GÓÐAN MORGUN FØROYAR

PANELIÐ

MYNDAKAPPING

VEKSLARIN

UM SENDINGINA

SAMBAND

Góðan morgun Føroyar

22. feb 14:31

Ynskja somu rættindi

Samkynd eru eins góð foreldur sum hinkynd, sigur Ólavur Eysturdal, sum skipari fyri tiltakinum "Out night í Føroyahúsinum"

22. feb 09:43

Duga fólk at nýta hjartastartara

Tey flestu, sum keypa hjartastartara, keypa hann saman við einum skeiði, hvussu startarin verður nýttur, sigur leiðarin á Tilbúgvingarstovuni, Jógvan Jensen. Forkvinnan í Hjartafelagnum, Jensa Heinesen, frøðist um gongdina

21. feb 13:22

Skulu eggja kvinnum at koppseta seg

Eitt nýtt lið av ambassadørum er nú tilreiðar at fara út kring landið at eggja kvinnum til at koppseta seg ímóti lívmóðurhálskrabba

21. feb 11:43

Annika markerar seg - politiskt og kvinnupolitiskt

Løgmaður hevði einki val. Orsøkin at loysa Jákup Mikkelsen úr stravi var gegnisspurningurin. Kunngerðin um ungfiskaleiðir var bara dropin sum fekk bikarið at flóta yvir

21. feb 10:28

Góð kensla at verða viðurkendur

Tá eg bleiv valdur sum ársins dirigentur innan horntónleikin í Danmark, føldi eg tað sum eina viðurkenning fyri arbeiðið eg geri, sigur Andras Olsen, tónleikari

20. feb 13:33

Myndir hjá Inga Sørensen nú sum frímerki

Ingi Sørensen hevur tikið tær fýra myndirnar av sjónotum, ið eru komnar út sum frímerki

17. feb 14:56

Nýggja húsið hevur týdning fyri trivnaðin í oynni

Saman við Fríðtór Debes, leiðara á Sandoyar kunningarstovu, fekk morgunsendingin rundferð í húsunum, sum eru bygd uppí kunningarstovuna

15. feb 09:56

Børn verða ávirkað av telduspølum

Børn brúka alsamt meiri tíð til telduspøl, og tey byrja fyrr at spæla enn áður. Kanningar vísa, at teldunýtslan ávirkar aktivitesstigið hjá børnunum

15. feb 09:47

Samstarvsavtala millum Tórshavnar- og Esbjerg kommunu

Samstarvsavtalan, sum bæði býráð hava samtykt, gevur ríkar møguleikar fyri samstarv innan konkret øki sum offshore, ferðavinnu, vinnumenning, gransking og útbúgving, sigur Jákup Egholm Hansen, tekniskur stjóri hjá Tórshavnar kommunu

15. feb 09:23

Fólkatalið støðugt á Sandi

Fólkatalið í Sands kommunu svingar eitt sindur. Í løtuni eru umleið 540 fólk í kommununi, sigur Fríði Nólsøe, kommunustýrislimur á Sandi, men hann væntar betri tíðir

14. feb 10:18

Sandsvatn um at vera reint

Enn resta nøkur fá hús at festa í kloakkíbindingina fram við Sandsvatni, og tá tey eru íbundin, fer lív aftur at koma í Sandsvatn, sigur Anfinn í Soylu

14. feb 10:05

Tvídrátturin millum Johan og Jákup skal neyvan samgonguna

Sambandsflokkurin noyðist at markera seg, eftir at hava verið nektaður, og fólkaflokkurin slakar helst og góðtekur eitt ella annað tilfeingiosgjald

13. feb 12:07

Grønmeti, ferðing og orka í burðardyggari menningarætlan

Virkisætlan fyri eini burðardyggari menningarætlan fyri Suðuroynna leggjast. Fólk á staðnum mugu taka ábyrgdina

