| 22.15 |
Tónleikur
|
| 00.00 |
Tónleikur
|
| 06.30 |
Góðan morgun Føroyar
|
| 07.00 |
Tíðindi
|
| 07.05 |
Morgunlestur
|
|
| 23:10 | Dagur & Vika | | 23:30 | Veðrið | | 23:35 | Liðugt |
|
|
|
| |
Norsk reiðaravirki ørg inn á føroyingar mánadagur, 26. juli 2010 10.53 - Innland - Grækaris D. Magnussen | | | Føroyar kunnu noyða ES og Norra til at stýra sínum makrelfiskiskapi soleiðis, at hann sum frá líður ikki er burðardyggur. |  |
Norskum reiðarum dámar einki, at føroyingar nú sleppa at fiska og lata øðrum 85.000 tons av makreli í ár, tríggjar ferðir meira enn Norra og ES siga, at føroyingar eiga.
Stjórin í norska reiðarafelagnum, Audun Maråk, sigur á heimasíðu felagsins, at avgerðin hjá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, er sera óheppin. Avgerðin fer at gera samráðingarnar um kvotubýtið millum londini torførari.
Audun Maråk sigur, at ES og Norra, sum saman hava umsitið makrelstovnin, kunnu ikki gjalda rokningina fyri ábyrgdarleysa fiskiskapin hjá Føroyum og Íslandi. Tað ber ikki til, at kvoturnar hjá ES og Norra minka, tí Føroyar og Ísland fiska skilaleyst.
Norski reiðarastjórin sigur, at minkar stovnurin, verður minni at fáa í føroyskum sjógvi og í íslendskum sjógvi. Hann sigur, at longu nú er minni at fáa har, tí sjógvurin er vorðin kaldari.
- Vit eiga at hugsa um framtíðina eisini og ikki geva Føroyum og Íslandi størri part enn ferðingin hjá makrelinum yvir ár loyvir, sigur Audun Maråk. Og hetta er knappliga fimm prosent til føroyingar og einki til íslendingar.
Men landsstýrið sigur, at Føroyar eiga minst 15 prosent. Og tá heildarkvotan, sum fiskifrøðin mælir til í ár, er 572.000 tons, er føroyski parturin 85.000 tons. Og tað samtykti landsstýrið hósdagin.
|
|
 |
|
|
|
|
|