05-02-2012 02:03
SUMMARMORGUN

UM SENDINGINA

SAMBAND

Summarmorgun

9. sep 12:17

Kunningardagur í Norðurlandahúsinum

Hvat nú? Markleys Útbúgving. Soleiðis nevnist stóri kunningardagurin um lestrarmøguleikar. Frá kl. 19.00 í dag kunnu tey koma, sum ikki eru í miðnámsskúla longur, men hava fingið hug at lesa í 2012. Altjóða Skrivstovan skipar fyri.

9. sep 11:44

Fornminnini greinast

Føroya Fornminnissavn skipar í hesum døgum fyri einum sokallaðum grundifundi um fornminnini í Kirkjubø. Grundifundurin er liður í tí mentanarsøguliga partinum av arbeiðinum.

9. sep 11:38

Góðan Morgun Føroyar

Útvarpssendingin Góðan Morgun Føroyar leggur aftur til brots mánamorgunin. Sent verður frá klokkan hálvgum átta til tíggju gerandismorgnar. Nógvir nýggir tættir eru á skránni, og manningin er broytt.

8. sep 09:45

Likkan er ikki ein "flúgvandi rotta"

Tað sigur lívfrøðingurin Sjúrður Hammer, ið heldur, at ein ikki kann samanbera rottu við likku sum skaðadjór.

7. sep 09:00

Barnið í mær spælir sjónleik

Klæmint Isaksen hevur verið á leiklistaskeiði hjá Meginfelag Áhugaleikara Føroya. Undirvísarar vóru millum onnur royndir leikstjórar og sjónleikarar úr Íslandi.

7. sep 08:55

Sjónleikurin er hvørki fuglur ella fiskur

Eir í Ólavsstovu er nýggjur umsitingarleiðari í Meginfelag Áhugaleikara Føroya. Hon sigur, at hon heldur tað vera ov vánaligt, at landið ikki kann taka støðu til, um tjóðpallurin skal vera ein veruligur tjóðpallur. Yrkissjónleikinum hevur tað ikki gott.

6. sep 18:39

Freddie og tann kvæðakendi rockurin

Bjarni Restorff sigur, at rockbólkurin Queen eisini nýtti skalair, ið eru sera gamlir. Vit hoyra teir aftur í kvæðaløgum og kirkjutónleiki. Queen sangarin Freddie Mercury hevði fyrlt 65 ár í gjár, um hann hevði livað.

5. sep 11:48

Hon ger okkum lívið bíligari

Margreth Dalsenni hevur Dals Vøruhús í Klaksvík, har hon selur brúkt klæðir fyri lítið og lætt. Nógv ferð er á virkseminum, sum byrjaði heima í stovuni á Skáltarvegi. Og tað er eisini har, at vit hava sett Margreth Dalsenni stevnu.

31. aug 16:51

Drunnhvítastovurin er minkaður munandi

Tað heldur fuglafrøðingurin Jens Kjeld Jensen. Men hví so er, tað veit hann ikki

31. aug 16:48

SALT gongur sum ætlað

"Status er, at virkisætlan, gjaldingarætlan og tíðarætlan" er latin, sigur Ólavur Rasmussen, verkætlanarleiðari

31. aug 16:41

Yvir 90 ár og svimur hvørja viku

Jóhann Norðfoss lærdi at svimja, sum seks ára gamal í Múlavík norðuri á Eiði. Sjálvt um hann er farin um tey 90, so svimur hann enn

31. aug 16:38

Nú hvørvur 60 watt-peran

60 W gløðiperan er á mangan hátt sjálv eyðkennið upp á ljósperuna. 1. september er ikki longur loyvt at framleiða hesa peruna, sum sostatt so líðandi fer at hvørva av handilshillunum

31. aug 16:36

Skiparin fór at renna umborð

Jón Rasmussen, skipari á Norðborg, rennur hvønn dag á rennibandið, meðan hann er til skips

