Mentan hevur sítt fasta pláss í útvarpinum. Í sendingini in Mente kemur Suni Merkistein við longri umrøðum, ummælum og viðgerðum av eitt nú bókmentum, sjónleikum, filmum og aðrari mentan og list.
Í sendingini Ctrl E var ein fastur táttur, sum æt Bókatátturin. Bókatátturin var 60 min. við samrøðum um bókmentir. Eftir at Ctrl E varð tikin av skránni, var tátturin tikin upp í sjálvsstøðugari sending undir navninum In Mente. In Mente er tó ikki bara um bókmentir, men eisini um aðra mentan og list.