| 22.15 |
Tónleikur
|
| 00.00 |
Tónleikur
|
| 06.30 |
Góðan morgun Føroyar
|
| 07.00 |
Tíðindi
|
| 07.05 |
Morgunlestur
|
|
| 23:10 | Dagur & Vika | | 23:30 | Veðrið | | 23:35 | Liðugt |
|
|
|
| |
Vestergaard útskrivar eginkvotu á 85.000 tons av makreli hósdagur, 22. juli 2010 15.39 - Annað - | | | Eftir landsstýrisfundin í Øravík er greitt, at føroyingar fáa 85.000 tons av makreli. Tað segði Jacob Vestergaard fyri lítlari løtu síðan í samrøðu við heimasíðuna hjá Kringvarpinum. |  |
Spurdur um hann hevur undirtøku í landsstýrinum fyri at skriva út eginkvotuna á 85.000 tons, sigur Jacob Vestergaard, at hann í hvussu er hevur partvís undirtøku.
- Fólk eru sjálvandi ymisk á máli, men eg havi so partvísa undirtøku fyri at útskriva eginkvotuna á 85.000 tons av makreli, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.
Hann ber ongan ótta fyri, at hini strandalondini, Noreg og ES, fara at taka nøkur stig í sambandi við føroysku avgerðina í makrelmálinum. Landsstýrismaðurin heldur, at tað í mesta lagi kemur ein "peikifingur", men meira verður tað ikki.
Sum higartil ætlað verða tað skipini í Felagnum Nótaskip, sum fáa nógv størsta partin av makrelinum. Men Jacob Vestergaard vil ikki nevna nøkur tøl enn.
- Vit koma at býta út eftir einum ávísum býtislykli, har meginparturin fer til nótaskipini, sigur Jacob Vestergaard.
Landsstýrismaðurin sigur, at loyvini verða útskrivað beinanvegin. |
|
 |
|
|
|
|
|