26. aug 10:43

Systkin, ættað úr Vestmanna, eru danmarksmeistarar í boksing

Allan og Sarah Mahfoud, ið eru ávíkavist 18 og 21 ára gomul, teljast millum bestu boksarar í Danmark

26. aug 10:13

Eitt lív sum apukattur

Eyðun Johannesen hevur evnað til leik av sær sjálvum, um seg sjálvan, og hann spælir eisini sjálvur

26. aug 10:07

Fleiri enn 1000 gistingar í summar

Leiðslan á Frítíðar- og skeiðsdeplinum í Skálavík er væl nøgd við undirtøkuna

25. aug 11:43

Still going wrong

Jóannes Jakobsen fyllir 50 í dag

24. aug 10:47

Kom við mer

Jákup Eli spælir beinleiðis í útvarpsstovuni

23. aug 11:40

Heimasíðan skal stimbra fólkaræðið

www.pol.fo verður tøk hósdagin

19. aug 15:32

Livar Nysted fyrireikar túr yvir Indiskahavið

Livar Nysted, sum fyri júst einum ári síðan framdi bragdið at rógva yvir Atlantarhavið, ætlar nú at royna seg á øðrum havið, við øðrum báti.

19. aug 15:37

Sjómannadagarnir byrja í dag

Í morgun vóru vit framvið við mikrofonini og fingu prát við klaksvíkingin Aleksandur Joensen um, hvussu hann fer at halda Sjómannadagar.

19. aug 09:25

Fjølbroyttur Sjómannadagur

John William Joensen, sum er í nevndini hjá sjómannadegnum, letur væl at skránni

19. aug 09:17

Hallur ovfarin av undirtøkuni

Hallur Joensen og bólkur hava spælt á kontrifestivali í Silkeborg

18. aug 10:40

"Leggið varliga út"

Hetta sigur fysioterapeuturin Sigrun Danielsen. Hon eggjar kvinnum at fara at renna, men at ansa sær og ikki leggja ov hart út.

18. aug 10:36

Í Føroyum er altíð gott veður

- Veðrið er eingin trupulleiki í Føroyum., um tú ert í røttu klæðunum. Tað sigur Eyðun Berg, sum starvast hjá CoastZone North Atlantic, ið skipar fyri túrum og upplivingum í Føroyum

18. aug 10:32

2063 kvinnur til kvinnurenning leygardagin

Árliga kvinnurenningin fer av bakkastokki leygardagin, aftur í ár er sett met við luttakandi kvinnum.

17. aug 10:05

Fyrsta føroyska djóraheimið

Djóraverndarfelagið hevur seinastu árini merkt, at tørvurin á einum djóraheimi í Føroyum er vorðin alt meiri átroðkandi

17. aug 08:00

Tryggari í Eysturkommunu

Fríggjadagin fekk sløkkiliðið í Eysturkommunu gávu frá Faroe Marine Products í Leirvík. Talan er um framkomið hitasøkjandi kamera

12. aug 10:06

Tveir til tríggir skipaðir túrar um árið hevði verið passandi

"Tað er skjótari hjá okkum at ferðast til eitt nú USA, enn nábúgvarnar Føroyar" hetta sigur Andy Steven, sum arbeiðir innan ferðavinnuna í Hetlandi.

11. aug 11:28

Er Havnin eitt regnhol?

Havnarmaðurin Birgar Johannesen var ikki nøgdur við at hoyra, at tað regnaði so illa um ólavsøkuna. Hann setti sær fyri at fylgja við regni og vindi í Havn. Vit vitja Birgar í heimi hansara fyri at fregnast um hetta.