13. feb 11:57

Fleiri góðar øl

Spurningurin til máltáttin hesaferð, snýr seg um hvat kyn øl hevur

13. feb 11:45

Á Skarvanesi skínur sólin alt árið

Hóast barnatalið veksur á Skarvanesi, verður tað neyvan soleiðis, at fólk kann arbeiða og liva á Skarvanesi, heldur Jákup Martin Debes, bóndi á Skarvanesi

10. feb 12:08

Ølsmakking ikki brot á rúsdrekkalógina

At smakka øl í morgunsending og nevna ølsløg er ikki at bróta lógina um marknaðarføring, staðfestir Brúkaraumboðið

10. feb 12:00

Vilja hava myndir og tilfar til heiðursrit

Studentaskúlin hevur havt stóran týdning fyri land og tjóðarbygging, halda Vár í Ólavstovu og Bergljot av Skarði.

10. feb 11:45

Skráseta nú øll ungfiskaøki

Havstovan miðar eftir at hava neyvt samaband við vinnuna, tí hon situr við neyvu vitanini til eitt nú ungfiskaleiðirnar, sigur Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni

10. feb 10:40

Hjúnarskilnaðarbók - til barnið

Klumman 10.02.2012

10. feb 10:15

Menn eru sinnaðir at varðveita Reynir

Gamli rutubáturin kann eitt nú brúkast í ferðavinnu og vera knýttur at hvalastøðini, heldur Sofus Johannesen, formaður í mentanevndini í Sunda kommunu

10. feb 10:04

Hugleiðingar úr Neystinum

Morgunsendingin vitjar í Neystinum í Skálavík, sum er einasta matarstað av sínum slagi í oynni

9. feb 12:07

Kristinkunnleiki og annar átrúnaður

Tað er av stórum týdningi, at tað ikki bert verður undirvíst í kristinkunnleika í skúlunum, men eisini í øðrum átrúnaðum, sigur Magnus Tausen stjóri á Nám og Jógvan í Dímun fólkaskúlanæmingur

8. feb 13:50

Hevur sitið báðumegin borðið

Støðan er álvaslig undir einum verkfalli, sigur Snorri Fjallsbak stjóri á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum

8. feb 12:00

Avvarðandi onga hjálp

Tá misnýtari er í familjuni, fáa tey avvarðandi onga hjálp, sigur Jan á Argjaboða, sum saman við fleiri, tekur stig til at stovna stuðulsfelag fyri Heilbrigdið

8. feb 10:10

Lív í Gøtu bygd

Í hesum døgum verður vant dúgliga í Losjuni í Gøtu til leikin Spanska flugan

7. feb 13:20

Summar friðingar eru høpisleysar og friða ikki ungfisk

Lækkað dagatal og friðingar gera eisini sítt til, at útróður sum vinna er minkað niður í næstan onki, heldur Dánjal Hansen í Miðvági

7. feb 13:02

Makrelóvissan avleiðing av ógreiðum fiskivinnupolitikki

Orðaskiftið um makrelin hevur ikki allar tættir í málinum við og er ov einstáttað. Kjaktorgið umrøddi kjakið um makrelið í morgun

7. feb 10:10

Týdningarmikið at børn fáa eina góða skúlabyrjan

Skúlabyrjanin hjá børnum er av alstórum týdningi, sigur Annika Antoniussen kandidatur í pedagogiskari sosiologi

6. feb 11:38

Gransking og frálæra í bókmentum gingu upp í hægri eind

Um komandi mánaðarskifti tekur hon við sum leiðari fyri tvey lestrarøki á Setrinum, lærara- og pedagogútbúgvingini. Malan Marnersdóttur var gestur í Morgunrøddini í morgun

6. feb 08:43

Kjaftfiskur - at vera hartaður ella fáa ein frammaná

Ofta verður tikið til, at hann ella teir fingu ein kjaftfisk. Eftir seinasta løgtingsval stóð í einum blað ella portali, at tann og tann politikari fekk ein rættiligan kjaftfisk. Hví verður hetta orðið kjaftfiskur brúkt um ein, sum fær ein framman

