19-05-2013 01:41
REFLEKSJÓN

UM SENDINGINA

SAMBAND

Refleksjón

29. mai 21:02

Refleksjón

- Eg ræðist meiri listarliga tómgongd enn listarliga mótgongd. Tað sigur Niclas Johannesen, sum saman við Lenu Anderssen leggur seinastu hond á nýggja fløgu.

16. mai 09:15

Refleksjón - 15. mai 2011

Teir fáa ikki so nógva umtalu her heima, men bæði í Týsklandi og USA er áhugin vaksandi fyri víkingarokkinum hjá bólkinum Týr.

1. mai 21:57

Refleksjón - 1. mai 2011

Stuttligir. Vemmiligir. Provokerandi. Ella bara plattir. Lýsingarorðini eru mong um bólkin Páll Finnur Páll, sum telist millum best umtóktu tónleikabólkar í landinum

12. apr 17:13

Refleksjón - 10. apríl 2011

Teir byggja síni egnu ljóðføri og alt ljóðið frá grundini. Nýggja fløgan hjá Orka er komin. Ein klók íløga ella ein skilaleys verkætlan? Kjak um ætlanirnar at umbyggja Saltsiloina á Drelnesi til eitt altjóða mentanarhús. - Eg vil savna føroysk listafólk á Listasavni Føroya. Tað sigur komandi stjórin, Nils Ohrt. Og so hitta vit unga og nógv umbidna gittaristin, Benjamin Petersen.

5. apr 18:19

Refleksjón - 27. mars 2011

Hon helt tað vera ov galið, at føroyskt seyðaskinn varð tveitt burtur. Hon sniðgav sína fyrstu troyggju, og góð tíggju ár seinni er Guðrun Ludvig eitt navn í altjóða mótavinnuni. Tann 1. apríl skal 24 ára gamli elektro-popparin Sakaris Joensen kappast við 24 aðrar bólkar um at sleppa at spæla á Roskilde festivalinum í summar. - Eitt og hvørt samfelag hevur brúk fyri list, sum provokerar. Tað sigur Annika Hoydal, sangari. Men er tíðin farin frá tí samfelagsrevsandi listini? Tveir gestir koma í sjónvarpsstovuna.

5. apr 18:19

Refleksjón - 16. mars 2011

Tónaskaldið Sunleif Rasmussen fær Mentanarvirðisløn Landsins í ár, meðan Jonhard Mikkelsen fær Heiðursgávu Landsins fyri sítt stríð fyri tí føroyska málinum. Refleksjón hevur hitt teir báðar. Og so varpa vit eisini ljós á nýggju bókina "Sig at du lyver" eftir Silviu Henriksdóttir, sum m.a. snýr seg um kynsliga misnýtslu og um at vaksa upp í einum lítlum, víðgongdum trúarbólki í eini bygd í Føroyum. Og í sjónvarpsstovuni verður ljós varpað á hetta slagið av skaldskapi, sum hevur skapt mikið kjak í okkara grannalondum. Er tað í lagi, at navngivnir, veruligir og livandi persónar verða nevndir og lýstir í eini skaldsøgu?

5. apr 18:19

Refleksjón - 2. mars 2011

Leikurin snýr seg um tað, sum vit hvør sær bíða eftir í lívinum. Tað sigur ein leiklistafrøðingur um leikin Meðan vit bíða eftir Godot, sum hevði frumframførslu á Tjóðpallinum í gjárkvøldið. Grindadráp hevur í øldir verið ein fastgrógvin partur av føroyskari mentan. Men ongantíð hevur trýstið á hesa fornu siðvenjuna verið størri. Er tíðin komin til at gevast at drepa grind? Tveir gestir koma í sjónvarpsstovuna. - Eg fái ongantíð nóg mikið av dansi og tí, sum kroppurin kann fortelja. Tað sigur Rannvá Káradóttir, sum eftir eina professionella yrkisleið sum dansari nú hevur tikið dansin við sær yvir í filmslistina. Herfyri fekk hon enn eina altjóða virðisløn.Lagt til rættis: Heini í Skorini

