“Vikuskiftið” er sending, ið varpar ljós á tiltøk og hendingar, ið fara fram um vikuskiftið.
Talan kann verða um ítrótt og tónleik, men eisini framløgur og annað, ið ein kann stytta sær stundir við eitt vikuskiftið.
Fastur partur av sendingini er eisini skemtarin Magnus Petersen, sum altíð er klárur við einari góðari søgu, ella báðum trimum
Vit senda fríggjadag seinnapart kl. 17:05, og endursenda á midnátt og leygarmorgun kl 09:00
Slag av sending: Upplýsing, undirhald og tónleikur
Málbólkur: Øll, við áhuga fyri undirhaldi og tiltøkum kring landi um vikuskifti
Sendilongd: 55 min.
Vertir: Øssur Egholm og Tróndur Vatnhamar
Redaktørur:
Øssur Egholm, egholm@kringvarp.fo