| 22.15 |
Tónleikur
|
| 00.00 |
Tónleikur
|
| 06.30 |
Góðan morgun Føroyar
|
| 07.00 |
Tíðindi
|
| 07.05 |
Morgunlestur
|
|
|
|
| |
Føroyingar til Póllands at lesa til lækna mánadagur, 26. juli 2010 15.38 - Innland - Grækaris D. Magnussen | | | Alsamt fleiri ungir føroyingar fara til Póllands at útbúgva seg til lækna. Komandi lestrarár eru 16 føroyingar í ferð við at útbúgva seg til lækna í Póllandi. Ein føroyingur, sum júst er sloppin inn á universitetið í Stettin í Póllandi, er 19 ára gamli Meinhard Ordind úr Havn. |  |
Frammanundan lesa 11 føroyingar til lækna á sama universiteti í Póllandi, og komandi ár byrja 5 føroyingar aftrat at lesa til lækna í Stettin.
Meinhard Ortind hevur leingið ætlað at lesa til lækna, men hann hevði ikki rættiliga hug at fara vanligu leiðina til Danmarkar.
- Eg hevði hug at royna okkurt annað enn tað vanliga, og tí valdi eg at fara til Póllands. Frálæran er eisini á enskum, og útbúgvingin er líka góð sum í Danmark, sigur Meinhard Ortind.
Tað eru fýra ár síðan fyrstu føroyingarnir leitaðu sær til Pólands at lesa til lækna. Ein av orsøkunum er, at tað er lættari at sleppa inn at lesa til lækna í Póllandi enn eitt nú í Danmark. Men sjálv útbúgvingin er á sama stigi sum aðrastaðni.
Leiðarin á Altjóða skrivstovuni, Holger Arnbjerg, sigur, at ongin ivi er um, at læknaútbúgvingin í Póllandi er á hædd við donsku læknaútbúgvingina. Hann vísir eisini á, at eystur evropeisku londini eru kend fyri at vera væl fyri á náttúruvísindaligu økjunum.
Og læknalesandi føroyingarnir í Póllandi klára seg væl.
- Teir hava klárað seg væl, og lokið próvtøkurnar til ásetta tíð. Og ongin teirra er givin við lestrinum, sigur Holger Arnbjerg.
Sjálvt um nøkur ár eru til hann hevur tikið seinastu próvtøkuna, er Meinhard Ortind ikki í iva um, hvagar leiðin gongur, tá hann er liðugur sum lækni. Hann ætlar at koma heim aftur til Føroya at arbeiða.
Læknaútbúgvingin tekur seks ár. Tað merkir, at um tvey ár eru fyrstu føroyingarnir lidnir at lesa til lækna í Póllandi.
|
|
 |
|
|
|
|
|