11. apr 17:13 Fyrst var hann Robin og Dennis Agerblad, síðani var hann bara Ova, og nú er hann aftur Dennis Agerblad. Í dag býr hann í Keypmannahavn, har hann í høvuðsheitum arbeiðir sum grafikari hjá TDC, men hevur eisini gjørt bókaumsløg, fløgukápur, og heimasíður. Hann hevur m.a. gjørt tí interaktivu stamtalvuna hjá tí danska kongahúsinum. Eftir loknan arbeiðsdag, tveitir hann sín borgarliga ham og trínur á pall sum ein av fremstu "drag-queens" í Danmark. Dennis sigur, at hann hevur ikki yvirlit yvir allar sínar síður og persónligheitir, so hann roynir at fáa tær kortlagdar við at gera sjálvsmyndir! Fleiri av vinunum eru diagnostiseraði skizofren, og hann heldur, at tað smittar og kann viðmælast!!! Fyri fyrstu ferð í mínum lívi, kenni eg meg normalan, sigur 40 ára gamli Dennis Agerblad í hesi dokumentarsending, sum Bjarni Árting Rubeksen og Elin í Stórustovu hava lagt til rættis.