8. apr 18:10

Refleksjón - 27. februar 2011

Leikurin snýr seg um tað, sum vit hvør sær bíða eftir í lívinum. Tað sigur ein leiklistafrøðingur um leikin Meðan vit bíða eftir Godot, sum hevði frumframførslu á Tjóðpallinum í gjárkvøldið. Grindadráp hevur í øldir verið ein fastgrógvin partur av føroyskari mentan. Men ongantíð hevur trýstið á hesa fornu siðvenjuna verið størri. Er tíðin komin til at gevast at drepa grind? Tveir gestir koma í sjónvarpsstovuna. - Eg fái ongantíð nóg mikið av dansi og tí, sum kroppurin kann fortelja. Tað sigur Rannvá Káradóttir, sum eftir eina professionella yrkisleið sum dansari nú hevur tikið dansin við sær yvir í filmslistina. Herfyri fekk hon enn eina altjóða virðisløn. Lagt til rættis: Heini í Skorini

5. apr 18:18

Refleksjón - 16. februar 2011

Hann var tann fyrsti føroyingurin, sum tók eina leiklistarliga útbúgving. Hann setti sær fyri at gera sjónleik til eitt yrki í Føroyum. Og sjálvur hevur hann eina langa yrkisleið á baki sum leikstjóri í Føroyum og uttanlands. Nú er Eyðun Johannessen aftur til arbeiðis í Føroyum. Tey meldaðu seg til fimm minuttir í evstamark, tey vandu í eina viku, og tey vunnu árligu tónleikakappingina fyri nýggjar bólkar, Sement. Næsta málið er at gera eina fløgu, siga Guðrun Pætursdóttir og Bartal Augustinussen. - Yrkislistin fær alt ov lítið av pengum úr Mentanargrunni Landsins. Tað heldur ein listfrøðingur. - Okkara uppgáva er at stuðla bæði leikum og lærdum, sigur forkvinnan í Mentanargrunninum - kjak í sjónvarpsstovuni.Lagt til rættis: Heini í Skorini.

8. apr 18:10

Refleksjón - 13. februar 2011

Hann var tann fyrsti føroyingurin, sum tók eina leiklistarliga útbúgving. Hann setti sær fyri at gera sjónleik til eitt yrki í Føroyum. Og sjálvur hevur hann eina langa yrkisleið á baki sum leikstjóri í Føroyum og uttanlands. Nú er Eyðun Johannessen aftur til arbeiðis í Føroyum. Tey meldaðu seg til fimm minuttir í evstamark, tey vandu í eina viku, og tey vunnu árligu tónleikakappingina fyri nýggjar bólkar, Sement. Næsta málið er at gera eina fløgu, siga Guðrun Pætursdóttir og Bartal Augustinussen. - Yrkislistin fær alt ov lítið av pengum úr Mentanargrunni Landsins. Tað heldur ein listfrøðingur. - Okkara uppgáva er at stuðla bæði leikum og lærdum, sigur forkvinnan í Mentanargrunninum - kjak í sjónvarpsstovuni. Lagt til rættis: Heini í Skorini.

8. apr 18:10

Refleksjón - 30. januar 2011

Tað er nú ella ongantíð. Soleiðis hugsaði listamaðurin Bárður Jákupsson afturi í 2003, tá hann eftir mong ár legði frá sær sum stjóri á Listasavni Føroya fyri at halga alla sína tíð til at mála sjálvur. "Tale er sølv, tavshed er guld". Ella er tað nú so? Baksíðuteknarin á Sosialinum, Óli p, er júst vorðin 75, og vit varpa ljós á satiru og kjakmentan í Føroyum við spurninginum: Hvar ganga mørkini fyri, hvat vit kunnu bera fram alment? Hon leggur seinastu hond á sína triðju fløgu hesi seinastu fýra árini, og nú vil hon út at spæla fyri verðini. Refleksjón hevur hitt Guðrið Hansdóttir.

8. apr 18:10

Refleksjón - 16. januar 2011

Náttúran. Gud. Kærleikin. Og deyðin. Búi Dam er í hornatøkum við lívsins stóru spurningar á nýggju fløguni Man, sum kemur út í næstum. Umleið 1100 føroyingar eru í dag í holt við hægri lestur uttanlands, men bara helvtin flytur heimaftur. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Studna undir Mentamálaráðnum. Hvat merkir tað fyri føroyska samfelagið, at vit hvørt ár missa so stóran part av okkara útbúna fólki? Tveir gestir koma í sjónvarpsstovuna. - Vit umboða nakað nýtt og øðrvísi í føroyskari leiklist. Tað siga fólkini í nýggja leikbólkinum DetFerøscheKompagni, sum í hesum døgum tulka gamlar føroyskar søgur og sagnir á Tjóðpallinum. Lagt til rættis: Heini í Skorini.

