Útvarpsskráin
22.15  Tónleikur  Lurta eftir sendingini
00.00  Tónleikur 
06.30  Góðan morgun Føroyar 
07.00  Tíðindi 
07.05  Morgunlestur 
Sjónvarpsskráin
23:10 Dagur & Vika 
23:30 Veðrið 
23:35Liðugt 
Set ÚF til tína byrjunarsíðu



 
Tíðindi
Ísrael tilreiðar til friðartingingar
     týsdagur, 27. juli 2010 16.02 - Útland - Grækaris D. Magnussen
Skriva Út  Send tíðindagrein 
Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, er nú tilreiðar til friðartingingar við palestinsku myndugleikarnar. Tað varð greitt, tá hann í gjár tosaði við verju- og uttanríkisnevndina í Knesset. Hetta er samstundis fyrsta ferðin, at Netanyahu bjóðar mótpartinum eina ítøkiliga tíðarætlan fyri tingingunum, skrivar vl.no.Ísrael tilreiðar til friðartingingar

Netanyahu legði dent á, at Ísrael og USA eru samd um at lyfta tingingarnar upp á eitt hægri stig, um nakar møguleiki skal vera fyri eini skjótari loysn.

Men palestinski forsetin, Mahmoud Abbas, er ósamdur. Hann boðaði fyri kortum frá, at hann fór ikki at taka við einum tilboði um beinleiðis friðartingingar, tí óbeinleiðis samráðingarnar eru komnar ov stutt.

Abbas heldur uppá, at tað hevur stóran týdning, at óbeinleiðis tingingarnar koma til ítøkilig úrslit í sambandi við marknaðtrætuna. Hann heldur tað eisini vera neyðugt við ítøkiligari trygd fyri, at ein framtíðar palestinskur statur byggir á 1967-mørkini. Til hetta sigur Benjamin Netanyahu:

- Um vit fyrr hava ivast í veruliga áhuganum hjá palestinum at koma fram til eina friðarloysn, so er málið krystallklárt nú, sigur hann.

Arabiska Ligan hittist til fundar í Kairo hesa vikuna. Sambært Netanyahu seta palestinar nú álit sítt á, at toppfundurin í Kairo fer at steðga beinleiðis friðartingingunum.



 
Vel besta málið - lítil
Tipping 2010

Copyright © 2010 Kringvarp Føroya