Tað verður neyvan Neistin, ið verður føroyameistari í hondbólti hjá monnum. Hetta er greitt, eftir at bláu menninir máttu lúta fyri STÍF, sum vann 26-24
Seinast VÍF var og vitjaði Team Klaksvík taptu vestmenningar við fimm málum. Leygardagin vóru teir aftur á vitjan. Hesaferð vann VÍF greiðan sigur
Oddaliðið KÍF kom eina løtu í seinna hálvleiki í veruligt ódnarveður í heimadystinum móti H71
Væl mannaða SÍ kórið bar sínar menn á lógvum og fram til sigurin á Mjølni
Tað vóru tey grønu úr Kyndli og tey svørtu úr H71, ið myndaðu eina fullsetta høll á Hálsi, tá stóri steypafinaludagurin hjá teimum ungu í hondbólti varð avgreiddur sunnudagin
Áskoðararnir hjá Neistanum og H71 kappaðust uttanfyri vøllin um at stuðla sínum liði
Bæði áskoðarar hjá VB og Stjørnuni syrgdu fyri, at steypafinalan hjá kvinnunum bleiv nakað heilt serligt.
Sigursvandu steypavinnararnir, Stjørnan og Neistin, vunnu enn einaferð. Hetta er sjeyndi steypasigurin hjá Stjørnuni seinastu níggju árini, meðan Neistin vann steypið hjá monnunum fjórða árið á rað
Spenningurin er stórur bæði í Vági og í Klaksvík undan kvinnufinaluni. Og sum verða man, vænta bæði liðini at tey fara at vinna finaluna. Bára Skaale Klakstein, hjá Stjørnuni, viðgongur, at hon hevur fingið summarfuglar
Fjórða árið á rað er Neistin í steypafinaluni í hondbólti hjá monnum. Mótstøðuliðið er H71, sum heldur óvæntað spældi seg víðari úr hálvfinaluni
Brúkaranavn ella teldupostbústaður *
Loyniorð *
Hevur tú gloymt loyniorð títt?
Stovna brúkara
Minst til mín á kringvarp.fo