Lýsingar/kunngerðir í útvarpinum
Treytir fyri kunngerðir/handilslýsingar til Útvarpið
Treytirnar fyri upptøku eru at kunngerðirnar fylgja vanligu treytunum, OG at greiðir upplýsingar um hvør hevur sent (NAVN - ikki bert avsendaraadressa) og telefonnummar eru við.
Handilslýsingar
Handilslýsingar eru lýsingar við handilsligum endamáli og kunnu verða lisnar lýsingar ella ljóðlýsingar, sum eru settar saman av ljóði og talu.
Lýsingar kunnu sendast sum e-postur.
|
Senditíð |
Innlatingarfreistir |
Lisnar lýsingar |
Ljóðlýsingar |
Mán.-Frí. |
12.15 17.55 |
11.30 sama dag 15.30 sama dag |
60 kr/orð 60 kr/orð |
80 kr/sek 80 kr/sek |
Leygardag |
12.15 17.55 |
15.30 fríggjadag 15.30 fríggjadag |
60 kr/orð 60 kr/orð |
80 kr/sek 80 kr/sek |
Sunnudag |
14.12 17.55 |
15.30 fríggjadag 15.30 fríggjadag |
60 kr/orð 60 kr/orð |
80 kr/sek 80 kr/sek |
Náttina |
|
|
|
40 kr/sek |
Fyri hvørja handilslýsing verður kravt 150 kr. í grundgjaldi. Prísirnir eru uttan MVG.
Kunngerðir
Kunngerðir eru lýsingar við kunnandi endamáli. Lýsingar um ávís tiltøk í sambandi við felagsarbeiði, mentan o.t. verða roknaðar sum kunngerðir. Nærri upplýsingar fáast frá útvarpinum.
OBS! Nú taka vit eisini kunngerðir inn leygardag. Sí freistir niðanfyri.
|
Senditíð |
Innlatingarfreistir |
Kostnaður |
Mán.-Frí. |
12.35 18.00 |
11.30 sama dag 15.30 sama dag |
30 kr/orð |
Leygardag |
12.35 18.00 |
11.30 leygardag 13.30 leygardag |
30 kr/orð |
Sunnudag |
14.10 18.00 |
13.30 leygardag 13.30 leygardag |
30 kr/orð |
Fyri hvørja kunngerð verður kravt 75 kr. í grundgjaldi. Kunngerðir um andlát og gravarferðir verða lisin ókeypis. Eykagjald fyri kunngerðir aðrar senditíðir 100% Prísirnir eru uttan MVG.
Sí annars undir:
Reglugerð um kunngerðir
Hevur tú hug at frætta nærri, set teg so í samband við lýsingarsamskiparan: Signar í Homrum (signar@kringvarp.fo) ella tel. 722 794.