22-05-2012 12:45

LøttLýsing – so kunnu øll verða við

Kringvarpið bjóðar nú fram ein hátt at lýsa, sum ger tað lættari hjá tær at lýsa í útvarpinum og sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.

Vit hava gjørt eitt samstarv við Grafikstudio og RaClip, um at framleiða lýsingar fyri ein fastan prís:

Sjónvarpslýsingar:  1.000,- kr. u/mvg
Útvarpslýsingar:        450,- kr. u/mvg

LøttLýsing inniber, at lýsingarnar skulu verða innanfyri 12 – 15 sekund,og í mesta lagi 30 orð, og víðari fyri sjónvarpslýsingar at tað eru í mesta lagi 3 vørur/myndir, umframt bakgrund og logo. Vit fáa talgilar myndir, logo og tekst. Góðkenning av lýsingini, verður millum kunda og framleiðara.

Legg til merkis at prísurin er einans fyri framleiðslu. Prísurin fyri senditíð verður roknaður eftir galdandi sekundprísum og avsláttarskipan hjá Kringvarpinum.

Hevur tú hug at frætta nærri, set teg so í samband við lýsingarsamskiparan: Signar í Homrum (signar@kringvarp.fo) ella tel. 722 794.