Hóast Cairn Energy noyddist at steðga boringini við Grønland í næstan tvey samdøgur, fer oljufelagið ikki at stevna Greenpeace ella krevja felagsskapin eftir endurgjaldi.
Í Grønlandi fegnast tey um, at Barnabati í Danmark hevur biðið um umbering fyri sín leiklut, tá 22 grønlendsk børn vórðu tvingsilsflutt og send til Danmarkar fyrst í fimmtiárunum.
Fyristingin hjá Obama, forseta, ætlar næstu 10 árini at brúka 100 milliardir dollarar til gransking í vinnuni, til tess at seta á stovn nýggj arbeiðspláss.
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary CLinton, ætlar sær at vera við í friðarsamráðingunum millum Ísrael og palistinar seinni í mánaðinum í Sharm el-Sheikh i Sinai.
Íslendska stjórnin er umskipað, og samstundis eru fýra ráðharrastovur niðurlagdar. Tær eru samferðslumálaráðið, heilusmálaráðið, handilsmálaráðið og løgmálaráðið.
Grønlendski landsstýrisformaðurin, Kuupik Kleist, skuldsetir Greenpeace fyri at oyðileggja grønlendska búskapin og at seta fólkaræðið til viks, tá felagsskapurin roynir at forða einum boripalli at bora.
Danski løgmálaráðharrin, Lars Barfoed, hevur eftir tilmæli frá ríkisadvokatinum gjørt av, at Danmark skal reisa ákæru móti kurdisku sjónvarpsstøðini ROJ TV eftir reglunum um yvirgang. Sjónvarpsstøðin sendir úr Keypmannahavn.
Bert tríggjar vikur undan ríkisdagsvalinum í Svøríki vísir ein veljarakanning, at sosialdemokratarnir hava søguliga lítla undirtøku. Hinvegin vísir kanningin, at borgarliga samgongan varðveitir valdið.