23-02-2012 02:16
Tú ert her: Forsíða > Ítróttur > Sendingar > "3 - 2"
3 - 2

UM SENDINGINA

SAMBAND

3 - 2

21. feb 12:41

VÍF fekk uppreisn

Seinast VÍF var og vitjaði Team Klaksvík taptu vestmenningar við fimm málum. Leygardagin vóru teir aftur á vitjan. Hesaferð vann VÍF greiðan sigur

21. feb 12:35

Magnus vendi dystinum

Oddaliðið KÍF kom eina løtu í seinna hálvleiki í veruligt ódnarveður í heimadystinum móti H71

21. feb 12:38

SÍ áskoðararnir gjørdu sítt

Væl mannaða SÍ kórið bar sínar menn á lógvum og fram til sigurin á Mjølni

21. feb 12:17

Glaður steypavinnari

Hóast hon bara er 19 ára gomul, so er Sofía Purkhús ein av berandi kreftunum á Mjølnir liðnum, sum um vikuskiftið endurvann steypakappingina

14. feb 15:03

Gongur sum ætlað við nýggja TB-vøllinum

100 dagar eru settir av til arbeiðið at gera nýggjan fótbóltsvøll í Trongisvági. Í løtuni gongur alt eftir ætlan

14. feb 14:51

H71 og Kyndil myndadu dagin hjá teimum ungu

Tað vóru tey grønu úr Kyndli og tey svørtu úr H71, ið myndaðu eina fullsetta høll á Hálsi, tá stóri steypafinaludagurin hjá teimum ungu í hondbólti varð avgreiddur sunnudagin

14. feb 14:44

SÍ eitt fet nærri FM finaluni

SÍ vann ein tryggan 3-0 sigur a Drátti í høllini í Sørvági sunnudagin

14. feb 14:33

Dansurin er í menning

Dansifrøði hevur veruliga fingið vind í seglini. Útlendskir dansarar vitja regluliga. Í farnu viku vitjaði fleirfaldaði heimsmeistarin, Ashli Williamson.

14. feb 13:50

Áskoðararnir kappaðust eisini

Áskoðararnir hjá Neistanum og H71 kappaðust uttanfyri vøllin um at stuðla sínum liði

14. feb 13:40

Áskoðarar settu sín dám á dystin

Bæði áskoðarar hjá VB og Stjørnuni syrgdu fyri, at steypafinalan hjá kvinnunum bleiv nakað heilt serligt.

10. feb 10:07

Bára hevur fingið summarfuglar

Spenningurin er stórur bæði í Vági og í Klaksvík undan kvinnufinaluni. Og sum verða man, vænta bæði liðini at tey fara at vinna finaluna. Bára Skaale Klakstein, hjá Stjørnuni, viðgongur, at hon hevur fingið summarfuglar

10. feb 09:56

Neistin fjórða árið á rað

Fjórða árið á rað er Neistin í steypafinaluni í hondbólti hjá monnum. Mótstøðuliðið er H71, sum heldur óvæntað spældi seg víðari úr hálvfinaluni

8. feb 17:40

KÍ farið í luftina

Fríggjakvøldið var nýggj fótbóltsútvarpssending at hoyra. KÍ hevur nú sína egnu sending, sum eitur KÍ-radio

8. feb 02:02

B36 væntar harðari kapping

Føroyameistararnir úr B36 eru farnir undir sínar fyrireikingar til komandi kappingarár. Í ár vænta teir, at tað verða í øllum førum fimm feløg, sum fara at kappast um FM-heiti

7. feb 18:04

Havnarbáturin er aftur við

Havnarbáturin hevur ikki verið mannaður síðani báturin vann FM heitið í 2008. Í ár er báturin aftur mannaður. Tað eru føroyameistararnir umborð á Argjabátinum, sum hava tikið stig til at manna sigursvanda Havnarbátin

3. feb 11:01

HB skal reisa seg aftur

Felagskenslan skal aftur í hásæti og áskoðarin skal kenna seg aftur í felagnum. HB, sum endaði á einum skuffandi áttanda plássi í fjør, skal reisa seg aftur, og tað verður í størri mun við egnum tilfari

31. jan 08:36

Neistin reisti seg

I farnu viku taptu neistakvinnurnar hálvfinaluna i steypakappingini og mistu eisini venjaran. Tí var neyðugt við uppreisn í grannauppgerðini móti Kyndli

