23-02-2012 02:25
DAGUR & VIKA

UM SENDINGINA

SAMBAND

Dagur & Vika

22. feb 11:27

Ætla at flúgva alt árið millum Vágar og Keypmannahavn

Norwegian hevur fleiri flogskiparar, sum áður starvaðust hjá Maersk Air, og tí eru vanir at flúgva til Føroya

30. jan 20:43

Pedagogar í verkfall

Tað er í morginárini kl 7, at einir 1900 pedagogar á dagstovnum, frítíðarskúlum og aðra staðni fara í verkfall.

30. jan 20:36

Opera í barnahædd

Ein hyggi- og hoyriuppliving fyri børn millum 0 og trý ár.

28. jan 14:36

Rennisjógvur í Sørvági

Fleiri staðir í Føroyum uppliva fólk javnan rennisjógv. Tað er flóð, sum kemur inn yvir sandin við nógvari ferð. Fyri stuttum var rennisjógvur í Sørvági, og tað hava vit fingið myndir av.

28. jan 13:54

Tilfeingisgjald fyri longd loyvir

Løgmaður hevur sett ein fylgibólk við limum úr øllum samgonguflokkunum at gera eitt uppskot um framtíðar pelagiska tilfeingið.

28. jan 13:53

Sambýli í óvissu

56 menningartarnað eru á bíðilista at sleppa a sambýli at búgva.

28. jan 13:51

Hallid burtur sum skjótast

Tað allartýdningarmesta hjá landsstýrinum má vera at fáa hallið á fíggjarlógini burtur. Tað heldur landsstýrismaðurin við fíggjarmálum - og andstøðan er samd. Hallið kann enntá fáast burtur longu um 2 ár, heldur Kristina Háfoss úr Tjóðveldi

28. jan 00:52

Ongin lønarhækking

Semingsuppskotið setir kílar inn í fakfeløgini.

25. jan 12:07

Vilja drýggja skattalættan

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi í fíggjarnevndini mæla til at drýggja skattalættan yvir trý ár, til tess at spara útreiðslur á fíggjarlógini. Meirilutin væntar, at inntøkurnar í ár verða 52 milliónir krónur størri enn í fjør

25. jan 10:16

Aftur virksemi á Bacalao

Fólk eru aftur til arbeiðis á gamla Bacalao í Havn, sum nú er vorðin landingarmiðstøð

25. jan 09:18

Meiriluti og minniluti kjakast um fíggjarlógina

Meirilutin í Fíggjarnevndini hevur skarvað 100 milliónir krónur av hallinum í fíggjarlógaruppskotinum, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, legði fram fyrst í desember

24. jan 21:23

Nýtt føroyakort

Nýtt Føroyakort til nýggja heimsatlasið hjá Námi er á veg.

24. jan 21:20

Slóð í drápsmálinum

Løgreglan hevur í dag boðað frá, at ein nýggj slóð í Pidda-málinum er staðfest

24. jan 09:46

Sleppið ikki vakstrarætlanini

At lata eitt flakavirki uppaftur vendir ikki gongdini í samfelagnum. Tað heldur Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur, sum mælir til at venda aftur til vakstrarætlanirnar

24. jan 09:19

Makrelurin gav 800 milliónir

Virðið á makrelinum í fjør var 789 milliónir krónur. Tað upplýsti Felagið Nótaskip á kunnandi fundi fyri politikarum og fjølmiðlum í gjár

23. jan 22:41

Sigling undir verkfalli

Orðingin var ov veik, helt Gerhard Lognberg, og Løgtingið samtykti tí at koyra uppskot hansara aftur í Vinnunevndina, um sjóvegis sambandið undir verkfalli.

