Útvarpsskráin
22.15  Tónleikur  Lurta eftir sendingini
00.00  Tónleikur 
06.30  Góðan morgun Føroyar 
07.00  Tíðindi 
07.05  Morgunlestur 
Sjónvarpsskráin
23:10 Dagur & Vika 
23:30 Veðrið 
23:35Liðugt 
Set ÚF til tína byrjunarsíðu



 
Tíðindi
Trætan um Páll Fanga framvegis óloyst
     týsdagur, 27. juli 2010 11.10 - Ítróttur - Grækaris D. Magnussen
Skriva Út  Send tíðindagrein 
Trætan um ólógliga bekklistan hjá 6 mannafarinum Páll Fanga úr Klaksvík er framvegis óloyst. Fundur var í gjárkvøldið millum tey feløgini, sum eru ónøgd og umboð fyri Páll Fanga, men sum skilst kom onki ítøkiligt burtur úr fundinum.Trætan um Páll Fanga framvegis óloyst

Sambært Portalinum segði Bjarni Hammer, bátsformaður á Tvørabátinum, eftir fundin, at partarnir fóru til hús uttan at vera komnir til eina semju.

Sostatt verður bíðað eftir avgerðini, sum dómsnevndin fer at taka, eftir at Froðbiar Sóknar Róðrarfelag hevur kært avgerðina hjá RSF um einans at revsa Páll Fanga við tveimum gulum kortum.

Kravið frá felagnum er, at Páll Fangi missur stig ella verður kolldømdur tær stevnur, har tað kann prógvast, at hann hevur róð við ólógligum bekklista.

Tað skilst á øðrum rógvarum, sum Portalurin hevur tosað við, at kemur ikki onnur avgerð frá dómsnevndini, stendur fráboðaða boykottið av ólavsøkuróðrinum við.
 
Tipping 2010
Vel besta málið - lítil

Copyright © 2010 Kringvarp Føroya