31. jan 08:37

Neistin er besta boðið

Neistin er í løtuni besta boðið upp á tað felagið, sum skal fylgja KÍF í FM-finaluna. Tað heldur Hallur Danielsen hondbóltsviðmerkjari

27. jan 13:28

Mist hugin til hondbólt

Birgir Hansen, sum í fjør bleiv føroyameistari við Neistanum, gevst nú fullkomuliga við hondbólti. Hann hevur mist hugin

24. jan 15:21

KÍ fyrireikar seg

Við nýggjum venjara og broytingum í hópinum, ger KÍ seg tilreiðar til komandi kappingarár. Bæði venjarin og formaðurin vænta, at KÍ fer at klára seg væl

24. jan 15:12

Málverjar gjørdu munin

Við tveimum vælspælandi málverjum vann Stjørnan trygt á Kyndli leygardagin. Afturat Guðruni í Lágabø hevur liðið fingið ein málverja úr Serbia

24. jan 15:14

Neistin sannførandi

Neistakvinnurnar staðfestu um vikuskiftið sítt heiti sum FM-favorittur. Í Vági vunnu tær sannførandi stórsigur á kappingarneytanum, VB

24. jan 15:16

Fyrsta venjing vid Lars Olsen

Um vikuskiftið hava fleiri enn 30 fótbóltsspælarar havt møguleika til at vísa nýggja A-landsliðsvenjaranum, hvør dugur er í teimum. Fyrstu venjingarnar undir Lars Olsen hava nú verið, og venjarin er sannførdur um, at ein tann størsta avbjóðingin er at fáa spælararnar at tora at spæla fótbólt.

24. jan 15:09

Kappróðrarfamilja

Tríggir rógvarar sum eru úttiknir til HM í inniróðri koma úr somu familju. Familjan Hansen í Miðvági er ein rógvi familja burturav

24. jan 08:37

Bárður danskur steypavinnari

Nýmótans tøkni ger, at flogbóltsliðið, Marienlyst, kann greina mótstøðuliðini niður í smálutir. Bárður Bendix Mikkelsen er partur av venjaratoyminum, og um vikuskiftið bleiv hann danskur steypavinnari

6. des 10:18

Olympiskur svimjari kemur aftur til Føroya

Olympiski svimjarin Anastasia Aksenova vildi hava øðrvísi venjing enn hana hon fekk heima í Russlandi. Tí hevur hon seinastu tvær vikurnar vænt undir Jón Bjarnason í Vági. Sum skilst hevur tað gingið so mikið væl, at russiski svimjarin kemur aftur til Føroya í januar

6. des 10:08

Gravgangur eftir Sverra

Fyrst í oktober mánaði vann bert 18 ára gamli Sverri Nielsen danska junior-meistaraheitið í einkult Scullara. Síðan hevur gravgangur verið eftir unga róðrar-stjørnuskotinum

6. des 10:11

Tíð til bæði lestur og rógving

Unga leirvíkskvinnan, Rannvá Lava Olsen, er gott dømi um, at tað letur seg gera at íðka tíðarkrevjandi rógving, samstundis sum ein nemur sær hægri útbúgving.

6. des 10:15

Føroysk fótbóltssøga

Seksti-, sjeyti- og áttati-árini eru í fokus í øðrum og triðja bindi um føroysku fótbóltssøguna, sum Suni Merkisstein hevur skrivað.

6. des 11:16

Stjørnuskot eitt ár eldri

Í fjør bleiv Turið Arge vald til ársins stjørnuskot. Um vikuskiftið skuldi unga stjørnuskotið royna seg móti Neistanum, sum hevur vunnið allar sínar dystir. Hóast Turið kom væl frá tí, so var tað ikki nokk fyri Kyndil.

6. des 11:18

Kyndil snávaði enn einaferð

Tað hevur ikki hilnast væl hjá Kyndli í ár. Við einans 2 stigum, eru teir niðast á stigatalvuni. Móti Neistanum var tó um reppið, at teir fingu fyrsta sigurin

6. des 11:21

Ingi Olsen gevst

Leikandi hjálparvenjarin hjá VÍF og hondbóltsstjørnan í Vestmanna, Ingi Olsen, gevst á nýggjárinum, bædi sum venjari og leikari.