23. jan 11:30

Sunleiv leitar framvegis eftir Pidda

Sløkkiliðið á Skálafjørðinum hevur ikki mist vónina um at finna Dánjal Petur Hansen, og leitað verður enn eftir honum. Sløkkiliðið er í fleiri førum farið aftur um aftur til støð, har áður hevur verið leitað

23. jan 10:47

Trupult at hjálpa útjaðaranum

Landsstýrissamgongan hevur ikki økismenning við í samgonguskjalinum, og Johan Dahl, landsstýrismaður, viðgongur, at tað er ikki lætt at finna upp á nakað, sum kann hjálpa útjaðaranum

20. jan 20:44

Trupult at halda fram í sessinum

Jógvan Páll Lassen, sakførari, sigur at hann vildi mett at tað er keðiligt hjá Fólkaflokkinum at hava ein landsstýrismann í fiskivinnumálum sum ger at annar flokkur stýrir fiskivinnumálunum. Tí teirra egni landsstýrismaður er ógegnigur.

20. jan 20:06

Eg eri ógegnigur

Jákup Mikkelsen, landstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur boðað løgmanni frá, at hann er ógegnigur í málum, har Hanus Hansen hevur áhugamál.

20. jan 19:53

Pedagogar eiga at gerast partur av skúlanum

Allir partar høvdu fingið gagn av, at pedagogar gjørdust partur av fólka-skúlanum.

19. jan 22:59

Kunnu fáa munandi meiri fyri makrelin

Millum fýra krónur og fýra krónur og 40 oyru fyri kilo. So nógv kann fáast í tilfeingisgjaldi, sigur ein útlendsk fyritøka

20. jan 19:54

Annarhv�r l�rari strongdur

Annar hvør lærari í fólkaskúlanum er strongdur vísir ein kanning.

19. jan 23:10

Kunnu spara 1000 krónur um mánaðin

12.000 krónur fyri hvørja lænta millión krónur. So stór er árliga sparingin, um Húsalánsgrunnurin sleppur at kappast við føroysku bankarnar um realkredittlán

19. jan 22:57

Ikki fegnir um blokksamráðingar

Formennirnir í smærru samgongu-flokkunum eru ikki so fegnir um, at løgmaður ætlar sær til Danmarkar aftur í heyst at samráðast um at fáa meira í blokkstuðli enn tær sløku níggju milliónirnar, hann fekk í vikuni.

19. jan 23:07

Ungarn í kreppu

Víðgongdi høgra-vongurin í politikki gongur fram fleiri staðni í Evropa í kjalarvørrinum á fíggjarkreppu og arbeiðsloysi.

19. jan 23:09

Leikur um eitt drápsmál

Eitt ótespiligt drápsmál í Onglandi er støðið undir leikinum - "Tey óndu" - sum leik-bólkurin Tvazz fer at framføra á Tjóðpallinum - fyrstu ferð leygarkvøldið.

19. jan 23:12

Støðan skal bøtast

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, tekur nógvu, strongdu fólkaskúla-lærararnar í størsta álvara - og vil bøta um støðuna.

19. jan 11:23

Fegnast um samstarvið við útróðrarmenn

Stjórin á Havstovuni heldur, at samstarv við útóðrarmenn gevur besta úrslitið, tá fiskurin á innaru leiðunum skal kannast

17. jan 21:42

Kaj Leo og Aksel kjakast um tiðningina av blokkinum

Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, vardi í kvøld, í einum kjaki við Aksel V. Johannesen, at hann hevur góðtikið at blokkurin veksur við níggju miljónum, og ikki 200 miljónum sum hann segði undir valstríðnum.

17. jan 21:59

200 mió skuldu fíggja hallið

Tiðningin av blokkinum skuldi geva 200 milliónur krónur, tað lovaði Sambandsflokkurin í valstríðinum, men úrslitið gjørdist 191 milliónir lakari.

17. jan 22:09

Evruflóttar til Noregs

Fíggjarkreppan í fær nú fólk úr Suður-Evropa at leita sær norðureftir.

17. jan 21:40

Fólkatalið minkar sum spátt

Longu fyri 7 árum síðani spáddi Magni Laksáfoss, at tað sama sum var hent fólkatalinum í Suðuroy, fór at henda fyri allar Føroyar.

