FM 204 er seinnapartsendingin í KVF útvarpinum hetta summarið, millum klokkan tvey og fýra - harav navnið FM 204.
Talan er um eina lætta og summarsliga sending við nógvum góðum tónleiki, spurnarkapping, og gestum, sum práta um ferðing, lívsroyndir, frítiðarvirksemi, mat, lívsstíl, og onnur viðkomandi evni. Afturat hesum fara vit at viðgera ymiskt av søguligum slag.
Men vit flyta okkum eisini. Hvønn fríggjadag verður sent frá bygdastevnum og tónleikafestivalum. Onnur ferðamál eru eisini á skránni, umframt Oyggjaleikir.
FM 204 verður mannað við skiftandi vertum og rapportarum. Fyrstu tíðina taka Elin í Stórustovu, Vár Berghamar Jacobsen, Gunnar Nolsøe, og Jákup Magnussen sær av sendingini. Jákup er eisini redaktørur.
FM 204 sendingin verður send hvønn týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag frá klokkan 14.00 til 16.00. Byrjað verður 21. juni og seinasta sending er sett at vera 2. september.
Slag av sending: Undirhald og upplýsing
Málbólkur: Øll
Sendilongd: 85 min.
Vertir og r
eportarar:
Elin í Stórustovu, Vár B. Jacobsen, Gunnar Nolsøe, Jákup Magnussen, Rannvá Fossaberg, Solby Eliasen, Kári Sólstein.
Redaktørar:
Jákup Magnussen, jakup@kringvarp.fo