6. des 11:23

VÍF tveitti trygga leiðslu fyri borð

Hóast VÍF hevði eina níggju máls-leiðslu í fyrra hálvleiki, so eydnaðist tað ikki at vinna á KÍF. Aftur hesaferð fóru kollfirðingar avstað við øllum

28. nov 22:08

Pensjónista-fimleikur

Pensjónistar úr Vestmanna, Stykkinum, Leynum og Kvívík møtast tvær ferðir um vikuna at gera fimleik. Málið er, at fimleikurin skal styrkja, so at tey sum longst kunnu klára seg sjálvi

28. nov 22:11

Náttúruuppliving fyri rennarar

Rennarar fingu eina nátturuuppliving av teimum heilt stóru, tá Cross renning var runnin í vøkru náttúrini oman fyri Hotel Føroyar Leygardagin

29. nov 15:01

Liðkappingar í borðtennis aftur á skránni

Tað eru 10 ár síðan, at nøkur liðkapping var í Føroyum, men nú verður roynt aftur. Bæði leikarar og borðtennissambandið halda, at hetta kann styrkja landsliðið

28. nov 22:18

ÍF vann fyrsta heimadystin

FM-vinnarin frá í fjør, ÍF, spældi um vikuskiftið sín fyrsta heimadyst. Mótstøðuliðið var silvurvinnarin frá í fjør, Mjølnir. Um ein skal meta út frá hesum dystinum, so verður tað tórført at basa ÍF á Kambsdali

28. nov 22:33

Hini liðini verða sterkari

Neistin hevur vunnið allar sínar dystir og er á einum greiðum fyrsta plássið. Neistavenjarin, Sigrun Mikkelsen, væntar tó, at mótstøðan frá hinum liðunum fer at verða størri, sum kappingin líður

28. nov 22:22

Átta dystir og átta sigrar

Eingin vinnur á Neistanum. Í øllum førum er tað ikki eydnast nøkrum í fyrstu átta umførinum

28. nov 22:26

Neistin aftur á vinnarakós

Neistin tykist at hava funnið góða spælið fram aftur, eftir at hava fingið eina heldur vánaliga byrjan upp á kappingarárið. Hesaferð vunnu Neistamenn á H71

28. nov 22:28

Stórsigur til KÍF

Góða gongdin hjá oddaliðnum KÍF heldur fram. Leygarkvøldið vitjaði Kyndil í Kollafirði. Men teir fingu lítið og einki gjørt við Kollfirðingar

22. nov 12:13

Krista er ein sólskinssøga

Fyri fýra árum síðan var Krista Mørkøre skorin fyri svull í heilanum og kundi tá ikki røra seg. Nú stríðist 13 ára gamli svimjarin fyri at náa kravtíðina til Paraolymisku-leikirnar

22. nov 12:34

Viðmerkjari: KÍF og VÍF koma í finaluna

KÍF og VÍF koma í FM-finaluna í hondbólti. Tað væntar hondbóltsviðmerkjarin hjá 3-2, Hallur Danielsen

22. nov 00:26

Olympisk fyrireiking

Fyrireikingarnar til Olympisku leikirnar í London komandi ár eru í hæddini. Nú um dagarnar var danski OL-leiðarin, Jesper Frigast Larsen, í Føroyum og vitjaði Pál Joensen

22. nov 12:16

Flogbóltur á Toftum í menning

Fyri fýra árum síðani bleiv flogbóltsfelagið, Ternan, sett á stovn. Síðan hevur flogbólturin á Toftum ment seg, serliga á kvinnusíðuni.

22. nov 12:19

VB vann oddadyst í Klaksvík

VB vann oddadystin og er nú á øðrum plássi í kvinnudeildini

22. nov 12:23

Neistin fýra dystir uttan sigur

Føroyameistarin, Neistin, skuldi í gjár royna at venda keðiligu gongdini. Men heldur ikki móti STÍF eydnaðist tað at fáa fulla úrtøku.

22. nov 12:24

KÍF rennur frá hinum

KÍF er flúgvandi og fer í løtuni frá hinum liðunum í kappingini um eitt finalupláss. Leygardagin møttu teir H71, sum aftur hevði ein gamlan kenning á liðnum.