6. feb 08:28

Magni Mohr gevur bók út á altjóða marknaðinum

Fitness Testing In Football er heitið á nýggjari bók, sum Magni Mohr hevur skrivað saman við danska professaranum Jens Bangsbo

3. feb 11:56

73 ár - og aftur komin við "slagara"

Nikolina, sum hevur verið á føroyska tónleikaplallinum í meiri enn hálva øld, hevur nú roynt seg við ungum sangstjørnum

3. feb 07:53

Deyðin - Klumman 03.02.12

Nú ber til hjá teimum deyðu at senda eina heilsan

2. feb 15:15

Vit skulu dagliga ávirka kjakið í almenna rúminum

Kunnu ikki viðgera alt, og mugu tí raðfesta, hvørji mál skulu takast upp. Gestur í Morgunrøddini hesuferð var nýggi tíðindaleiðarin í KringvarpinumLiljan Weihe

2. feb 14:51

Skúlabørn koyra uttan trygdarbelti í skúlabussum

Helvtin av teimum, sum doyggja í ferðsluni, høvdu livað, um tey vóru íbundin trygdarbelti. Tátturin "Trygd og ferðsla" varpaði lós á trygdarbelti í morgun

2. feb 14:25

Prísurin á ferðing er drepandi fyri fólk og vinnu

Semja var í Morguntinginum í morgun um at javnseta kostnaðin at ferðast um firðir og sund. Tað kostar 10 mill.kr.

2. feb 13:19

Uppá hægsta fjall uttanfyri Himalaya

Seint mikukvøldið, var stórfingin móttøka fyri Djóna Kunoy, tá hann kom aftur til Kunoyar. Saman við føroyingum, sum búgva í Danmark, hevur Djóni verið á Aconcagua", ið er hægsta fjall í Suðuramerika, og eisini hægsta fjall í heiminum uttanfyri Himalaya.

2. feb 13:09

Tónleikurin givið mær áhuga fyri psykologi

Tríggir tímar um dagin verða brúktir til venjing, sigur Maria Olsen, sum spælir klassiskan guitar á konsertini 'Tónleikarar á ferð', har eisini Anna á Váli Smith skal spæla cello

2. feb 11:05

Missa trúvirðið av stavivillum

Føroyingar hjúkla ikki nóg mikið um tað skrivliga arbeiðið, heldur Randi Kúrberg

1. feb 16:27

Hugskotskapping um nýggjan miðbý í Klaksvík

Hugskotskappingin um nýggjan miðbý til Klaksvík er fingin í lag, fyri at fáa nýggj hugskot til, hvussu Klaksvík kann troyta teir møguleikar, sum liggja í miðøkinum í býnum.

1. feb 16:09

Ungar eldsálir innan filmsframleiðslu

Í skúlanum við Ziskatrøð í Klaksvík hava tey fingið lærugreinina miðlalæra inn í skúlatímarnar til teir eldru flokkarnar. Fleiri evnaríkir næmingar eru longu at síggja og ein teirra er 16 ára gamli Klæmint Klakk

1. feb 08:45

Undirvísing um holocaust í føroyskum skúlum

Hví skulu vit undirvísa um holocaust í føroysku skúlunum? Tað var ein av stóru spurningunum, sum var viðgjørdur á skeiði, ið Nám skipaði fyri

1. feb 08:30

Heilsufrøðingurin 1. februar

Ørkymlaði foreldur hava sent heilsufrøðinginum, Bjørghild Djurhuus, spurning

31. jan 10:27

Vegurin til Norðurlendskt samstarv er myndað á miseydnaðar royndir

23. mars í ár eru fimmti ár liðin síðan sáttmálin, sum er grundarlagið fyri politiska samstarvinum millum norrønu londini, varð undirskrivaður. Í hesum sambandi varð skipað fyri kunningarfundi um Helsingforssátmálan

31. jan 10:26

Fakfeløgini hava verið trilvandi og víst avgerðarloysi

Arbeiðsgevarin - serliga Fíggjarmálaráðið - fær karakterin 13. Fakfeløgini hava góðtikið lønarlækking og góðtikið at skattaumskipanin er partur av sáttmálasamráðingunum

31. jan 09:41

Strandaðir stórhvalir

Tað hendir viðhvørt, at stórhvalur ger landgongd ella rekur deyður inn á land. Á ársins fyrsta degi lá ein avgustur millum Hvalba og Nes.