8. apr 18:08

Refleksjón - 5. desember 2010

Fimm nýggir føroyskir filmar skulu vísast á filmskvøldi í Norðurlandahúsinum mánakvøldið um eina góða viku. Hevur føroysk filmslist veruliga tikið dik á seg? Vit hyggja nærri at filmunum, og ein gestur kemur í sjónvarpsstovuna. Eitt er føroysk filmsframleiðsla, nakað annað er úrvali av útlendskum filmi í Føroyum. Ein fyrrverandi formaður í filmsfelagnum heldur, at Føroyar eru avskornar frá umheiminum, m.a. tí bæði Mentamálaráðið og Norðurlandahúsið svíkja. Og seinasta leygarkvøld vann føroyski bólkurin Orka eina altjóða kapping fyri minnilutamál í Evropa.

5. apr 18:17

Refleksjón - 22. november 2010

- Eg og Poul F hava somu hugsanir um lívsins stóru spurningar. Tað sigur Hanus G. Johansen, sum nú gevur nýggja fløgu út við 11 yrkingum hjá skaldinum úr Sumba. Umleið 4000 túsund fólk hava sæð sangleikin Jesus Christ Superstar, sum miðnámsskúlanæmingar hava framført í Norðurlandahúsinum hesa seinastu vikuna. Refleksjón var við til frumframførsluna, og tveir ummælarar koma í sjónvarpsstovuna. Sniðgevin Johanna av Steinum kom í 2007 tilvildarliga fram á nøkur teppi hjá abbasystrini, Katrinu Mariu Hansen. Bindingarlistin í hesum teppunum góvu henni íblástur, og úrslitið er ein framsýning í Norðurlandahúsinum, bæði við gomlu teppunum og við hennara egnu kollektión.Lagt til rættis: Heini í Skorini.

5. apr 18:17

Refleksjón - 30. mai 2010

Føroyski operasangarin á Kongaliga Teatrinum í Keypmannahavn, Ernst Sondum Dalsgarð, er á konsertferð í Føroyum við danska orkestrinum Amadeusensemblet. Refleksjón hevur hitt Ernst til eitt prát um lívið sum professionellur operasangari. Sendingin hevur eisini vitjað 18 ára gomlu Lydiu Hansen í Syðrugøtu, sum nýtir alla sína frítíð til at taka myndir, og hvørs dreymur er at gerast mótafotografur í New York. Og so varpar sendingin eisini ljós á politisku ungmannafeløgini, sum aftur hoyrast í almenna rúminum. Hvør er leikluturin hjá politiskum ungmannafeløgum? Hava vit brúk fyri teimum? Og í hvønn mun kunnu tey bjóða móðurflokkunum av?Lagt til rættis: Heini í Skorini.

5. apr 18:17

Refleksjón - 16. mai 2010

Carl Johan Jensen hevur fingið góð ummæli í Noregi, og Jóanes Nielsen hevur fingið góð ummæli í Danmark. Men hvussu er stætt við týðingum av føroyskum bókmentum? Verða nóg nógvar føroyskar bøkur týddar og marknaðarførdar uttanfyri landoddarnar? Og er hetta ein uppgáva hjá almennu Føroyum? Teitur Lassen leggur í hesum døgum seinastu hond á nýggja fløgu, og meðan hann er heima í Føroyum, syrgja stór útlendsk tónleikanøvn fyri, at tónleikurin hjá Teiti klintrar upp eftir hittlistunum. Og so gongur leiðin vestur í Vágarnar, har Musikkskúlin í Vágum og Tjóðpallur Føroya fyrireika nýggjan einmansleik um skaldið Mikkjal á Ryggi.Lagt til rættis: Heini í Skorini.

5. apr 18:16

Refleksjón - 2. mai 2010

Vanliga eru tað ummælararnir, sum meta um listina. Men í Refleksjón hesaferð fara trý listafólk at meta um føroyska ummælarastandin. Hvat er eitt gott ummæli? Og er tað ein vansi, at vit hava so fáar ummælarar innanfyri hvørja listagrein í Føroyum? Umframt hetta fer sendingin at varpa ljós á altjóða dansidagin hósdagin 29. apríl, sum eisini verður hildin í Føroyum. Men hvussu eru umstøðurnar at dansa í Føroyum? Ein av samskiparunum kemur í sjónvarpsstovuna.Lagt til rættis: Heini í Skorini.

