Útvarpsskráin
22.15  Tónleikur  Lurta eftir sendingini
00.00  Tónleikur 
06.30  Góðan morgun Føroyar 
07.00  Tíðindi 
07.05  Morgunlestur 
Sjónvarpsskráin
23:10 Dagur & Vika 
23:30 Veðrið 
23:35Liðugt 
Set ÚF til tína byrjunarsíðu



 
Tíðindi
Trolararnir hjá Faroe Seafood loyvi at fiska makrel
     týsdagur, 27. juli 2010 13.21 - Innland - Grækaris D. Magnussen
Skriva Út  Send tíðindagrein 
Trolararnir hjá Faroe Seafood fingu tilsøgn um loyvi til at fiska makrel síðsta fríggjadag. Men tað er galdandi fyri hesi fiskiloyvi sum onnur fiskiloyvi, at tey koma ikki í gildi fyrr enn avgreiðslugjaldið, tað er 500 kr. fyri hvørt loyvi, er goldið Fiskimálaráðnum. Trolararnir hjá Faroe Seafood loyvi at fiska makrel

Meinhard Jacobsen, stjóri í Faroe Seafood, segði við Útvarpið í gjár, at tey hava søkt um makrelloyvi til trolararnar. Men eingi loyvi vóru komin.

Loyvini vóru klár fríggjadagin, sigur Andrass Kristiansen, deildarstjóri í Fiskimálaráðnum.

Fiskivinnustovan hevur skrivað 81 fiskiloyvi til makrel. 35 trolarar fáa loyvi og 38 bátar í bólki fimm. Hetta eru teir, sum ætla at dyrgja eftir makreli. Harafturat eru fimm nótaskip og trý ídnaðarskip.
 
Tipping 2010
Vel besta málið - lítil

Copyright © 2010 Kringvarp Føroya