Á meistarligan hátt fær Jógvan Arge tilkomnar og eldri føroyingar at siga frá sær, sínum lívi og umhvørvi. Her eru nógv dømi um frálíkt og livandi frásøgukynstur, og her verða sagdar bæði álvarsamar og stuttligar søgur, sum verða varðveiddar við hesum sendingum.
Jógvan Arge fór undir sendirøðina Meg minnist á heysti 2009. Í røðini leggur hann dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.
Heitið er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti tað í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Samrøður um søgulig, siðsøgulig og mentanarlig evni hava verið á skránni hjá útvarpinum frá fyrsta degi. Tær hava allar dagar verið væl umtóktar og hava framvegis ein ógvuliga áhugaðan lurtaraskara.
Sendingarnar hava havt ymsar yvirskriftir. Vit støkka inn á gólvið, Teir sigla so væl, Fríggjakvøld kl. 20, Leygarkvøldsgestur og Meg minnist eru bara nøkur heiti, sum hava verið sett á slíkar sendingar, ið stundum eisini hava havt serlig heiti fyri hvørja sending sær.
Endamálini við sendingunum eru fleiri. Eitt er at varðveita málið og frásøgukynstrið hjá føroyingum í upptøku og bera tað víðari út til almenningin. Annað er at varðveita vitanina, so hon kann gerast klípi í okkara søgu. Men ætlanin við slíkum sendingum er ikki minst at undirhalda lurtaran og geva honum eina góða løtu.
- Fyrr vildi eg ikki hanga upp á hesar sendingar, tí eg helt meg vera ov ungan til at bert at fáast við afturlítandi tilfar. Men skal eg náa at gera nakað munagott á hesum økinum, so má tað vera nú. Tí havi eg valt at legga dent á at gera hesar samrøðurnar, sigur Jógvan Arge.

Slag av sending: Siðsøguligt
Málbólkur: Søgu- og mentanaráhugað
Sendilongd: 60 min.
Vertur: Jógvan Arge
Redaktørur:
Jógvan Arge, jarge@kringvarp.fo