5. apr 18:16

Refleksjón - 18. apríl 2010

Árliga várframsýningin hjá felagnum Føroysk Myndlistafólk byrjaði í seinastu viku í Listasavni Føroya, men sætta árið á rað boykotta fleiri av okkara fremstu listafólkum Listasavnið, tí tey halda, at leiðslan vanrøkir yrkislistina. Hvørjar avleiðingar hevur stríðið í føroyska listaumhvørvinum fyri okkara tjóðarsavn, fyri listina sjálva og fyri okkum brúkarar? Sendingin fer eisini at varpa ljós á broytingarnar í føroyska fjølmiðlaheiminum. Sosialurin valdi fyri stuttum at fara úr fimm niður í trý bløð um vikuna, og Dimmalætting fekk í seinastu viku nýggjar eigarar. Er tað pláss fyri fleiri privatum miðlum í hesum krepputíðum? Hvør er leikluturin hjá privatu miðlunum í mun til tað almenna Kringvarpið? Kann ein privat miðlafyritøka átaka sær Public Service skyldur?Heini í Skorini leggur til rættis.

5. apr 18:16

Refleksjón - 4. apríl 2010

Eru páskirnar ein átrúnaðarlig høgtíð, har vit minnast hin líðandi Messias, sum reis uppaftur triðja dagin? Ella er talan um nakrar kærkomnar frídagar, uttan at vit geva okkum far um átrúnaðarligu dimensjónina? Tríggir gestir koma hesaferð at kjakast um páskirnar og átrúnaðarligar høgtíðir. Hvønn týdning hava tær fyri føroyingin í 2010? Hvussu skulu vit fata tær hendingar, vit skulu eitast at minnast á páskum? Og er tað ein trupulleiki, at átrúnaðarliga innihaldið í størri og størri mun hvørvur?Lagt til rættis: Heini í Skorini.

5. apr 18:16

Refleksjón - 21. mars 2010

Í kvøld spyr Refleksjón, hvørt stóra sangkappingin X Factor er góð ella ring fyri tónleikin og tónlistarliga støðið. Hollywood-filmsframleiðarin Jim Brown hevur verið í Føroyum og kannað, um Føroyar kunnu brúkast sum upptøkuland hjá útlendskum filmsframleiðslum. Og Tjóðpallur Føroya leggur seinastu hond á nýggja leikin The Danny Crowe Show, sum hevur frumsýning í komandi viku. Lagt til rættis: Heini í Skorini.

5. apr 18:15

Refleksjón - 6. mars 2010

Nýggj sending um føroyska mentan og list í Kringvarpi Føroya. Sendingin varpar ljós á ymisku tættirnar í føroyskum mentanarlívi. Talan er um evni úr øllum listagreinum. Vit frætta tíðindi og viðgera rák og hendingar á føroyska mentanarpallinum. Lagt til rættis: Heini í Skorini.

5. apr 18:15

Refleksjón - 20. februar 2010

Nýggj sending um føroyska mentan og list í Kringvarpi Føroya. Sendingin varpar ljós á ymisku tættirnar í føroyskum mentanarlívi. Talan er um evni úr øllum listagreinum. Vit frætta tíðindi og viðgera rák og hendingar á føroyska mentanarpallinum. Lagt til rættis: Heini í Skorini.

5. apr 18:15

Refleksjón - 6. februar 2010

Refleksjón fer hesaferð at varpa ljós á umstrídda spurningin, hvar listaverkið Bládýpið - bingjan hjá Trónda Paturssyni - eigur at standa. Vit fara til Skopunar at hitta unga filmsframleiðaran Sakaris Stórá, sum í næstum skal vísa ein stuttfilm á filmsfestivali í Berlin. Og so frætta vit meiri frá finaluni í tónleikakappingini Sement, har seks nýggir bólkar kappast um at gerast besti nýggi bólkur í Føroyum.Lagt til rættis: Heini í Skorini.

5. apr 18:14

Refleksjón - 23. januar 2010

Nýggj sending um føroyska mentan og list í Kringvarpi Føroya. Sendingin varpar ljós á ymisku tættirnar í føroyskum mentanarlívi. Talan er um evni úr øllum listagreinum. Vit frætta tíðindi og viðgera rák og hendingar á føroyska mentanarpallinum. Í kvøld skal tað millum annað snúgva seg um Mentanarvirðisløn Landsins og Heiðursgávu Landsins, sum seinasta fríggjadag fóru til Kára p og Lauru JoensenLagt til rættis: Heini í Skorini.

Senditíð
Savnssending