15. nov 13:48

Sperdir neistamenn

Føroyameistararnir úr Neistanum hava fyri stuttum skift venjara. Friggjakvøldið var so fyrsta royndin hjá Áka Mørk sum stýrmanni. Mótstøðuliðið var Team Klaksvík, sum heldur óvæntað fekk javnleik

15. nov 00:02

3-2 14. November

Ítróttarsendingin 3-2

14. nov 23:37

Neistakvinnurnar suverenar

Neistakvinnurnar eru framvegis ósigraðar. Um vikuskiftið møttu tær botnliðnum Tjaldur og aftur hesaferð var Neistin omaná

14. nov 23:34

Ungt talent vann vetrarrennikapping

Leygardagin byrjaði vetrarrennikappingin. Sum undanfarin ár var byrjað við at renna runt Agnið á Toftum. Hjá monnunum var tað bara 17 ára gamli Marnar Djurhuus, sum kom fyrstur á mál

14. nov 23:31

Gudmundur vann FM í triathlon

Gudmundur Joensen var í serflokki tá føroyameistarheitið í triathlon var avgjørt i gjár.

14. nov 23:28

U21 landsliðið tapti 0-1 fyri Makedonia

Føroyska U-21 landsliðið í fótbólti tapti fríggjadagin 0-1 fyri Makedonia. Her er ein samandráttur av dystinum

14. nov 23:25

Svimjiveteranar kappast

Svimjihøllin í Klaksvik var leygardagin karmur um opnu Meistarakappingina. Hetta er kapping fyri veteranar. Nakrir av veteranunum eru fyrrverandi elitusvimjarar, og fyri tey er vinnarahugburðurin tann sami sum fyrr.

14. nov 23:40

Sperdir neistamenn

Føroyameistararnir úr Neistanum hava fyri stuttum skift venjara. Friggjakvøldið var so fyrsta royndin hjá Áka Mørk sum stýrmanni. Mótstøðuliðið var Team Klaksvík, sum hevur tikið flest øll á bóli í ár.

14. nov 23:22

Bronsa til U19 dreingirnar

Undan kappingini., høvdu føroysku U-19 dreingirnir sett sær fyri at vinna bronsuna, tað eydnaðist, tá teir vunnu dystin móti Íslandi um triðja plássið

14. nov 23:19

Flogbóltur: Finalan hjá U19 gentunum

Ongin hevði væntað tað, uttan tær sjálvar. Føroysku U-19 genturnar komu í finaluna í norðurlendsku flogbóltskappingini, sum varð hildin í Havn um vikuskiftið. Finalan var ímóti Danmark

8. nov 13:24

Suni Merkistein um 66-liðið

Síðsta hond er løgd á sendingina "66 liðið - vinnarar og patriotar". Suni Merkistein sigur her sína hugsan um 66-liðið hjá KÍ, sum vann fimm meistaraheiti á rað

8. nov 13:27

66-liðið var nakað serstakt

Hóskvøldið vísir Kringvarpið sendingina "66-liðið vinnarar og patriotar". Síggj brot úr sendingini her

8. nov 13:19

Støkk vann Fimleikafagnaðin

Støkk endurvann um vikuskiftið stóra Fimleikafagnaðin, sum var hildin í Norðurlandahúsinum

8. nov 13:35

Ein svimjifamilja

á Fløtti familjan er ein svimjifamilja burtur av. Pápin og øll fýra børnini eru virkin í svimjing, meðan mamman fær brikkarnar uppá pláss.

8. nov 13:39

Fleyr tapti fyrsta dystin

Mjølnir eru nú einsamalt á odda í Eik liguni hjá kvinnum, eftir at tær vunnu oddadystin á Fleyr. 3-2 fylgdi Fleyr kvinnunum

8. nov 13:41

Kappast um annað finaluplássið

Kvinnuliðið hjá Kyndli hevur víst stóra framgongd seinasta árið. Framgongdin hevur verið so stór, at í ár kappast tær um annað finaluplássið i FM kappingini. Men skal tað gerast veruleiki, skulu tær framvið VB, og tað er ikki lætt

8. nov 13:31

Kinna sterkast í ríkinum

Um vikuskiftið var FM í styrkilyfting. Ein kvinna gjørdi serliga um seg. Kinna úr Dímun lyfti tríggjar ferðir sína egnu vekt, sett nýtt danskt met og trý føroysk met

4. nov 08:58

Góðar vónir til Challenge Trophy kapping

U-23 landsliðið í hondbólti skal um vikuskiftið luttaka í Challenge Trophy kapping í Írlandi. Seinasta hond verður í løtuni løgd á fyrireikingarnar og vónirnar um gott úrslit eru góðar

1. nov 08:38

FSF forsetin í 3-2: Eingin avgerð tikin

Christian Andreasen, FSF forseti, váttar, at Fótbóltssambandið hevur tosað við Lars Olsen um venjarastarvið. Men enn er eingin avgerð tikin. Aðrir venjarar eru eisini upp á tal.