27. jan 11:31

Klumman 27.01.12

Klumman hesaferð er um tatoveringar

27. jan 11:24

Føroyar eru ein sangtjóð

Fýra føroyingar eru framvegis við í songkappingini X-Factor

26. jan 13:48

Public service skylda, men eisini raðfesting

Kjak millum Øssur Winterheig, Liljuna Weihe og Anniku Mittún

25. jan 11:45

Minni hall og tilfeingisgjald

Skjótt kann almenna skuldin og økta rentubyrðan tyngja føroyska búskapin nógv, varð víst á í Morguntinginum í morgun

25. jan 10:28

H71 í menning

Bæði tey bestu mannsliðini hjá H71 í hondbólti spæla hálvfinalur

25. jan 09:22

Rústrupulleikar í Føroyum

Tað eru fá ung fólk í Føroyum, sum eru bundin av rúsdrekka, men fleiri, ið eru bundin av rúsevnum

24. jan 12:06

Ein uppgerð ímillum høgra og vinstra

Kjaktorgið roknar við, at løgmaður fer eftir einum tilfeingisgjaldi fyri at avmarka hallið á fíggjarlógini

24. jan 11:49

Flatskatturin klývur tjóðina

Kjak millum Rigmor Dam og Bjarna Djurholm um gjónna millum rík og fátøk í Føroyum

24. jan 09:36

Fáir føroyingar í fátækravanda

Sjálvt um tað er lágur ójavni í Føroyum í løtuni, eru stórir trupulleikar á framleiðsluøkinum

23. jan 14:33

Bókormar fáa bøkurnar - men e-bókin er framtíðin

Vantandi frálærutilfar elvdi til størsta privata føroyska bókforlagið. Jonhard Mikkelsen, sum eigur Sprotan, var gestur í Morgunrøddini í morgun

23. jan 11:33

Jazztrioin Lauv spælir livandi tónleik í studio 5

Lauv merkir leyv á føroyskum. Í trioini eru Kim Christer Hylland á trummum, Kjetil André Mulelid á klaveri og Bárður Reinert Poulsen á bassi

23. jan 08:36

Í óðum verkum

Máltátturin 23.01.12

20. jan 16:09

Ferðavinna skal bjarga rossinum

Verkætlan skal menna rossasløg í útjaðara í Noregi. Føroyum og Íslandi.

20. jan 11:42

Ole og Niels-Uni í hólmgongu um Eivør

"Tjóðarikonið" má flyta seg listarliga. Sangurin var ikki tann rætti, er ummælari og viðmerkjari samdir um. Ole Wich: framførslan ikki góð. Niels Uni Dam: hon var ok

20. jan 10:50

Granska serliga í tilfeingi og náttúru

Áhugi er fyri øllum granskingarøkjum, sigur Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum

20. jan 10:45

Atburður í kreppustøðum

Hví bera vit okkum fram sum vit gera, tá ið vit eru vitni til eina ógvusliga hending, og hví regera vit so ymiskt.

19. jan 16:46

Gáloysni í ferðsluni

Kanningar vísa, at 30% av øllum ferðsluvanlukkum hava gáloysni sum avgerandi orsøk

19. jan 16:28

Jákup lovar útróðrinum batar

Jákup Mikkelsen og Mortan Johannesen mannaðu Morguntingið í morgun

19. jan 11:34

Miðlaheiðurslønir komnar fyri at vera

Dómsnevndin hevur tilnevnt 20 uppskot, sum kappast um tær fimm Miðlaheiðurslønirnar. Vónandi er hetta tiltak, sum er komið fyri at vera, sigur Birgir Kruse, miðlaserfrøðingur

18. jan 10:45

Sjónleikarabólkurin TVAZZ vil bróta ísin

Eitt evni, sum ikki verður tosað serliga nógv um. Eitt evni, vit helst skáka okkum undan, er óndskapur.

