Útvarpsskráin
07.35  Góðan morgun Føroyar  Lurta eftir sendingini
08.00  Tíðindi 
08.03  Góðan morgun Føroyar 
09.00  Tíðindi 
09.03  Góðan morgun Føroyar 
Sjónvarpsskráin
17:25 D&V við teknmálstulki 
17:54 Veðrið 
18:00 Klú! 1:8 
18:18 Timmy tíð 
Set ÚF til tína byrjunarsíðu



 
Refleksjón er ein nýggj sjónvarpssending um føroyska mentan og list í Kringvarpi Føroya. Sendingin varpar ljós á ymisku tættirnar í føroyskum mentanarlívi í breiðari merking. Talan er um evni úr øllum listagreinum og mentanarligum virksemi annars, frá tónleiki, bókmentum, sjónleiki og myndlist til siðsøgu, mentanarpolitikk og lívsáskoðan. Vit frætta tíðindi og viðgera rák og hendingar á føroyska mentanarpallinum.

Navnið Refleksjón hevur dupultan týdning. At reflektera merkir í fyrstu atløgu at endurspegla ella at kasta aftur, og í aðru atløgu merkir tað eisini at grunda ella at hugsa.

Við hesum navninum er endamálið bæði at endurspegla tað, sum hendir á føroyska mentanarpallinum, og at geva hyggjarunum okkurt at hugsa um.

Sendingin er í luftini annaðhvørt fríggjakvøld eftir Dag og Viku, og Heini í Skorini leggur sendingina til rættis.

Hava tit eitthvørt uppá hjarta, sendið so ein teldupost til refleksjon@kringvarp.fo ella til heini@kringvarp.fo.

Sendingarnar kunnu síggjar her.

 
Tipping 2010
Vel besta málið - lítil

Copyright © 2010 Kringvarp Føroya