1. nov 08:46

Danskur venjari hóskar ikki til føroyska landsliðið

Lars Olsen er eitt gott boð, men Sigfríður Clementsen kundi heldur hugsað sær, at komandi landsliðsvenjarin kom úr Bretlandi, Noreg ella Íslandi.

1. nov 09:08

Danmarksmeistarar í nevaleiki

Nevaleikur er ikki ítróttargrein, ið verður íðkað í Føroyum. Men tey bæði føroysku systkini, 22 ára gamla Sarah og 18 ára gamli Allan, sum eru uppvaksin í Hillerød, hava boksað í fleiri ár, og eru Danmarksmeistarar í sínum vektklassa.

1. nov 08:57

Fyrireika seg til HM

Róðrarsamband Føroya hevur gjørt av at úttaka 6 rógvarar, ið skulu umboða Føroyar í HM í inniróðri í Boston. HM-kappingin verður hildin í februar, og rógvararnir eru byrjaðir at fyrireika seg til úttøkuna

1. nov 09:00

Badminton: Framtíðin er bjørt

Nógvir ungir og spennandi badmintonleikarar eru á veg. 3-2 hevur hitt tveir teirra

1. nov 08:51

Menninir vunnu eisini

Menninir hjá SÍ, stóðu einki aftan fyri kvinnurnar. Í finaluni vunnu teir sannførandi 3-1 á Mjølni.

1. nov 08:49

SÍ vann FK-kappingina

SÍ kvinnurnar hava vunnið Fk-kappingina í flogbólti. Finalan ímóti Fleyr bleiv ein spennandi 5-settari.

1. nov 09:03

Ein serstakur dystur fyri kára

Fyri VB venjaran, Kára Horn, var dysturin móti Neistanum, ikki sum aðrir dystir. Hann er uppvaksin í Neistanum og tí var hesin dysturin nakað fyri seg.

1. nov 09:06

Team Klaksvík stóra framgongd

Hondbóltslagið er gott í Klaksvík fyri tíðina. Menninir úr Team Klaksvík hava nevniliga tikið øll á bóli, og við sigrinum á VÍF fríggjakvøldið hava teir togað seg upp á annaðplássið á stigatalvuni.

25. okt 10:39

Gott lag á Tvøroyri

Lagið var av tí allarbesta, tá TB-hópurin kom til Tvøroyri leygardagin

25. okt 10:42

Eitt mál avgjørdi alt

TB og AB endaðu við líka nógvum stigum og sama málmuni, men TB hevði skotið eitt mál meira. Síggj dramatiska endan á 1.deild her

25. okt 10:35

MÁL: KÍ - Víkingur 1-4

Tað kennist løgið at fáa 59 stig, og at tað so ikki røkkur til meira enn bronsuna. Tað sigur Jógvan Martin Olsen, Víkingavenjari, eftir 4-1 sigurin á KÍ í síðsta landskappingardystinum.

25. okt 10:16

MÁL: B71 - NSÍ 1-3

B71 spældi sín seinasta dyst í bestu deildini á hesum sinni, tá teir tóku ímóti NSÍ inni í Dal. Og sum so ofta fyrr í ár, máttu sandoyingar av vølli sum taparar.

25. okt 10:19

MÁL: ÍF - 07 Vestur 1-2

Niðurflytararnir úr 07 Vestur settu eitt virðiligt punktum, tá teir vunnu á ÍF í Fuglafirði.

25. okt 10:28

MÁL: B68 - EB/Streymur 3-2

Kappingarárið er liðugt, men sum skilst eru tað nógv feløg, sum framvegis ikki hava sett venjara til komandi kappingarár. B68 og EB/Streymur eru tvey teirra.

25. okt 10:48

Ein fullkomin B36 dagur

Dagurin hjá B36 spælarunum byrjaði saman við fjepparunum, sum vóru savnaðir í Glitnir. Nógv var fyrireikað til ársins síðsta dyst

25. okt 10:26

MÁL: B36 - HB 3-2

Føroyameistarin B36, kann nú eisini kalla seg havnameistara, tí hóast eina tunga byrjan upp á dystin, eydnaðist tað at vinna síðsta landskappingardystin móti grannanum, HB.