18. jan 10:39

Føroya besti tungmálmsbólkur

Í næstum verður farið undir kappingina Wacken Metal Battle Føroyar, sum hevur til endamáls at finna besta tungmálmsbólk her á landi. Vinnandi bólkurin skal spæla í finaluumfarinum á Wacken Festivalinum í august

18. jan 11:01

Eftirlýsir at Lærarafelagið er meira ítøkiligt

Tillutaða tímatalið í skúlunum svarar til krøvini sum lógin ásetir

18. jan 08:41

Ryggurin skal vera nóg byrgur

Tá barnið setur seg upp at sita, kann tað sleppa í barnastól

17. jan 11:15

Sjálvandi skal makrelurin seljast fyri hægstjóðandi

Tað verður torført hjá landsstýrinum at siga nei at selja part av makrelkvotuni fyri 100 milliónir, varð víst á í Kjaktorginum í morgun

17. jan 11:00

Statistar í monarkiskari komediu

Seinasta vikuskiftið sendi sjónvarpið hjá Kringvarp Føroya allan leygardagin og sunnudagin frá hátíðarhaldinum fyri Margrethu drottning, sum hevur sitið á trúnuni í 40 ár

17. jan 11:00

Týdningarmikið at vera nærverandi

Í hesum døgum er skeið í leiðslu og samskifti, um hvønn týdning tað hevur at bera seg rætt fram

16. jan 14:31

Hjartasorg fekk Jóanes at yrkja

Vinmenn í Oyggjaframa og sosialistiska arbeiðið fekk stóran týdning fyri Jóanes Nielsen og skaldskap hansara

16. jan 12:11

Ung í Føroyum kann vera ein lopfjøl

17. februar fer 11. ungdómsmentannarstevnan Ung í Føroyum av bakkastokki

16. jan 10:58

Alsamt truplari at vera lærari

Annar hvør lærari kennir seg strongdan

16. jan 10:34

Trúboðin í nýggjum hami

Blaðið Trúboðin legði á annan bógv um árskiftið og kemur nú út í nýggjum hami

16. jan 10:05

Hvussu skulu máltíðirnar eita

Máltátturin 16.01.12

14. jan 19:44

Eitt eldorado fyri extrema turismu

Føroyska náttúran kann geva fólki spennandi avbjóðingar og er ein fongur fyri ferðafólk, sum vilja hava upplivingar.

13. jan 12:18

Vónloysi millum útróðrarmenn

Suðurstreymoyar Útróðrarfelag hevði aðalfund mikudagin. Morgunsendingin tosaði hósdagin við formannin, Mortan Johannesen, um støðuna í Bólki 5

13. jan 11:23

Dagur fyri makar hjá krabbameinsraktum

18. januar skipar Kabbameinsfelagið fyri degi fyri makar hjá krabbameinsraktum

13. jan 11:10

At vera maki hjá einum krabbameinsraktum

Tað er týdningarmikið at tosa við onnur í somu støðu um sínar upplivingar og kenslur

13. jan 07:56

Klumman 13.01.12

Mindfulness og vastige

12. jan 11:21

Christiansborg er eitt spennandi arbeiðspláss

Tað er spennandi at vera skrivari hjá sambandsflokkinum og Edmund Joensen á Fólkatingi, sigur Sonja Albrink

11. jan 12:22

Sum stytst á heimi - sum longst heima

Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, og Rigmor Dam, framsøgu´gukvinna javnaðarfloksins í almannamálum, mannaðu Morguntingið í morgun