17. jan 09:53

Danska tyrlan neyvan tøk í ár

Roknast kann ikki við donsku sjóverjutyrluni í ár, hóast tað í nýggja sáttmálanum millum Atlantsflog og Fiskimálaráðið stendur, at miðast skal móti, at danska sjóverjutyrlan skal vera tøk, tá tann føroyska ikki er tað

17. jan 10:46

DIS-arar kunnu vænta stóra rokning

Skattingin av pensjónunum við inngjald merkir, at teir umleið 450 føroyingarnir, sum sigla undir donsku DIS-skipanini, kunnu vænta sær stóra skattarokning næsta ár

17. jan 09:17

Løgmaður vil hava 130 mió. kr. afturat í ríkisstuðli

Hóast blokkurin í ár bert hækkar níggju milliónir kr., miðar løgmaður framvegis eftir at hækka ríkisveitingina við 130 milliónum

13. jan 22:49

Fleirfaldar virðini hjá reiðarum

Verða ætlanirnar hjá landstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jákup Mikkelsen, veruleiki, at verandi fiskiloyvini fara í eina rullandi skipan, vaksa virðini fleirfalt hjá reiðarunum, sum nú eru í skipanini

13. jan 22:52

Skal gera yvirlit yvir ógegni

Tað er ikki bara Dagur og Vika sum hava eftirlýst svar frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum um hansara gegnisstøðu

12. jan 22:33

Reiðararnir stýra ráðharranum

Norskir reiðarar hava ov stóra ávirkan á fiskimálaráðið. Tí eigur ósemjan við føroyingar um makrelin at flytast í uttanríkisráðið, heldur professari.

12. jan 22:26

Ráðharrin má á vøllin

Danska stjórnin eigur at gera tað hon kann fyri at steðga ES í at seta í verk boykott av Føroyum, siga umboð fyri bæði samgongu og andstøðu í Fólkatinginum.

12. jan 22:23

12 støð fyri at fáa pant

Poula Lutzen gongur hvønn dag runt í Havnini og samlar fløskur.

12. jan 21:33

Størri ávirkan

Fyri Krabbameinsfelagið er formansskapurin í Nordic Cancer Union, sum er meginfelagið hjá norður-lendsku krabbameinsfeløgunum, eitt herðaklapp.

12. jan 21:12

Mælir til nógv hægri játtan

Seks milliónir krónur eru settar av til Tjóðleikhús, men borgarstjórin í Havn mælir Løgtinginum til at seta 30 milliónir á figgjarlógina longu í ár.

12. jan 21:19

Loyndarfull gáva

Margretha drotning fær eina gávu frá løgtingi og landsstýri, nú hon hevur verið ríkisleiðari í fjøruti ár.

12. jan 21:22

Innsavningin stóra ávirkan

Innsavningin Føroyar móti Krabba í 2009 hevur havt stóra ávirkan á Krabbameinsfelagið. Ikki bara fíggjarliga, men eisini í virðingini millum fólk hevði hon stóran týdning.

12. jan 22:22

Landsstýrismaðurin um tómar fløskur

Kári P. Højgaard svarar uppá hví tað skal vera so trupult at sleppa av við tómar fløskur í Føroyum.

10. jan 20:45

Sjúrður og Edmund ósamdir um ES-ávirkan

Danska stjórnin hevur gjørt tað, hon kundi, fyri at føra føroysku sjónarmiðini fram í ES, so ES ikki revsar Føroyar so hart fyri at áseta egna makrelkvotu.

10. jan 20:41

Gegni aftur og aftur

Jákup Mikkelsen, landsstýrismaður, hevur longu eina ferð - tá samráðast skuldi við Russland um fiskirættindi - sagt seg ógegnigan, tí svágur hansara hevði áhugamál innan økið.

10. jan 20:39

Avtakið sjómannafrádráttin

Sjómannafrádrátturin skal avtakast. Tað sigur Føroyar Arbeiðsgevarafelag, sum heldur, at frádrátturin ger tað trupult hjá øðrum vinnum at kappast við sjóvinnuna um arbeiðsmegi.

