| 22.15 |
Tónleikur
|
| 00.00 |
Tónleikur
|
| 06.30 |
Góðan morgun Føroyar
|
| 07.00 |
Tíðindi
|
| 07.05 |
Morgunlestur
|
|
| 23:10 | Dagur & Vika | | 23:30 | Veðrið | | 23:35 | Liðugt |
|
|
|
| |
Arbeiðsleys skulu í fiskivinnuna, heldur Reiðarafelagið týsdagur, 27. juli 2010 13.03 - Innland - Grækaris D. Magnussen | | | Skipanin við at ávísa arbeiðsleysum arbeiði í fiskivinnuni eigur at verða strammað upp. Hetta sigur formaðurin í Reiðarafelagnum og nevndarlimur í ALS, Viberg Sørensen, eftir at Útvarpið í gjárkvøldið vísti á, at línuflotin stendur og manglar einar 40 menn, samstundis sum umleið 800 menn standa skrásettir at vera arbeiðsleysir. |  |
Hóast arbeiðsloysið í Føroyum liggur um 6 prosent, so hevur serliga línuflotnin framvegis trupulleikar við at útvega manning. Tí hóast fleiri hundraðtals menn standa at vera tøkir á arbeiðsmarknaðinum, so gongur striltið á fáa fólk til línuskipini.
Í tíðindunum í gjárkvøldi, viðgekk ALS-stjórin, at støðan er óakseptabul og at trupuleikin verður viðgjørdur í ALS. Men hann vendi eisini kanónini móti reiðarunum sjálvum, sum ofta sjálvir seta seg í samband við fólk við listum frá ALS:
- Ein stórur trupulleiki er, at vit fáa ikki afturmelding frá arbeiðsgevarunum, hvørt persónurin hevur tikið við arbeiðinum ella ikki. Hesa afturmelding eiga vit at fáa, tí tekur fólk ikki av einum arbeiðstilboði, so eiga vit at fáa eina frágreiðing frá viðkomandi um, hví tað ikki verður tikið av arbeiðstilboðnum, sigur stjórin í Als, Ernst Jacobsen.
Men hví melda reiðarnir ikki aftur til ALS, tá ið arbeiðsleys nokta at mynstra við fiskiskipum. Formaðurin í Reiðarafelagnum, Viberg Sørensen, sum sjálvur eigur garnabátin Anitu, og sum hevur hevur merkt manningartrupulleikarnar, sigur soleiðis:
- Nei, tað er væl tí, at menninir verða irriteraðir, og tíma ikki at fáast við hatta har. So biðja teir viðhvørt ALS at útvega fólk, men úrslitið verður tað sama. Tað kemur fyri, at tú fært ein lista við monnum, men tú fært ikki samband við menninar, sigur Viðberg Sørensen.
Viberg Sørensen vísir á, at skipanin er heldur ikki nóg góð, tá ið tað eru tey á ALS, sum skulu útvega vinnuni arbeiðsfólk og vísir á eitt ítøkiligt dømi: Fyri nøkrum mánaðum síðani skuldu tey á ALS útvega fólk til reiðaran Jóhannus Martin Olsen, sum eigur 4 linuskip. 20 mans, sum høvdu neyðugu pappírini, stóðu at vera tøkir á einum lista hjá ALS. Reiðarin segði seg kunna brúka allar, men tá avtornaði fekk hann ongan.
Viberg Sørensen heldur, at skipanin má strammast upp og hevur í hesum sambandi biðið um hagtøl frá ALS fyri hvussu nógvir mans ið hava fingið karantenu ella eru koyrdir úr ALS-skipanini, eftir at hava sagt nei takk til ein kjans uttan nakra haldgóða grund:
- Tað er ikki nøktandi, at skip skulu liggja við bryggju um summarið, tí teimum manglar fólk, tá ið nógv fólk er tókt á arbeiðsmarknaðinum. Tað er ikki gott fyri landsbúskapin, heldur Viðberg Sørensen.
|
|
 |
|
|
|
|
|