11. jan 09:01

John Lawton spentur at koma aftur til Føroya

Í februar fer fyrrverandi sangarin í Uriah Heep, John Lawton, aftur á pall í Føroyum. Saman við honum verður føroyski bólkurin Deiggj, sum í ár hevur 30 ár á baki

11. jan 08:38

Børn við mjadnafeili

Tað ræður um at viðgera mjadnafeil hjá børnum sum skjótast, sigur Bjørghild Djurhuus, heilsusystir

10. jan 11:52

"Man skal vera sum ein blekksprutta"

At vera skrivari hjá fólkatingslimum, er at vera sum ein høgguslokkur, sigur Joan Ólavsdóttir, sum er skrivari hjá Sjúrði Skaale, fólkatingslimi

10. jan 11:39

Ein uttanveltað lýsing av grindadrápi

Framsýningin 2 minutes, sum lýsir eitt grindadráp í Sandagerði í 2010, hevur verið sýnd bæði í Tórshavn og Keypmannahavn. Nú verður hon eisini at síggja í Reykjavík

10. jan 11:44

Fakfeløgini áttu at samskipað lønarkrøvini betur

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fingið fakfelag at góðtaka skattalættan sum part av lønarsamráðingunum

9. jan 16:47

Føroyingur í ófriðarliga Sudan

Óstøðug viðurskifti eru í sudanska landspartinum Darfur. ST hevur støðir í Darfur økinum, har ein føroyskur verkfrøðingur hevur eitt leiðandi starv. Signheðin Knudsen tryggjar støð síni við 700 monnum vatn, flutning, og aðrar veitingar.

9. jan 16:39

Frá 180 til 14 fólk

1. apríl 1976, varð Postverkið yvirtikið. Tá starvaðust um 180 fólk á frímerkjadeildini. Í dag telja tey 14, sigur Svanbjørg Manai, stjóri á frímerkjadeildini

9. jan 12:34

Nógvir møguleikar fyri víðgongdari ferðavinnuni við náttúruupplivingum

Eyðun Berg, sum skipar fyri upplivingar-ferðavinnu, var gestur í morgunrøddini í morgun

9. jan 12:09

Máltáttur 09 01 2012

Eitur tað gott nýttár ella gott nýggjár

9. jan 07:56

Tey skúlatroyttu mugu ikki sleppast

Umráðandi er at halda eyguni við teimum skúlatroyttu næmingunum. Størri vitan hjá lærarum um næmingar, sum hava serstakar trupulleikar, er avgerandi, sigur Karolina Matras, forkvinna í Fólkaskúlaráðnum.

6. jan 11:24

Klumman 06.01.12

Vóru jólini betri fyrr?

6. jan 10:59

Føroyar, Danmark og Grønland geva frímerki út í felag

Margretha Drotning er sera nøgd við nýggja frímerki, har hon er avmyndað, sigur stjórin á frímerkjadeildini, Svanbjørg Manai

6. jan 08:46

Oyrini tola ikki harða tónleikin

Granskarar og oyralæknar kring heimin eru samdir um, at vit skjótt fara at síggja fleiri oyrnaskaðar, enn vit hava sæð higartil. Orsøkin er ovurnýtsla av Mp3 og Ipod spælarum, ið verða skrúvaðir alt ov hart frá.

5. jan 15:21

Vill og still men ikki sjúk

Tóra Tóroddsdóttir sigur, at bæði vill og still børn kunnu hava ring bindindi, og lesi- og skrivitrupulleikar. Væl ber til at fáa hesi á føtur, uttan heilivág. Flestu teirra eru ikki sjúk.

4. jan 16:00

Í tøkum tíma at bjarga útróðrinum

Útróðrarmaðurin og fyrrverandi skiparin Mortan Johannesen heldur, at okkurt er spinnandi galið, tá ein ikki kann fáa besta prísin fyri besta fiskin. Hann óttast, at føroyski útróðarflotin skjótt fer fyri bakka.

Senditíð

Hvønn gerandismorgun kl. 07:35 til 10:00

Myndakapping