10. jan 20:37

Ikki nóg kaldir diskar

Matvørueftirlitið kemur alt ov ofta fram á køli- og frystidiskar í handlum, sum ikki eru nóg kaldir.

10. jan 11:40

Søgdu nei til meiri

Lønarhækkingin til maskinmeistararnar, sum er millum 0,5 og 0,85 prosent frá 1. oktober í fjør, og aftur 1. oktober í ár, verður eftir øllum at døma tað, sum hini fakfeløgini kunnu vænta at fáa í lønarhækking

10. jan 05:24

Brotnaði av um tvøran

Farmaskipið, sum brotnaði av um tvøran út fyri Ný Sælendsku strondini í gjár, hevur elvt til størstu náttúruvanlukku í Ný Sælandi nakrantíð.

10. jan 07:02

Best um annar tók málið

Best var, um Jákup Mikkelsen læt onkran annan taka fyrisitingarligar avgerðir, sum hava við svág hansara, Hanus Hansen, at gera.

10. jan 07:32

Fund við danir um tiltøk

Løgmaður fer mánadagin á fund við danska ráðharran í ES málum um makrelósemjuna við ES og um hóttaninar hjá ES at seta tiltøk í verk ímóti Føroyum.

6. jan 19:48

Viðarlundirnar hart raktar

Herviligu ódnirnar 24. novembur og jóladag hava oyðilagt stórar partar av føroysku viðarlundunum.

5. jan 20:48

- Fiskimálaráðharrin átti at skift ráð

Jákup Mikkelsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, er í eini støðu at best var um hann ikki sat við hesum málsøkinum, sigur sakførarin.

6. jan 10:34

Dýrt at liva sunt

Frukt, grønmeti og heilsugóður matur sum heild kosta so nógv, at hevur tú lítið av peningi til mat hvønn dag, ber illa til at fáa neyðugu vitaminirnar og mineralini gjøgnum matin.

5. jan 22:24

Rivur komnar í samgonguskútuna.

Samgongulimir koma við broytingaruppskotum til uppskot frá samgonguni.

5. jan 20:44

Vinningur til svágin

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum leggur til rættis fyri at svágurin kann fáa allan makrel til matna á virkið sum hann hevur áhugamál í.

3. jan 15:32

Nýggjársrøðan fær fólksins dóm

Gamlaárskvøld helt Kaj Leo Holm Johannesen sína fjórðu nýggjársrøðu

3. jan 10:25

Løgmaður var óvanliga álvarsamur

Avgjørdi glottin í nýggjársrøðuni var, tá løgmaður hugleiddi um kjak og fólkaræði. Tað sigur viðmerkjarin Birgir Kruse, sum tó heldur, at kropsmálið hjá løgmanni var ov álvarsamt

3. jan 09:39

Nú fjarar í ALS-kassanum

Skal ALS-grunninum verða lív lagað, er neyðugt at gera inntriv nú, sigur Alfred Petersen, formaður í ALS-stýrinum

2. jan 14:47

Meiri arbeiði og færri ósemjur

Nú ársskifti hevur verið, hava fólk ymisk nýggjársynski

2. jan 11:06

Nú gongur betur í Íslandi

Í kjalarvørrinum av skuldarkreppuni í Evropa er Ísland nú um at fóta sær aftur eftir fíggjarliga skrædlið fyri trimum árum síðani

30. des 13:31

Jobmatch knýtir sambond

- Eg vil vita, um eg kann finna arbeiði í Føroyum, ella um eg noyðist at taka Danmark. Tað sigur ein lesandi, sum var á Jobmatch 2011

30. des 09:55

Karmarnir í fiskivinnuni skulu tryggjast

Ein arbeiðsbólkur ger nú tilmæli um, hvussu rullandi skipanin við fiskiloyvum skal verða í framtíðini

30. des 09:20

Marknaðarkreftir eiga at ráða í fiskivinnuni

Marknaðarkreftirnar eiga at sleppa at ráða í fiskivinnupolitikkinum, heldur enn at útvaldir privatpersónar fáa tillutað fiskirættindi ókeypis. Tað sigur búskaparfrøðingurin, Jóannes Jacobsen