20. jul 14:26

Føroyar framman fyri Wales

Jákup Emil hevði rætt, FIFA hevði skeivt

19. jul 11:31

Ein perla í eini náttúruperlu

Á Eiði bíða fuglaáhuga í spenningi eftir, um trøllantarpar kemur út við unga. Trøllontin verpur vanliga ikki Føroyum. Summarmorgun heldur fram túrin við Hansu og Knút runt Vatnið

19. jul 10:46

"Er Guð deyður"

Undir spurninginum ?Er Guð deyður? verður skipað fyri eini ráðstevnu í Norðurlandahúsinum leygardagin

18. jul 10:52

Nógv rita í Høvdanum í summar

Bara nøkur fá er er eydnast rituni at fáa pisurnar undan hesi árini

15. jul 16:14

Minni av lomviga

Men lomvigin hevur vorpið væl og hann ber til tær pisurnar, sum eru komnar út

14. jul 09:37

Astrid Samuelsen Á G!

Leygardagin verður Astrid Samuelsen at hoyra á sandinum á G! festivalinum

13. jul 11:41

ALS og TAKS í samstarv móti svørtum arbeiði

Arbeiðsloysisskipanin og TAKS hava gjørt avtalu um í felag at tryggja, at rætt verður upplýst til Arbeiðsloysisskipanina og TAKS. Málið er at tryggja, at útgjøldini frá Arbeiðsloysisskipanini eru røtt, og at skattur verður goldin av skattskyldugum inntøku

8. jul 09:09

The Dreams á Ó-festivalinum

Høvuðsnøvnini á Ó-festivalinum 2011 eru avdúkað

8. jul 08:45

Sandoyggin ov stóra skuld

Skal Sandoyggin sum ein kommuna koma fyri seg aftur, er neyðugt við fleiri almennum pengum til eldraøkið

7. jul 10:30

Drúgvar samráðingar um eldraøkið

Føroya Kommunufelag ivast mest í pengunum sum skulu fylgja við, tá eldraøkið verður lagt til kommunurnar

6. jul 10:03

Ferðandi fiskastovnar stórt virði

Tað er ein politisk avgerð, hvussu nógv Føroyar skulu hava burturav stovnunum

6. jul 09:26

Vatnið vinnur harðar hellur

Ein sjónleikari og 14 tónleikarar koma saman um eina mynd av skaldinum Mikkjali á Ryggi. Leikurin verður framførdur á Vestanstevnu

5. jul 10:11

Javnstøðunevndin stórar avbjóðingar

Politiska virðingin fyri javnstøðu er ov lítil

5. jul 09:39

Langt millum javnstøðu í Føroyum og Noreg

Tað er neyðugt at kvinnurnar sleppa skjótari til arbeiðis aftur, og tí má pápin taka sín part av barnsburðarfarloyvinum

4. jul 09:45

Nólsoyingar fáa heitt vatn frá vindmyllu í heyst

Arbeitt verður í løtuni við at byggja ein stóran vatntanga, og við at grava leiðingar til tey fyrstu húsini

1. jul 11:25

Land og kommunur mugu semjast um uppgávubýtið

Landið má vera liðiligari, tá talan er um neyðugar íløgur, sigur forkvinnan í Kommunusamskipan Føroya

1. jul 10:33

Frá einum pari til hundraðtals grágæs í 25 ár

Summarmorgun er á túri runt Toftavatn saman við Jógvani I. Olsen á Toftum.

30. jun 09:45

Tríggjar ferðir fleiri hyggjarar enn væntað

Herfyri var roynt at endurvekja filmsfelag Norðurlandahúsins, Klipp, við serstøkum sýningum av nýggjum, norðurlendskum filmum í Havnar Bio. Undirtøkan hevur verið nógv størri enn roknað var við

30. jun 09:29

Við felags átøkum kann ferðavinnan mennast

Tað krevur, at ætlanin at stovna Ferðaráðið aftur, verður fullførd

30. jun 09:24

Vit mugu fanga ungu filmsspírarnar

Í summar skipar Klippfisk fyri filmsskúla í Nólsoy og skeiði í dokumentarfilmi í Havn

29. jun 10:53

Skrubbuglimmur gott úrslit í EBG í Italia

Næmingafyritøkan Skrubbuglimmur fekk virðisløn í Italia fyri sína verkætlan í European Business Games

