24-05-2013 08:53
Tú ert her: Forsíða > Um KVF > Til fjølmiðlar

Tíðindaskriv


Tíðindaskriv 12. apríl 2011:
KRINGVARPIÐ ALMANNAKUNNGER NÝGGJA HEIMASÍÐU Í DAG

Loksins kemur nýggja heimasíðan hjá Kringvarpi Føroya. Í dag verður fyrsta byggistig lagt út á netið.

Krøv til heimasíðuna
Tá farið var undir at menna nýggju heimasíðuna, var tað við tí fyri eyga, at brúkarin skal fáa so nógv sum gjørligt burtur úr teimum trimum miðlunum, sum Kringvarpið framleiðir tilfar til – útvarp, sjónvarp og internet - bæði hvør sær, men ikki minst uppá tvørs av miðlunum. Við nýggju heimasíðuskipanini kunnu allir tríggir miðlar stuðla uppundir og styrkja hvønnannan tøkniliga og innihaldsliga, so at brúkarin fær allarbestu tænastuna fyri pengarnar. Mediekonvergensur ella miðlasamanrenning - tann logiski samanhangurin ímillum miðlapallarnar útvarp, sjónvarp og netið - eru tí sjálvandi raðfest høgt á nýggju heimasíðuni, eisini sum eitt heilt náttúrligt framhald av samanleggingini av útvarpinum og sjónvarpinum.
 
Vilja fegin hava afturmeldingar
Fleiri møguleikar eru við nýggju heimasíðuni, sum  ikki eru sjónligir enn, tí teir eru partur av øðrum byggistigi. Men heimasíðutoymi Kringvarpsins hevur valt at almannakunngera fyrsta byggistig við teimum grundleggjandi funktiónunum nú fyri at fáa afturmeldingar frá brúkarunum, so møguleiki er fyri at rætta menningina av heimasíðuni til í mun til ynskini, ið vónandi koma frá brúkarunum. 
 
"Vit eru sera fegin um, at vit nú endiliga kunnu kunngera ein stóran part av tí, vit hava arbeitt við, so brúkararnir kunnu fáa gleði av teimum mongu nýggju og spennandi funktiónunum. Vit vóna, at brúkararnir vilja nýta høvi til at koma við viðmerkingum. Øll eru vælkomin at koma við góðum hugskotum og gera vart við okkurt, sum tey detta um, sum vit kunnu rætta. Til ber at gera sínar viðmerkingar umvegis lætt tilgeingiligar formularar á heimasíðuni." sigur Elin Brimheim Heinesen, miðlaleiðari og verkætlanarleiðari fyri heimasíðuverkætlanina.
 
Tíðindafundurin
Á tíðindafundinum í dag kl. 9.30 í Kringvarpinum í Sortudíki heldur Elin Brimheim Heinesen fyrst eina framløgu um bakgrundina fyri verkætlanina, Martin Nolsøe Simonsen, heimasíðusamskipari, hevur síðani framløgu, har hann vísir funktiónirnar á nýggju síðuni, og at enda situr eitt panel við fólkum úr heimasíðutoyminum og svarar spurningum um heimasíðuna.