Útvarpsskráin
22.15  Tónleikur  Lurta eftir sendingini
00.00  Tónleikur 
06.30  Góðan morgun Føroyar 
07.00  Tíðindi 
07.05  Morgunlestur 
Sjónvarpsskráin
23:10 Dagur & Vika 
23:30 Veðrið 
23:35Liðugt 
Set ÚF til tína byrjunarsíðu



 
Tíðindi
Ongin ætlan at endurskoða hvalvágirnar
     hósdagur, 22. juli 2010 14.49 - Annað -
Skriva Út  Send tíðindagrein 
Í løtuni er eingin ætlan um at endurskoða kunngerðina um hvalvágir, heldur ikki eftir nógv umrødda grindadrápið í Klaksvík mánamorgunin. Ongin ætlan at endurskoða hvalvágirnar

Í einari kunngerð frá 1989, sum ikki er broytt síðani 2001, stendur tilskilað, hvar í landinum loyvt er at drepa grind.
Sambært kunngerðini eru 20 góðkendar hvalvágir. Ein teirra er Klaksvík, men bara millum Víkarnar og Heimaru kei.

Andrass Kristiansen, deildarstjóri í Fiskimálaráðnum, sigur, at eingin ætlan er í løtuni um at endurskoða og broyta kunngerðina, hóast hon hevur verið óbroytt í níggju ár.

Og spurningurin um Klaksvík er egnað hvalvág er als ikki viðgjørdur í Fiskimálaráðnum eftir drápið mánamorgunin.
Fyrr er eitt ynski um at fáa Borðoyavík góðkenda sum hvalvág viðgjørt. Men Heilsufrøðiliga starvsstova mælti frá, tí sjógvurin í víkini er ikki nóg reinur, og tí fekk Borðoyavík ikki góðkenning sum hvalvág.


 
Vel besta málið - lítil
Tipping 2010

Copyright © 2010 Kringvarp Føroya