| 22.15 |
Tónleikur
|
| 00.00 |
Tónleikur
|
| 06.30 |
Góðan morgun Føroyar
|
| 07.00 |
Tíðindi
|
| 07.05 |
Morgunlestur
|
|
| 23:10 | Dagur & Vika | | 23:30 | Veðrið | | 23:35 | Liðugt |
|
|
|
| |
Makrelurin í føroyskum sjógvi er er ein vansi fyri onnur fiskasløg týsdagur, 27. juli 2010 11.19 - Innland - Grækaris D. Magnussen | | | Meiri makrelur í føroyskum sjógvi ger, at onnur fiskasløg eru í vanda. Tað heldur Reiðarafelagið. Og Reiðarafelagið ger vart við seg, nú kanningar í íslendskum sjógvi vísa, at makrelur etur alt at kjafti rekur, eisini yngul hjá gagnfiski, so sum toski og hýsu. |  |
- Tað er nú meira enn eitt ár síðani, at vit her í Reiðarafelagnum vístu á júst hendan vandan. Vit spurdu, hvussu nógv av várgýtingini hjá toski, hýsu og upsa endaði sum makrelføði. Makrelurin er í føroyskum sjógvi júst ta tíðina, sum yngulin hjá toski, hýsu og upsa sveimar uppi í sjónum, stendur á heimasíðuni hjá Føroya Reiðarafelag.
Reiðarafelagið heldur, at Føroyar eiga at brúka hetta í samráðingunum við onnur lond um størri makrelkvotu.
Reiðarafelagið viðgjørdi eisini spurningin í ársfrágreiðingini fyri 2009 undir yvirskriftini "Makrelur er rovfiskur."
Eftir kanningarferðina hjá íslendsku fiskirannsóknarstovuni nú í summar spyrja íslendskir reiðarar tað sama sum teir føroysku og stúra fyri øllum ynglinum, sum endar sum makrelføði.
Føroyska Havstovan hevur júst kunngjørt úrslitini av yngulkanningunum fyri várgýtingina í føroyskum sjógvi. Um bara eitt vet av trúvirði er í kanningini hjá Havstovuni er orsøk til stúran. Tølini fyri øll fiskasløgini eru skelkandi lág, sigur Reiðarafelagið. Felagið vil hava hesar spurningar betur lýstar.
- Hetta stórmál órógvar okkum og nú eisini íslendingar sera nógv, sigur Reiðarafelagið.
|
|
 |
|
|
|
|
|