni frá nýggjum sjónarhornum. Eygsjón byggir á greiningar, bakgrund, kjak og samrøður.
Sendingin roynir virðið í ymsu sjónarmiðunum, greinar aktuellar hendingar og setir tær í samanhang.
Harafturat leggur Eygsjón upp til at skapa eitt skipað kjak, sum kann flyta mørk.
Sendingin viðgerð bæði føroysk og útlendsk mál.
Journalistar á Tíðindadeildini gera Eygsjón. Sendingin verður send beinleiðis.
Slag av sending: Tíðindi, aktuelt
Málbólkur: Allir føroyingar
Sendilongd: 20 min.
Vertir: Ymisk
Redaktiónsleiðari:
Beinta Løwe Jacobsen, beinta@kringvarp.fo