1448
Vit hava verið til arbeiðis við politinum - vit fylgja teimum, tá vanlukkur henda, tá tey royna at uppklára brotsgerðir, og vit koma tætt at teimum, sum liva á lívsins skuggasíðu. Hetta er ein lýsing av gerðandisdegnum hjá politinum í Havn.
Her er talan um 9 dokumentar filmar, sum Bjarni Árting Rubeksen hevur gjørt eftir leistinum "one man, one camera " tað vil siga, at Bjarni hevur sjálvur filmað, klipt og lagt til rættis.