29. jun 08:55

Gomlu tyrvingarplássini skitin

Kortini bendir ikki nógv á, at kjøtið á seyði sum gongur í økjunum er vandamikið at eta

28. jun 09:24

Yvir 100 skip í FAS sum skjótast

Málið í ár er at koma á hvítalista hjá sjóferðslufelagskapinum, so tað verður lættari hjá feløgunum í FAS at tryggja sær arbeiði

28. jun 09:16

Ferðavinnan kann geva størri ískoyti

Men tað krevur størri felags átøk, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sum umsitur ferðavinnuna

28. jun 08:20

Stórur munur á føroysku bygdunum

Barbara í Stórustovu, Bryndis Hjartardóttir og Katrin Christophersen hava gjørt av at brúka summarið 2011 at ferðast í egnum landi

27. jun 10:19

Inntøkurnar frá ferðavinnuni skulu tvífaldast

Tað eigur at gerast eftir 10 árum, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag

27. jun 09:33

Nýggi musikkskúlin í Havn er ein viðurkenning av arbeiðinum hjá musikkskúlanum

Tórshavnar Býráð hevur samtykt at fara undir at projektera nýggjan bygning til Tórshavnar Musikkskúla

27. jun 09:34

Nýggi musikkskúlin í Havn er ein viðurkenning av arbeiðinum hjá musikkskúlanum

Tórshavnar Býráð hevur samtykt at fara undir at projektera nýggjan bygning til Tórshavnar Musikkskúla

24. jun 09:40

Skattatrýstið á hvønn einstakan er ov høgt

Tað viðganga bæði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og í arbeiðsmarknaðarmálum

23. jun 12:00

Høga skattatrýstið køvir arbeiðshugin

Marginalskatturin í Føroyum er tann hægsti í heiminum

24. jun 10:18

Kringvarpið til dystin fús á Isle of Wight

Kringvarpsfólk eru komin til Isle of Wight, og tey eru klár at siga frá mongu kappingunum, sum verða á oyggleikunum

21. jun 09:50

Granska meir á Landssjúkrahúsinum

Ein serlig deild er skipað á Landssjúkrahúsinum til gransking, samstundis sum ein granskingarnevnd er sett

20. jun 07:55

Fleiri føroysk patent í framtíðini

Íverksetarahúsið í Klaksvík skipar næstu dagarnar fyri patentráðgeving

30. jun 10:43

Rustreyð dunna sædd í Kaldbaksfirði

Fleiri havgásir hava verið at sæð í summar í Sandagerði og í Kaldbaksfirði

17. jun 10:00

Stór tiltøk á Sandi í morgin

Listasavnið hátíðarheldur fimm ára dagin og KomVið skipar fyri tiltaki har bert kvinnur standa fyri undirhaldi og tónleiki

17. jun 10:07

Guðrið Hansdóttir og Petur Pólson felags útgávukonsert

Tað verður nógvur og fjølbroyttur tónleikur á skránni, tá Hansdóttir og Pólson, saman við gestum, fara á pall í Sjónleikarhúsinum í Havn leygarkvøldið

17. jun 07:57

Kringvarpið samsendir norska dokumentarsending í hálvt sætta samdøgur

Hurtigruten eitur norsk sending, sum sjónvarpið hjá kringvarpinum samsendir við NRK hesar næstu dagarnar, tá annað ikki er á skránni

17. jun 07:46

Røddin fingið stuðul til umhvørvisverkætlan

Føroyska ungdómsnetið Røddin hevur fingið játtaðar 200.000 krónur til verkætlanina Ert tú til green

30. jun 10:24

Fitt av ternu

Lítið av ternupisum er komið undan seinastu árini, tí litið er til av føði

16. jun 09:52

Samstarvið munandi styrkt

Samskiftið ímillum brøðratjóðirnar, Ísland, Føroyar og Grønland er munandi styrkt við útnorðurráðnum.

16. jun 12:32

Travis á G!

