11. apr 10:58 Tá foreldur fara frá hvør øðrum, verður ofta stríð um børnini. Hvør skal hava foreldramyndugleikan: mamman, pápin ella bæði? Í Føroyum er felags foreldramyndugleiki galdandi, so longi partarnir eru samdir um tað, meðan lógin í Danmark ásetur, at bæði foreldrini skulu hava foreldramyndugleikan, um tey eru egnað til tað. Ber til at noyða fráskild at samstarva um børnini, er kjakevnið í Dilemma. Tey kjakandi eru Magnus Tausen, lærari, Armgarð Arge, gudfrøðingur og Andras Sólstein, søgufrøðingur.