| 22.15 |
Tónleikur
|
| 00.00 |
Tónleikur
|
| 06.30 |
Góðan morgun Føroyar
|
| 07.00 |
Tíðindi
|
| 07.05 |
Morgunlestur
|
|
| 23:10 | Dagur & Vika | | 23:30 | Veðrið | | 23:35 | Liðugt |
|
|
|
| |
Heðing Mortensen langar út eftir Jógvani Arge um ólavsøkukonsertina týsdagur, 27. juli 2010 13.36 - Innland - Grækaris D. Magnussen | | | Ósemja hevur tikið seg upp millum borgarstjóran og formannin í Mentanarnevndini hjá Tórshavnar Kommunu um ólavsøkukonsertina. Heðin Mortensen, borgarstjóri, langar nú út eftir Jógvani Arge, formanni í Mentanarnevndini. |  |
¿Jógvan Arge, her ert tú farin langt út um mark sum samgongulimir. Tú skuldi skammast¿. So hvassorðaður er Heðin Mortensen, borgarstjóri, í einum skrivi, sent til fjølmiðlarnar.
Skrivið hjá borgarstjóranum er eitt aftursvar til viðmerkingarnar hjá Jógvani Arge, formanni í Mentanarnevndini, sum vísir sína ónøgd við avgerðina hjá Kommununi at yvirtaka ólavsøkukonsertina í ár. Heðin Mortensen heldur tað vera løgið, at samgongufelagin í býráðnum finst at nú, tá hann - sambært borgarstjóranum - hevur vitað um avgerðini í fleiri mánaðir.
¿Jógvan Arge segði einki. Men bara tá. Tí nú nøkur fá hava sett sær fyri at skapa eina seinkaða øsing í miðlunum var tað opportunt at leypa á borgarstjóran í einum skitnum álopi beint undan ólavsøku. Eitt lúsut og skammiligt álop, helst gjørt í teirri vón, at borgarstjórin ikki fekk høvi at svara innan konsertina¿, skrivar Heðin Mortensen.
Ì skrivinum, sum hevur fingið øði í borgarstjóran, skrivar Jógvan Arge millum annað soleiðis.
¿Tað undrar stórliga, at akkurát tann lýsandi òlavsøkukonsertin skuldi enda sum kastibløka nú, meðan onnur siðbundin tiltøk á ólavøsku eru púra friðað fyri broytingum í fyriskipanini. Hetta er eitt greitt tekin um, at sólin skínir ikki líka væl á øll í Havn longur¿, skrivar Jógvan Arge.
Hesum vil borgarstjórin ikki hava sitandi á sær. Hann vísir á, at longu 25. marts kunnaði kommunan, at ólavsøkukonsertin skuldi vera ein partur einum heildarkonseptið viðvíkjkandi ólavsøkuni.
¿Tað er tí dekan ov opportunt av Jógvani Arge nú í evstu løtu undan ólavsøkukonsertini at leggja á meg fyri at elva til fløkju, klandur og óneyðugar útreiðslur fyri kommunukassan, tá ið hann fullvæl veit, at eg júst havi gjørt tað øvugta í hesum máli, skrivar Heðin Mortensen.
Tað eydnaðist ikki at fáa viðmerkingar frá Jógvani Arge um, hví hann fyrst kemur við atfinningunum nú.
|
|
 |
|
|
|
|
|