Útvarpsskráin
22.15  Tónleikur  Lurta eftir sendingini
00.00  Tónleikur 
06.30  Góðan morgun Føroyar 
07.00  Tíðindi 
07.05  Morgunlestur 
Sjónvarpsskráin
23:10 Dagur & Vika 
23:30 Veðrið 
23:35Liðugt 
Set ÚF til tína byrjunarsíðu



 
Tíðindi
Grønlendingar fara at krevja endurgjald frá dønum
     hósdagur, 22. juli 2010 15.05 - Annað -
Skriva Út  Send tíðindagrein 
Forkvinnan í grønlendska Siumut flokkinum, Aleqa Hammond, fer nú aftur at reisa málið um endurgjald til teir 22 grønlendingarnar, ið sum børn vórðu tvingsislflutt til Danmarkar í 1951.Grønlendingar fara at krevja endurgjald frá dønum

Tað veit grønlendska blaðið Sermitsiaq at siga.

Higartil hevur Fólkatingið víst øllum krøvum um endurgjald aftur við tí grundgeving, at tvingsilsflytingin av grønlendsku børnunum ikki var brot á lógina.

Málið er komi fram aftur, nú ein meirluti í danska Fólktinginum møguliga er sinnaður at lata endurgjald til teir meir enn 6000 danirnar, sum bliv tvingsils-steriliserað í tíðarskeiðnum 1932 til 1967, tí teir vórðu mettir at vera menningartarnaðir.

Tað var heldur ikki brot á táverandi lóggávu at tvingsils-sterilisera tey menningartarnaðu

Um tað málið nú kortini verður tikið upp aftur kann tað gerast fordømi soleiðis at málið um tvingsilsfluttu grønlendsku børnini eisni kann roynast av nýggjum, siga grønledskir løgfrøðingar, sambært Sermitsiaq.
 
Vel besta málið - lítil
Tipping 2010

Copyright © 2010 Kringvarp Føroya