22-05-2012 23:26
GEYMIN

UM SENDINGINA

SAMBAND

Geymin

21. mai 17:44

Dreingir velja pengar, gentur velja menniskju

Nógv fleiri gentur enn dreingir velja at taka eina miðnámsútbúgving. Tá útbúgvingar skulu veljast hugsa dreingirnir meiri um pengar enn genturnar.

14. mai 17:52

Ein nýggj byrjan

Fleiri hava fingið so lítið burtur úr fólkaskúlanum, at tey bert kunnu átaka sær stravið og ofta illa lønt arbeiði

7. mai 17:38

Við nervum í skúla

Happing er ein so stórur trupulleiki hjá summum børnum, at tey megna ikki at læra tað, tey skulu í skúlanum.

2. mai 18:05

Stongdar dyr

Nógv ung royna at sleppa inn á Skúlan við Áir, tí tey hava fingið so lítið burtur úr fólkaskúlanum, at tey ikki sleppa á miðnámsskúla.

23. apr 17:41

Vilsti fangin

Fangar kundu verið betri hjálptir á beint, meðan teir sótu.

16. apr 17:47

Aftur til veruleikan

Fólk, ið fáa longri fongsulsdómar, verða send av landinum at sita, tí umstøðurnar í Føroyum eru ov vánaligar.

2. apr 17:54

Geymin: Innilæstur

Fólk, sum verða dømd langa fongsulsrevsing, noyðast ofta av landinum og niður til Danmarkar at sita eisini.

26. mar 17:53

Tey halda eg eri býttur

Hóast høvdið er í lagi, kann tað vera trupult hjá fólki við rørslutarni at skapa sær eina sjálvstøðuga tilveru.

19. mar 17:50

Eitt sindur sein

Fólk við menningartarni stríðast nógv við at finna seg til rættis og skapa sín egna samleika.

12. mar 17:55

Eisini eitt lív

Hvørt ár verður í miðal eitt barn føtt í Føroyum við Downs Syndromi. Tað setir stór krøv til familjuna, tá barnið ikki er, sum tey væntaðu.

5. mar 17:55

Einsamøllu børnini

Børn at misbrúkarum kenna seg ofta einsamøll. Krista og Eilif Brimheim eru bæði vaksin upp við, at foreldrini drukku. Í dag eru tey gift, hava tvey børn og gera alt fyri at skapa karmar fyri børn síni, sum ikki líkjast umstøðunum, tey sjálv máttu liva undir.

27. feb 17:54

Óttin fyri fløskuni

Avleiðingarnar av rúsevnismisnýtslu eru stórar fyri familjuna. Avvarðandi eru ofta niðurundirkomin og orka ikki at slíta seg leysan.

20. feb 17:12

Tað bláa ljósið

Rúsevnismisnýtsla er ein stórur trupulleiki hjá nógvum ungum fólkum í Føroyum. 45-ára gamli Jóhan Dalsgaard - Jóhan í Kollafirði - gjørdist sum heilt ungur bundin at rúsevnum

13. feb 18:00

Eydnuleys mamma

Millum 50 og 60 føroyskar mammur verða hvørt ár raktar av
barnsburðartunglyndi. Fleiri krógva, hvussu støðan er, og fáa tí ikki ta viðgerð, teimum tørvar.

6. feb 17:50

Tá óttin fær ræðið

Fyri einum ári síðan mátti 22-ára gamla Kirsten Hentze gevast at arbeiða, tí ógvuslig herindir av panikótta koyrdu hana um koll.

30. jan 18:04

Tá verðin skramblaði saman

Fleiri og fleiri verða rakt av tunglyndi, ið kann vera ein lívshættislig sjúka.

23. jan 17:57

Ung og frelst

20 ára gamla Judith Lindarstein úr Havn hevði ongantíð ímyndað sær, at hon skuldi gerast virkin í eini kristnari samkomu.

16. jan 18:02

Tey gudleysu

Kristnitrúgvin fyllir meira í føroyska samfelagnum enn í grannalondunum. Men eisini í Føroyum verða fleiri og fleiri, ið velja trúnna frá og gerast gudloysingar.

9. jan 17:56

Í Harrans tænastu

Haidi Olsen úr Vestmanna er uppvaksin sum vanligt kirkjufólk. Tá hon sum vaksin kom í svára kreppu, valdi hon at gerast eitt Jehova Vitni.

22. des 11:50

At skapa er at liva

Børn, ið sleppa at vera kreativ, hava størri sjálvsálit og læra betri. Men nógv børn gevast tíðliga at vera kreativ, tí reglur, ið vaksin seta, køva kreativitetinum.

13. des 09:41

Tann fullkomna nærveran

Gunnvá Zachariasen er yrkissjónleikari og sær tað sum eina stóra avbjóðing at framføra sína list fyri ákoðarum.

5. des 17:53

Mítt arbeiði er mín áhugi

Diana Leo hevur eitt høgt starv í stóra danska orkufelagnum DONG Energy. Hon er ein av nógvum føroyingum, ið gera seg galdandi í altjóða oljuvinnuni.

28. nov 17:54

Tá stjórin fór

Eyðfinn Reyðberg hevur upplivað upp- og niðurtúrar í sínum arbeiðslívi

22. nov 10:53

Ikki fyri sartar sálir

Politikkur á hægsta støði er ikki fyri sartar sálir. Politikarar fáa nógv høgg, men eisini nógvar upplivingar, og tað kann vera trupult at siga politiska lívinum farvæl.

14. nov 17:45

Tað dýrasta landið

Familjan Maria Brøðraberg, Leivur Rubeksen og teirra fimm børn er ein av mongu føroysku familjunum, sum nú av álvara kenna sviðan av, at Føroyar er dýrasta land í Evropa.

8. nov 13:57

Tað einfalda lívið

Føroyingar keypa og brúka alsamt meira vørur. Men nøkur venda nýtslumentanini bakið og velja tað einfalda lívið

31. okt 17:49

Dýru børnini

Børn og foreldur kenna dagliga eitt ovurstórt trýst at skula keypa og brúka pengar.

11. okt 01:27

Syndiga máltíðin

Føroyingar halda fram at eta grind, hóast granskarar og heilsumyndugleikar siga hana vera óegnaða sum mannaføði. Góður matur ger fólk glað, og tað er gott fyri heilsuna.

3. okt 17:52

Tann góði roykurin

Ágangurin móti royking herðist í hvørjum. Fjórði hvør føroyingur festir sær í dagliga, men heilsumyndugleikarnir ætla at fáa klórnar í nógv fleiri roykjarar.

26. sep 17:57

Bundin av mati

Næstan annar hvør føroyingur vigar ov nógv

Senditíð
Mánadag kl. 17:05
 
Endursend: Týsnátt 02:00, týsdag 13:02 og leygardag 13:02