19-05-2013 04:29
Mælt

UM SENDINGINA

MYNDASAVN

SAMBAND

Mælt

2. jun 10:34

Rabarbu-smoothie og laksaterta

Jóhanna á Tjaldrafløtti vitjar aftur í MÆLT hesaferð, og á matarlepanum er laksaterta og rabarbusmoothie. Sí uppskriftirnar her

3. mai 15:44

Jóhanna borðreiðir við Tapas

í MÆLT hesuferð borðreiðir Jóhanna á Tjaldrafløtti við ymsum smáum rættum - eisini kallað Tapas. Sí uppskriftirnar her:

27. apr 18:50

Ostakaka við appelsin-siroppi

Á matarlepanum hjá Jóhonnu á Tjaldrafløtti hesuferð stendur ostakaka við appilsinsiroppi. Si uppskriftina her

27. apr 15:17

Alheims Mælt

Seinasta vikuskiftið broytti Mælt studio skap og gjørdist til eitt punkinferno. Eina løtu.

26. apr 17:27

Teitur og Tróndur Patursson í Mælt fríggjakvøldið

Mælt er á skránni aftaná Dag&Viku fríggjakvøldið. Og gestirnir hesuferð teljast millum okkara fremstu á hvør sínum øki.

20. apr 15:39

Reyðrótabúffur

Í MÆLT hesuferð borðreiðir Jóhanna á Tjaldrafløtti við reyðrótabúffi við salati. Uppskriftin er her

2. apr 20:56

Jón Bjarnason og Edward Fuglø í MÆLT

Svimjing og list á hægsta stigi, ølsmakking, matur úr køkinum hjá Jóhonnu og av Hotel Føroyum og tónleikur frá Guðrið Hansdóttir er í hesuferð

30. mar 21:30

Høsnakjøtsúpan til 4-6 fólk

Í MÆLT hesuferð borðreiðir Jóhanna á Tjaldrafløtti við høsnakjøtsúpan. Uppskriftin er her

24. mar 23:28

Høsnakjøt á spjóti til fýra persónar

Í MÆLT hesuferð borðreiddi Jóhanna á Tjaldrafløtti við grillaðum høsnakjøti á spjóti og peanutbutter-sós. Her er uppskriftin

29. mar 16:21

Skeivi spurningurin

Høsnarhúsið var reinsað, veitir grivnar og dunnurnar fingu nýggj hús at reiðrast í. Um tær leggja í, altso. Meðan seinasta sending mól í heysinum.

20. mar 16:56

Um at tora at stilla upp

Mælt sendingin 16. mars er nú endað í rúgvuni av gomlum sendingum, innsløgum, samrøðum, myndum og projektum. Send og gloymd - næstan!

18. mar 15:15

Gerhard Lognberg og Elin á Rógvi í "Mælt"

Tónleikurin, í aðru sendingini, kemur frá Eivør. Jóhanna á Tjaldrafløtti og Tórður Mikkelsen borðreiða við súreplakøku

17. mar 00:50

Súreplakøkan

Her er uppskriftin uppá súreplakøkuna, sum Jóhanna á Tjaldrafløtti og Tórður Mikkelsen gjørdu í Mælt sending nummar 2, 16. mars 2012

13. mar 10:41

Fjúv! So eru vit í gongd

Mælt 1 er farin á flog. Nú kann hon liggja og róta í cyberspace saman við hinum floygdu sendingunum, men hvussu við eftirmælinum.

10. mar 18:01

"Mælt" við Hans Fróða Hansen og Johan Dalsgaard

Umframt teir báðar navnframu gestirnar í puntutu sofuni, varð eisini borðreitt við mati í fyrstu sendingini. Lena Anderssen framførdi live tónleikin

9. mar 21:21

Mælt 9. mars: Uppskriftirnar

Í fyrstu "Mælt"-sendingini varð borðreitt við laksi, kryddaðum bønum og stoktum eplum. Sí uppskriftina her

6. mar 09:37

Mælt fríggjakvøldið

Fríggjakvøldið 9. mars klokkan 21.30 fer nýggj fríggjakvøldssending í sjónvarpinum í luftina fyrstu ferð. Edward Fuglø gevur her seinastu ávísingarnar um, hvussu sjónvarpsstovan skal síggja út.

23. feb 15:39

Ávegis...

Útvarpshøllin er ruddað, gólvið er málað og á gólvinum er sett av til nýggjan pall!

Senditíð
Savnssending

BLOG
27.04.12Alheims Mælt
Seinasta vikuskiftið broytti Mælt studio skap og gjørdist til eitt punkinferno. Eina løtu.

Og so endaði alt við tí loyniliga sanginum á nýggju 200 fløguni. Tá ið BADH sangurin var spældur í Mælt seinasta fríggjakvøld var tað aðru ferð nakrantíð, at teir spældu sangin. Ein orsøk er kanska, at har er eingin uppskrift, teir finna bara uppá so hvørt sum teir syngja og spæla. Og uttan at fara at yvirtulka, so er tað jú helst tað sum er meiningin við sanginum sum eitur BADH. At har er eingin uppskrift. Hjá BADH. 


