Summarmorgun er morgunsendingin hjá útvarpinum um summarið. Við løttum tónleiki, góðum og áhugaverdum prátum og reportasjum ymsastaðni frá í landinum borðreiða ein vertur og tveir reportarar við alskyns tilfari frá 7.35 til 9.00.
Onkrir fastir tættir eru í sendingini sum til dømis veðrið av Kunningarstovuni, myndakapping og Faroe Islands podcast, har føroysk tíðindi verða útborin á enskum máli.
Slag av sending: Aktuelt og undirhald
Málbólkur: 20+
Sendilongd: 85 min.
Vertir og reportarar:
Skiftandi vertir og reportarar eru á Summarmorgni
Redaktørar:
Skiftandi eins og vertir og reportarar.
Samband:
summarmorgun@kringvarp.fo ella telefonnummar 313334
Fotomynd: Bjarki Dalsgarð