| 22.15 |
Tónleikur
|
| 00.00 |
Tónleikur
|
| 06.30 |
Góðan morgun Føroyar
|
| 07.00 |
Tíðindi
|
| 07.05 |
Morgunlestur
|
|
| 23:10 | Dagur & Vika | | 23:30 | Veðrið | | 23:35 | Liðugt |
|
|
|
| |
Varðhaldsfongsling longd til 18. august mánadagur, 26. juli 2010 14.36 - Innland - Grækaris D. Magnussen | | | Maðurin, sum er skuldsettur fyri at hava ætlað at beint fyri Finn Ougaard, varafúta, skal sita í varðhaldi eina tíð aftrat - fyribils til 18. august. Tá tann tíðin er farin, hevur maðurin verið hálvan fjórða mánað í varðhaldinum. |  |
Maðurin hevur verið í varðhaldinum í Havn síðani 5.mai, dagin eftir hendingina í túninum hjá Føroya rætti, tá tann 41 ára gamli maðurin stakk varafútan í lærið.
Rætturin hevur gjørt av, at maðurin skal bæði mentalkannast og persónkannast.
Kriminalforsorgin stendur fyri persónkanningini og Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum fyri mentalkanningini.
Ákæruritið verður ikki skrivað, fyrr enn kanningarnar eru lidnar.
Maðurin er bæði persónkannaður og mentalkannaður fyrr. |
|
|
|
|
|
|