28. des 09:10

Nú verður pensjónin dýrari at umsita

Broytingin av skattingini av pensjónum, sum tingið samtykti fyri jól, hevur við sær, at pensjónsfeløgini fáa munandi størri umsiting av hvørjum kunda

28. des 09:30

Hermenn hittu løgmann

Í gjár vóru fimm føroyingar, sum eru ella hava verið í danska herinum, inni á gólvinum í Tinganesi og prátaðu við løgmann um lívið í hertænastu

28. des 10:47

Ungfólk seta fyritøkur á stovn

Í Niðurlondum eru fleiri ung, sum seta á stovn egna fyritøku. Ein av orsøkunum er, at niðurlendski staturin eggjar teimum til tað

27. des 09:51

Av Ametyst á Apotekið

Fiskalivur er ein fongur - fyri tey, sum eta hana, tey, sum fiska hana, og tey, sum eiga skip og virki

23. des 11:25

Illveður á jólum

Tað verður umleypandi veður á jólum, og vit fáa eingi hvít jól í ár, sigur føroyski veðurfrøðingurin á donsku veðurstovuni

23. des 09:56

56 prosent siga nei til flatskatt

Ein kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri fakfeløgini, vísir, at meiri enn helvtin tekur ikki undir við flatskattinum og at skatta pensjónir við inngjald

21. des 10:25

Heiðra góðan journalistikk

Í USA hava tey Pulitzer-heiðurslønina, í Danmark Cavling-virðislønina, men í Føroyum hava vit onga heiðursløn, sum heiðrar tey, ið arbeiða innan fjølmiðlar

21. des 09:53

Føroyar í norskari sjónvarpsrøð

Hesar seinastu vikurnar hevur norska kringvarpið NRK sent sjónvarpsrøðina "Buzz Aldrin - hvar bleiv tú av í ruðuleikanum?" Røðin er tikin upp í Føroyum, og hevur fingið góð ummæli

21. des 09:09

Arbeiðsgevarar: Skatturin má lækka

Stjórin í Vinnuhúsinum heldur, at málini um pensjónirnar og skattalættan eru væl lýst

21. des 08:55

Pensjónir uttanlands sleppa undan fyribils

Samgonguflokkarnir í fíggjarnevndini mæla til at útseta skattingina av føroyskum pensjónum uttanlands til í summar

20. des 10:11

Bárður Nielsen: Blokkurin styrkir ríkisfelagsskapin

Tvær orsøkir eru til, at blokkstuðulin úr Danmark eigur at verða hækkaður. Onnur er, at tørvur alla tíðina hevur verið á pengunum í føroyska búskapinum - og hin, at álit føroyinga á ríkisfelagsskapin minkar saman við støddini á blokkinum

20. des 09:05

Flatskatt fram um tey veiku

Tingkvinnan Jóna Mortensen hevur gjørt vart við seg, sum ein, ið vil berjast fyri teimum veiku í samfelagnum. Tí eru tað fleiri, ið undrast, nú hon eftir øllum at døma fer at taka undir við flatskattinum

15. des 21:27

Ljóðligt mótmæli

Grýtulok, karamelldósir og sangur settu dám á fyrstu viðgerð av fíggjarlógini í løgtinginum í dag.

15. des 21:25

Jól í streymloysi

Nógv verður tosað um streymkostnað og at spara streym - í Klaksvík hava ung og børn á dramaskeiði spælt sjónleikin "Jól í Streymloysi" - har streymurin fer á jólum.

15. des 21:29

Bráðfeingis fíggjarlóg

Vit fáa eftir øllum at døma eina fyribils fíggjarlóg 1. januar.

14. des 08:32

Gongur spakuliga at samráðast

Striltið gongst í samráðingunum um nýggjan lønarsáttmála fyri feløgini í almenna fakfelagssamstarvinum.

