Útvarpsskráin
22.15  Tónleikur  Lurta eftir sendingini
00.00  Tónleikur 
06.30  Góðan morgun Føroyar 
07.00  Tíðindi 
07.05  Morgunlestur 
Sjónvarpsskráin
23:10 Dagur & Vika 
23:30 Veðrið 
23:35Liðugt 
Set ÚF til tína byrjunarsíðu



 
Tíðindi
Øll manningin deyð í rumenskari tyrluvanlukku
     týsdagur, 27. juli 2010 15.31 - Útland - Grækaris D. Magnussen
Skriva Út  Send tíðindagrein 
Øll sjey av manningini, teirra millum 6 ísraelskir hermenn, doyðu, tá ein rumensk tyrla av slagnum "IAF Yasour" fleyg inn í eina fjallasíðu miðskeiðis inni í Rumenia í gjár, mánadagin. Nakrar tímar eftir vanlukkuna boðaðu myndugleikarnir frá, at allir sjey hermenninir umborð á tyrluni vóru deyðir.Øll manningin deyð í rumenskari tyrluvanlukku

Rumenski bjargingarleiðarin á staðnum, Mircea Opris, sigur, at eldur kom í tyrluna, eftir at hon rakti fjallasíðuna og datt niður.

Ciprina Aldea, talsmaður hjá lokalu løgregluni, sigur, at partar av líkunum liggja sløddir í umráðnum. Og hann sigur, at gongið er sera vánaligt í brattlendinum, og at tað tískil er ógvuliga trupult at sleppa til.

- Vit sleppa illa til vanlukkustaðið uttan serliga útgerð, sigur Ciprian Aldea.

Seinnapartin í dag komu tvey Hercules flutningsflogfør frá Tel-Nof-flogvøllinum í Ísrael til Rumenia. Við sær hava tey heilivág og aðra hjálparútgerð, soleiðis at tey sjey líkini verða bjargað.
 
Tipping 2010
Vel besta málið - lítil

Copyright © 2010 Kringvarp Føroya