Súsanna Danielsen segði seg heldur ikki hava havt nakra uppskrift. Tað endaði bara soleiðis, at hon hevur verið í politiska eyganum seinastu trý áratíggjuni. Men hon hevur havt eina uppskrift. Hon hevur gjørt sítt arbeiði. Ordiligt.

Saman við samfelagsrevsarunum og løgtingsstjóranum var eisini rástyrki og ráur vilji. Jákup Súni Berg og Bogi Hammer hava viljan, eginleikarnar og ikki minst hava teir lagt orkuna í at gerast sterkast í Føroyum. 

Mælt vil vera pallurin har okkara bestu síggjast. Vit vilja sjálvandi helst at tit hyggja tá vit senda ella á heimasíðu okkara. Men vit vilja eisini gera okkara fyri at áhugaverdu gestirnir og tann fantatiski tónleikurin sleppur longur út í heim. 

Tí leggja vit partar av hvørjari Mælt sending á tann almenna Kringvarpsprofilin á Youtube:

 
24.03.12Skeivi spurningurin
Høsnarhúsið var reinsað, veitir grivnar og dunnurnar fingu nýggj hús at reiðrast í. Um tær leggja í, altso. Meðan seinasta sending mól í heysinum.

Leygardagurin var einastandandi góður. Sum flest onnur tók eg av kjansinum at sleppa mær útum fyrsta góðveðursdagin í ár. Og eitt sindur kom burtúr úr, hóast nógvar uppgávur vóru í at velja.

Síðani vit fóru undir Mælt so hevur leygardagurin verið merktur av at sendingin melur í heysinum á mær. Upplivingin, fyrireikingin og ikki minst gestirnir og samrøðurnar. Tað sum mól mest í heysinum á mær leygardagin var ein partur av samrøðuni við Hanus Hansen. Tí fríggjakvøldið ivaðist eg ikki í, at eg hevði spurt tann skeiva spurningin.

Men meðan hønur og dunnur runnu undan, tí eg gekk og kleyraði teirra megin hegnið, so fór eg at ivast í um tað var tann skeivi spurningurin hóast alt. Eg spurdi Hanus Hansen, hvussu hann hevði tað við at vera róptur fyri strámann og eg visti, at hann fór at brúka eina løtu at svara spurninginum. Men eg spurdi hann anyway!

Og tað var tað eg ivaðist í. Eg ivaðist í um tað var rætt at spyrja ein spurning, sum eg visti fór at taka eina løtu at svara. Eg ivaðist ikki í, at tað var rætt at spyrja spurningin, men í longdini á svarinum. Og tað er eisini viðkomandi at hugsa um, hvar svarið ferð og hvussu langt tað verður. Tí eg veit sjálvandi at ein samrøða skal ikki vera longur enn eitt vist. Verður hon tað, so kann koma í vanda og tað er jú ikki gott. 

Og eg haldi ikki at tað var skeivt at spyrja spurningin. Tí tað er bæði rætt, rímiligt og áhugavert at hoyra Hanus Hansen svara uppá, hvussu hann hevur tað við at vera róptur strámaður. So kann mann sjálvandi spyrja um ikki onkur annar spurningur átti at verið óspurdur...

Vit hava havt vitjan í Mælt av Lenu, Eivør og countrykonginum Halli Joensen. Øll trý hava tey verið ein stór uppliving. Sum artistar, sum menniskju. Øll trý eru tey ein inspiratión til okkum onnur, hvussu langt man kann røkka um man vil. Í annaðkvøld er tað so Guðrið Hansdóttir, sum eigur pallin. Guðrið hevur givið tríggjar fløgur út og nú eigur hon tað, sum tónleikarar tráa eftir. Hon hevur sítt ljóð.  

Summi menniskju duga væl at kynda undir samfelagskjakið og av og á eisini at kitla innara svínhundin hjá okkum øllum. Tað er eitt kynstur og kanska ikki so lætt, sum tað tykist. Eg havi boðið Ólavi í Beiti innar í sjónvarpsstovuna at tosa um hansara eyðkendu eginleikar á tí økinum, men eg haldi ikki hann torir.

Well, nú skínur sólin aftur og vit gera klárt. Jón Bjarnason ger eisini klárt. Klárt til OL. Eitt sum eyðkennir Jón Bjarnason er, at hann torir og hann stendur inni fyri tí hann trýr uppá. 

Spennandi! Eisini um eg spyrji rætta spurningin.


 
21.03.12Um at tora at stilla upp
Mælt sendingin 16. mars er nú endað í rúgvuni av gomlum sendingum, innsløgum, samrøðum, myndum og projektum. Send og gloymd - næstan!