18. okt 09:02

MÁL: NSÍ - B36 1-2

B36 bleiv sunnudagin føroyameistari við 2-1 sigri á NSÍ. Síggj málini og annað í hesum innslagnum

18. okt 08:55

Pál vann gull

Pál Joensen vísti enn einaferð, at hann er svimjari í heimsflokki, tá hann vann 1500 - metra teinin í World Cup kapping í Stokkhólmi

18. okt 08:40

Neistin nýggjan málverja

Neistin hevur fingið nýggjan málverja, eftir at Fríða Petersen er farin til Ísland at spæla. Málverjin eitur nú Erla Eliasen og hon spældi um vikuskiftið, sín higartil besta dyst í hesum kappingarárinum

18. okt 08:34

H71 vann fyrsta sigurin

H71 og STÍF hava bæði fingið eina tunga byrjan. Leygardagin møttust tey í Hoyvíkshøllini og endin varð, at H71 vann fyrstu stigini í ár.

18. okt 08:30

TB vil vinna ein dyst

TB hevur eitt somikið ungt lið, at tað loysir seg ikki at seta ov høg mál. Liðið skal fyrst mennast. Í fjør vildu teir vinna eitt sett. Tað eydnaðist. Í ár vilja teir vinna ein dyst

18. okt 08:27

Urd roynir seg í Mjølni

Fyri at menna seg, hevur 18 ára gamla Urd Traðará valt at fara til Mjølnir at spæla. Mjølnir er væl fyri hetta kappingarárið og Urd er ein góður styrkur fyri liðið, sigur venjarin

18. okt 08:44

MÁL: Víkingur - ÍF 4-0

Toppskjúttin í Vodafonedeildini, Finnur Justinussen, skeyt trý mál í 4-0 sigrinum á ÍF

18. okt 08:52

MÁL: HB - KÍ 1-3

Dysturin millum HB og KÍ kundi blivi ein lagnudystur fyri HB. Men av tí, at onnur úrslit lagaðu seg til teirra fyrimun, fekk 1-3 tapið ongar avleiðingar.

18. okt 08:48

MÁL: 07 Vestur - B68 0-1

07 Vestur skal komandi kappingarár spæla í 1.deild. Tað er greitt, eftir at teir taptu fyri 0-1 fyri B68

18. okt 08:50

EB/Streymur - B71 1-0

Hóast B71 er niðast á stigatalvuni, megnaðu teir at geva EB/Streymi mótstøðu, tá liðini møttust við Margáir

14. okt 00:09

MÁL: 07 Vestur - B36 2-3

B36 er nú ógvuliga tætt við at vinna níggjunda meistaraheitið í søgu felagsins

14. okt 00:00

MÁL: NSÍ - HB 2-1

NSÍ hevur tryggjað sær fjórða plássið í Vodafonedeildini. Tað er greitt eftir 2-1 sigurin á HB

14. okt 00:02

MÁL: B68 - ÍF 0-1

Á Svangaskarði tók B68 ímóti ÍF. Ein sera tíðandi dystur, tí vinnandi liðið kundi tryggja sær plássið í Vodafonedeildini

14. okt 00:05

MÁL: EB/Streymur - Víkingur 3-3

EB/Streymur má nú av álvara hava hjálp frá øðrum feløgum um teir skulu vinna FM-heitið. Sundalagsmenn fingu bert tað einga stigi í dystinum móti Víkingi

10. okt 22:11

MÁL: B71 - KÍ 0-1

KÍ vann ein tepran 1-0 sigur á B71. Málið kom ikki fyrr enn í yvirtíðini.

10. okt 22:09

Tjaldur mist flogið

Tjaldur hevur verið millum bestu hondbóltsfeløgini seinastu trý árini. Í ár bendir tó nógv á, at tær ikki verða millum tær bestu.

10. okt 22:06

Dramatikkur í Kollafirði

Áskoðararnir fingu spenning fyri allar pengarnar, tá KÍF og VÍF brustu saman í Kollafirði. Avgerðin fall ikki fyrr enn í allarsíðsta sekundinum

Senditíð

Mánakvøld kl. 19:25
Hósdag er 3-2 partur av Degi og viku.