Lýsingar í sjónvarpinum
|
Reyður prísur - eftir "Dag & Viku" |
135,00 |
kr./sek. |
|
Bláður prísur - fyri "Dag & Viku" |
110,00 |
kr./sek. |
|
Gulur prísur - um aðrar føroyskar sendingar |
85,00 |
kr./sek. |
|
Grønur prísur - um allar aðrar sendingar |
60,00 |
kr./sek. |
Reglur
Lýsingarnar fyri og eftir Degi og Viku verða endursendar einaferð seinni um kvøldið, uttan meirkostnað.
Gulur prísur er fyri lýsingar, ið verða sendar aftaná hesar sendingar:
• Sendingar beint eftir Dag og Viku (t.d. 3-2 og Kjak)
• Fyri og eftir Gekkin
• Aðrar føroyskar sendingar - fyri og eftir.
Undantøk til hesar prísir eru sendingar, har serliga stór hyggjarafjøld er, sum t.d. allir dystir hjá føroyska fótbóltslandsliðnum. Tá er reyður prísur galdandi.
Tikið verður ikki fyri minni enn 5. sek. Tvs. at um ein lýsing er 3. sek. verður tikið fyri 5. sek.
Innlatingarfreistir
Sjónvarpslýsingar skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi klokkan 12, sama dag sum tær skulu sendast. Lýsingar til vikuskifti og høgtíðir annars, skulu verða okkum í hendi kl. 12 seinasta gerandisdag frammanundan.
Tekstlýsingar
Tekstlýsingar verða bert sendar fyri "Dag og Viku" og umframt sekundprísin verður kravt eitt ómaksgjald uppá 250,00 kr.
Allir prísir eru uttan mvg.
Hevur tú hug at frætta nærri, set teg so í samband við lýsingarsamskiparan: Signar í Homrum (signar@kringvarp.fo) ella tel. 722 794.
Tak tøkniligar leiðreglur til sjónvarpslýsingar niður her