Útvarpsskráin
22.15  Tónleikur  Lurta eftir sendingini
00.00  Tónleikur 
06.30  Góðan morgun Føroyar 
07.00  Tíðindi 
07.05  Morgunlestur 
Sjónvarpsskráin
23:10 Dagur & Vika 
23:30 Veðrið 
23:35Liðugt 
Set ÚF til tína byrjunarsíðu



 
Tíðindi
Kríggið móti yvirgangi rættiliga kostnaðarmikið
     mánadagur, 26. juli 2010 14.27 - Útland - Grækaris D. Magnussen
Skriva Út  Send tíðindagrein 
Tvær milliardir krónur um dagin. Tað er upphæddin, sum amerikanskir skattgjaldarar hava goldið hvønn einasta dag í skjótt 9 ár, vísir ein frágreiðing hjá Congressional Research Service.Kríggið móti yvirgangi rættiliga kostnaðarmikið

Hermótini eru Afganistan og Irak
Kongressin hevur játtað umleið 6.000 milliardir krónur til kríggið í Irak og Afganistan síðan yvirgangsálopið móti USA heystið 2001, sæst í frágreiðingini.

Kríggið í Irak hevur kostað amerikonsku skattgjaldarunum umleið 4.000 milliardir krónur, meðan kríggið í Afganistan og hernaðarlig átøk aðrastaðni í heiminum hava kostað slakar 2.000 milliardir krónur.

Annar heimsbardagi var rættiliga kostnaðarmikil fyri USA, umleið 1.800 milliardir krónur, og tað svaraði til 36 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni. Verða hesi tøl roknað um til 2010-dollarar, brúkti USA einar 25.000 milliardir krónur upp á 2. heimspardaga.

Vjetnamkríggið kostaði USA umleið 4.000 milliardir krónur, verður sagt í frágreiðingini.

CRS ávarar, hóast frágreiðingina, ímóti at taka tølini fyri annað enn eina meting. Til dømis eru útreiðslur til krígsveteranar, stuðul til tey sameindu, og rentuútreiðslur til lán, sum eru tikin at fíggja kríggini og hernaðarlig átøk, ikki tikin við í útrokningarnar.

Í løtuni er ein fyrispurningurin til viðgerðar í Kongressini um eykajáttan til kríggið í Irak og kríggið í Afganistan áljóðandi 200 milliardir krónur í ár. Barack Obama, forseti, hevur eisini biðið um góðar 900 milliardir krónur at kríggjast fyri næsta ár.

Síðan Barack Obama gjørdist forseti, hevur hann hert kríggið í Afganistan. Men hann hevur samstundis minkað talið av hermonnum í Irak, skrivar norska tíðindastovan, NTB.
 
Tipping 2010
Vel besta málið - lítil

Copyright © 2010 Kringvarp Føroya