14. des 07:33

Hava egnan veðurlagspolitikk

Hóast Føroyar ikki eru fevndar av Kyoto-avtaluni, so hava vit samtykt okkara egna veðurlagspolitikk, sum sigur, at útlátið av vakstrarhúsgassum skal verða skert í minsta lagi 20 prosent í 2020 samanborið við útlátið í 2005.

13. des 11:15

Vita ikki hvar tey skulu vera eftir jól

Ongin kann enn siga næmingunum á Rásini í Runavík hvar tey skulu búgva aftaná jólafrítíðina.

12. des 20:44

Ongin blokkhækkan enn

- Vit hava lagt okkara sjónarmið fram, og hava hetta til 20. januar at finna eina loysn, sigur løgmaður, kaj Leo Johannesen. Hann vil ikki siga nakað um, hvørji krøv landsstýrið hevur sett fram.

13. des 11:07

Óvissa um djóralæknatænastuna

1. danuar eru ongir pengar á fíggjarlógini til Djóralæknatænastu alt samdøgrið.

9. des 10:02

Orion á sleipistøð í Havn

Orion er leysur av Skipanesi, og seinnapartin í gjár varð hann togaður til Havnar

9. des 10:49

Taka gjøld fyri arbeiði hjá øðrum

Millum nýggju tænastugjøldini hjá BankNordik eru gjøld fyri eitt nú skrásetingar og tinglýsingar. Gjøldini kunnu verða 6.000 krónur í hvørjum einstøkum føri.

9. des 09:25

Tvørpolitiskur bólkur skal endurskoða skattaskipanina

Hóast andstøðan ikki tekur undir við flatskatta-skipanini hjá landsstýrinum, heldur hon, at broytingar eiga at verða gjørdar

7. des 14:56

Aksel og Jørgen kjakast um fíggjarlógina

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, vóru í sjónvarpsstovuni í gjárkvøldið

7. des 14:16

Vilja leingja varðhaldsfongslingina

Varðhaldsfongslingin av 38 ára gamla føroyinginum í Hollandi, er úti um eina viku.Men hollendska ákæruvaldið vil leingja varðhaldsfongslingina 90 dagar aftrat

7. des 13:56

Stormur í vatnglasi

Framsøgumaðurin hjá Sambandsflokkinum var bersøgin, tá løgtingið viðgjørdi ársfrágreiðingina frá Umboðsmanninum

6. des 10:39

Vænta meiri ferðslu í summar

Longda flogbreytin í Vágum gevur fleiri møguleikar, og leiðslan í Vága Floghavn roynir nú at fáa fleiri flogfeløg at nýta flogvøllin

6. des 10:14

Fáa tilboðini seinnapartin

Millum fyritøkurnar, ið fara at bjóða upp á arbeiðið at pumpa olju úr Orion og Tróndi, eru MEST, Atlantic Supply Base í Runavík og K.J. Hydraulic á Kambasdali

6. des 09:13

Fíggjarlógin løgd fram í dag

Nú verður fyrsta høvið at síggja politikkin hjá nýggju landsstýrissamgonguni í verki

2. des 10:10

Føroyanevndin viðger blokkstuðulin

Tað hevur skund hjá landsstýrinum at samráðast við donsku stjórnina um blokkstuðulin, skal Føroyanevndin koma við tilmæli um at hækka ríkisveitingina næsta ár

30. nov 11:23

Gomul skip eiga at fáa stuðul

Ein arbeiðsbólkur mælir til, at Mentamálaráðið fær heimild at veita sluppum og øðrum varðveitingarverdum skipum ískoyti til rakstur og viðlíkahald

30. nov 09:24

Annika fer ongan veg

Annika Olsen verður verandi í Fólkaflokkinum. Tað ger hon greitt eftir stríðið um formansvalið i flokkinum

23. nov 13:40

Minnisveikir arbeiða sum traðarmenn

Heimið fyri minnisveik í Vallalíð í Havn hevur eina serstaka verkætlan fyri menn, ið eru minnisveikir

Senditíð

Mánadag, týsdag, hósdag og fríggjadag kl. 19:00