Hóast tað er natúrligt, altíð hevur verið soleiðis og altíð fer at vera soleiðis so er tað løgið, at uppliva, hvussu ein send sending skjótt gerst gomul. Uttan nakra samanbering annars, so er tað við einari ávísari sorg, at eg noyðist at lata sendingarnar fara í gloymsluna. Partvíst tí tað er spennandi at gera sendingina og partvíst tí okkurt liggur eftir, sum kundi verið betur. Men har er einki annað at gera við eina senda sending, enn at læra av henni. 


Aftur hesuferð fingu vit nógvar afturmeldingar. Tey allarflestu eg havi havt samband við og sum redaktiónin annars hevur verið í samband við hava sagt, at sendingin var betur hesuferð. Eitt sum gongur aftur nógva staðni er, at hon hekk betur saman innihaldsliga. Kritiskar røddir hava so avgjørt eisini verið frammi. Birkbloggur tykist ikki at vera so at nøkta.

Eitt sum hevur fingið nokso harða viðferð er matarinnslagið. Fleiri hava alment sagt, at tað átti ikki at verið við, at tað átti at verið uppá ein annan hátt og so framvegis. Men eg havi ein varhuga av, at tey eru nøkur sum hóast alt hava gleði av tí, sum Tórður og Johanna borðreiða við. 

Ynskiligt hevði verið við einari veruligari hyggjarakanning, har vit kundu gjørt mátingar av hyggjaratølum og kanska enn betur, av teimum ymisku elementunum í sendingini. Tað hevði í øllum førum verið stuttligt at havt hørð tøl at hugt at tá vit eftirmeta sendingina. 

Vit hava ein pikkalítlan feril av tølum at stuðla okkum at. Tølini fyri heimasíðuvitjanir hava verið rættiliga góð. Tað vísir seg, at bæði greinar um Mælt og sendingin sjálv hava havt nógvar vitjanir samanborið við vitjanartølini á heimasíðuni annars. Og í hesum samanhangi er tað áhugavert at tølini eru eisini rættiliga góð fyri bæði laksin og serliga fyri súreplakøkuna.  

Tá man stingur nøsina fram, so fær man onkra skøvuna. Gestirnir hjá okkum fríggjakvøldið hava øll stungið nøsina fram og øll hava tey fingið onkra skøvuna av og á. Tað ger tey áhugaverd sum menniskju. At tey stinga nøsina fram, at tey fáa onkra skøvuna og so eisini at tey eru før fyri at sláa frá sær, tá tað er neyðugt. 

Uttan fólk sum tora at stinga nøsina fram er einki Mælt. Takk fyri tit!

Høgni

ps: Tað er eisini galdandi fyri matarinnsløgini.
13.03.12Fjúv! So eru vit í gongd
Mælt 1 er farin á flog. Nú kann hon liggja og róta í cyberspace saman við hinum floygdu sendingunum, men hvussu við eftirmælinum.
Hatta var so tað. Mælt er í luftini, fyrsta sendingin er send og nú kunnu vit byrja at smíða ta næstu. Týsdagur er og vit eru øll farin at hyggja fram ímóti næstu sending, samstundis, sum vit mjólka tær seinastu viðmerkingarnar, meiningarnar, rósurnar og burturvendu eygnabráini á teimum, sum tiga tá tey einki gott hava at siga. 
Eg havi fingið nógvar viðmerkingar frá teimum, sum hava hugt. Nógv eru samd um at tað var ein góð sending. Summi halda at tað var ein ordiliga góð sending og so eru tey eisini, sum halda at sendingin var minni góð. Matinnslagið hevur fingið nógv høggini, men eisini verturin. For hampuligur, rotin, stirvin. Vit hava fingið at vita at tað var kul, tjekkað, áhugavert, stuttligt og onkur segði at sendingin var nógv tann besta føroyska live sendingin viðkomandi hevði sæð.  
Manglar tempo sigur onkur - spita upp siga nøkur og so er tað onkur sum hevur krympað tær.

Men eitt er vist og tað er at nógv hava hugt at sendingini. Vit reypaðu óført fyri sendingini áðrenn, kanska ov nógv, men úrslitið var at fólk høvdu varnast at har kom ein nýggj sending. Og nógv av teimum sum hava hugt, hava sagt mær at tey tímdu væl at hyggja.

Um vit skera tað inn til bein, so er tað tað tað snýr seg um. At fáa fólk at hyggja og at tíma at hyggja. Og nú er tað at vit koma inn til tað sum tað snýr seg um. Hvat tímir man at hyggja at. 

Til næstu sending fara vit at arbeiða hart fyri at gera tað enn betur. Arbeiðið hjá vertinum skal trimmast, eygnabráið tjekkast og smílið breiðkast. Kanska. Tað vita vit ikki enn, tí vit síggja tað best í studio og vit fara at kanna nærri, hvussu vit gera tað enn betur. 

Men sjálv sendingin verður ikki grundleggjandi øðrvísi. Grundhugsjónin er at bjóða hyggjaranum inn til eina áhugaverda løtu við spennandi gestum, tónleiki og hugvekjandi innsløgum. Tí tað tíma vit at hyggja at og vit vóna at tey eru fleiri við okkum. 

Fríggjakvøldið!