21-05-2012 17:45

Trupulleikar við sendinetinum?

Eru trupulleikar við at hoyra útvarpið ella síggja sjónvarpið, kann boðast frá til Kringvarpið á telefonnummar +298 347500.

Fyri at lætta um hjá teimum, sum skulu umvæla brekini, er gott at hava so nógvar upplýsingar klárar sum gjørligt - t.d.:

- Hvør feilmeldar? Upplýs navn, bústað og telefonnummar.

- Hvat bagir? Er talan um FM, MB, sjónvarpssignal?

- Hvørjum sendara verður hugt ella lurtað eftir?

- Nær er brekið íkomið? (Um til ber at upplýsa um tað.)

- Eru broytingar gjørdar í antennuskipanum o.t.? (Um til ber at upplýsa um tað.)

- Hava grannarnir upplivað sama trupulleika?

Trupulleikar við sendinetinum?

*

*


*