| 22.15 |
Tónleikur
|
| 00.00 |
Tónleikur
|
| 06.30 |
Góðan morgun Føroyar
|
| 07.00 |
Tíðindi
|
| 07.05 |
Morgunlestur
|
|
|
|
| |
Djóraverndarfelagið finst at grindadrápinum í Klaksvík hósdagur, 22. juli 2010 14.42 - Annað - | | | Eitt minsta krav átti at verið sett teimum, sum kunnu luttaka í grindadrápi. Tað heldur næstformaðurin í Djóraverndarfelagnum. Hann heldur lítið um tað, sum fór fram í grindadrápinum í Klaksvík mánamorgunin. |  |
- Hatta sá ikki serliga virðiligt út, og øll hava krav upp á eitt virðiligt lív og ein virðiligan deyða. Tað var so ikki tað, sum hendi í grindadrápinum í Klaksvík, sigur næstformaðurin í Djóraverndarfelagnum, Rúni Nielsen. Honum dámdi illa tað, hann sá í Degi og Viku frá grindadrápinum í Klaksvík mánadagin. Og tað var serliga tað eina brotið, honum dámdi illa.
- Eg hugsi um tann eina hvalin, sum varð hildin upp at einum deksbáti. Har svimur ein maður út til hvalin, og høggur í hann fleiri ferðir, og tú hoyrir menn frá bátinum rópa "høgg í kúluna høgg í kúluna". Tað fyrikom mær bæði klossut og óprofessjónelt. Og har var sóknarongul brúktur, men tú kundi saktans brúkt blástrarongul í staðin, tað hevði verið nógv humanari, sigur Rúni Nielsen. Og eftir hansara meting var talan um djórapínslu.
Hann leggur dent á, at tað er neyðugt við einum minstamarki av vitan, áðrenn tú fert í grind.
- Tá tú fæst við veiðu aðrastaðni, krevst loyvi av ymsum slag, og tað haldi eg, at vit áttu at fari at umhugsa í sambandi við grindadráp, sigur Rúni Nielsen.
|
|
 |
|
|
|
|
|