Útvarpsskráin
22.15  Tónleikur  Lurta eftir sendingini
00.00  Tónleikur 
06.30  Góðan morgun Føroyar 
07.00  Tíðindi 
07.05  Morgunlestur 
Sjónvarpsskráin
23:10 Dagur & Vika 
23:30 Veðrið 
23:35Liðugt 
Set ÚF til tína byrjunarsíðu



 
Tíðindi
Treytaleysa fongsulsrevsing í 50 dagar fyri at smugla hash
     mánadagur, 26. juli 2010 15.18 - Innland - Grækaris D. Magnussen
Skriva Út  Send tíðindagrein 
Ætlanin var at selja hash í Føroyum. Tað viðgekk ein íslendingur í Føroya rætti í dag. Maðurin varð tikin á flogvøllinum fyri 12 døgum síðani. Í dag fekk maðurin 50 daga treytaleysa fongsulsrevsing.Treytaleysa fongsulsrevsing í 50 dagar fyri at smugla hash

Tá maðurin hevur sitið dómin, verður hann útvístur við forboði móti at koma til Føroya í trý ár. Maðurin tók við dóminum.

Maðurin segði í Føroya rætti fyrrapartin, at hann ætlaði at selja hashið í Føroyum. Hann hevur ongantíð verið í Føroyum fyrr.

Tað var eisini at kalla alt, sum hann vildi siga.

Hann vildi ikki siga, um hann hevði havt samband við nakran í Føroyum, áðrenn hann kom, ella, um hann var sendur til Føroya at selja.

Maðurin, sum fylti 27 ár í varðhaldinum í Havn leygardagin, smuglaði hashið innvortis. Fýra stórar molar hevði hann í endatarminum og 98 hashkúlur svølgdi hann, áðrenn hann fór til Føroya tann 14.juli.

Men á flogvøllinum í Vágum sýndi hashhundurin manninum ans, og hann varð tikin. Fyrstu dagarnar var hann á Landssjúkrahúsinum til hashið var komið útaftur. Síðani varð hann fluttur í varðhaldið.

Meðan hann var á sjúkrahúsinum varð hann in absentia varðhaldsfongslaður í grundlógaravhoyring.

Dagarnir, maðurin hevur verið varðhaldsfongslaður, verða drignir frá teimum 50 døgunum, hann er dømdur at sita.
 
Tipping 2010
Vel besta málið - lítil

Copyright © 2010 Kringvarp Føroya