G! Festivalurin kunngjørdi í Summarmorgni, at Travis er høvuðsnavn á festivalinum

16. jun 09:18

Tilbúgving til rottutýning manglar

At samferðslan er góð, kann hava við sær, at rottur koma í oyggjar, har rotta ikki hevur verið fyrr

14. jun 20:59

Kommunurnar skulu umsita eldraøkið

Ikki fyrr enn tá kann farast undir at gera eldralóg, og skipa framtíðar eldrapolitikkin

14. jun 11:08

Tørvur á fleiri blóðgevum

Hóast føroyingar vilja geva blóð, so hevði verið betri um nøkur hundrað fólk aftrat góvu blóð

14. jun 10:50

Hoyvíkssáttmálin umrøðast í parlamentariskari nevnd

Útnorðurráðið hevur sett nevndina, og ein kanning skal gerast av virðinum á Hoyvíkssáttmálanum

10. jun 13:30

Atlantsflog brynjar seg til summarið

Fleiri fólk skulu ferðast loftvegis til og úr Føroyum

10. jun 10:13

Rottuhundur keypast til Nólsoynna

Størsta drunnhvítalandið í heiminum má verjast ímóti rottum

9. jun 14:16

Øðrvísi eldrabústaðir í framtíðini

Tíðin er farin frá vanligu ellisheimunum, var niðurstøðan á evnisdegi hjá Útnorðurráðnum

8. jun 10:08

Nógv sigla við Norrønu

Fólk sum ferðast til Føroya og Íslands koma úr nógvum europeiskum londum. Føroyingar velja framvegis Danmark sum frítíðarland

7. jun 11:48

Ferðafólk skulu ikki bara síggja ávís støð í Suðri men alla oynna, tá tey vitja.

Mortan Holm í Porkeri gjørdist ferðaleiðari, tá hann gavst at sigla sum skipari hjá Mærsk

7. jun 10:24

Vinnupolitikkurin farin av sporinum

Viðurskiftini hjá vinnuni gerast ótrygg, tá politiskar broytingar verða gjørdar í tíð og úrtíð, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag

7. jun 09:50

Nýtt føroyskt forrit framleitt til iPhone

Nú eru føroyskar køku- og dessertuppskriftir tøkar til iPhone

6. jun 20:52

Tey eldru vilja búgva heima

Útnorðurráðið setur kikaran á eldrabústaðir í framtíðini

6. jun 13:45

Havráðstevna

Í morgin og mikudagin skipar Uttanríkisráðið fyri havráðstevnu í Norðurlandahúsinum

3. jun 11:33

Árni Dam gevst

60 ár eru nóg mikið í vinnulívinum

3. jun 10:43

Hátíðarhalda Ørkina í morgin

Sjómannadagar eru í Íslandi um vikuskiftið, og tá kappróðurin er av í morgin, bjóðar Ørkin kaffi

3. jun 09:51

Tórshavnar Stórband

Tórshavnar Stórband og solistar framføra Havnarsangir í nýggjum útsetingum

1. jun 14:13

Skótar, ið hava verið á jamboree, hittast

Á fyrsta sinni verður roynt at savna føroyskar skótar, sum hava verið á alheims skótalegu

1. jun 13:21

Stórur áhugi fyri Skúladeplinum í Marknagili

Arbeiðið verður boðið út í juli, og seinni í summar verða tilboðini latin upp

1. jun 13:20

Norðoyastevna 75 ár

Norðoyastevna er væl fyri, nú hon hevur 75 ár á baki, siga fyrireikarar

31. mai 11:34

Eik verður føroyskur banki burturav

Bankin fer framvegis bæði at læna til privatfólk og til vinnulívið

31. mai 10:44

Nýggj gøta við Toftavatn

Nes Kommuna og Runavíkar Kommuna hava samstarvað um at gera gøtu gjøgnum hagan kring Toftavatn

31. mai 11:26

Sigarettpakkin skal kosta 100 kr

Tubbak eigur at vera munandi dýrari enn nú. Tað sigur Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum

Senditíð

Savnssending