| 22.15 |
Tónleikur
|
| 00.00 |
Tónleikur
|
| 06.30 |
Góðan morgun Føroyar
|
| 07.00 |
Tíðindi
|
| 07.05 |
Morgunlestur
|
|
| 23:10 | Dagur & Vika | | 23:30 | Veðrið | | 23:35 | Liðugt |
|
|
|
| |
Fonsgulsleiðari hjá Reyðu Khmerunum dømdur mánadagur, 26. juli 2010 16.39 - Útland - Grækaris D. Magnussen | | | Illa gitni fongsulsleiðarin hjá Reyðu Khmerunum, Kaing Guek Eav, kendur undir eyðknevninum "Duch", er funnin sekur í brotsgerðum móti mannaættini. Og hann er nú dømdur 35 ára fongsulsrevsing. |  |
Duch var eisini funnin sekur í drápi og píning sum fongsulsleiðari í illa kenda Tuol Sleng-fongslinum í Pnom Penh, tá Reyðu Khmerarnir stjórnaðu Kambodja í sjeytiárunum.
Duch er fyrsti leiðarin hjá Reyðu Khmerunum, ið er komin fyri ein altjóða dómstól, og hundraðtals kambodiarar vóru til staðar, tá dómurin varð kunngjørdur. Reyðu Khmerarnir eru illtonktir fyri at hava gjørt av við hálvaaðru til tvær milliónir cambodiarar, og verður mett sum eitt satt ræðslustýri.
Ákærin kravdi annars, at 67 ára gamli fyrrverani lærarin í støddfrøði skuldi í fongsul í minsta lagi 40 ár. Men dómarin gava honum 35 ár - við møguleika fyri at vera leyslatin eftir 30 ár.
Duch bað annars um fyrigeving fyri tær 15.000 avrættingarnar í Tuol Sleng. Men samstundis bað hann um at vera fríkendur við teirri grundgeving, at hann á ongan hátt var evsti leiðarin hjá Reyðu Khmerunum í Tuol Sleng-fongslinum.
Men dómarin vísti uppáhaldinum aftur.
- Leikluturin, hann spældi sum ósvikaligi leiðarin í Tuol Sleng váttar egna frágreiðing hansara, vitnini og sivilu partarnir, segði Nil Nonn, dómari, tá hann las dómin upp.
- Hvørt einasta menniskja, sum var fongslað í Tuol Sleng, stóð andlit til andlits við vísa avrætting sambært kambodjanska kommunistaflokkinum, hvørs mál var at beina av vegnum hvønn einasta fígginda, segði dómarin.
|
|
 |
|
|
|
|
|