Útvarpsskráin
10.15  Tit skriva vit spæla  Lurta eftir sendingini
11.00  Tónleikur 
12.00  Middagstónleikur 
12.20  Tíðindi 
12.32  Døgurðatónleikur 
Sjónvarpsskráin
16:25 D&V við teknmálstulki 
16:54 Veðrið 
17:00 Rógvi og Drekin 22 
17:25 Timmy tíð 
Set ÚF til tína byrjunarsíðu



 
Tíðindi
HB fekk stórsteypið
     sunnudagur, 14. mars 2010 23.19 - Ítróttur - Tórður Mikkelsen
Skriva Út  Send tíðindagrein 
Árligi stórsteypadysturin millum føroyameistarar og steypavinnarar fekk sama vinnara sum í fjør. Aftur í ár vann HB stórsteypið. Føroyameistararnir vunnu 2-1 á steypavinnarunum í Víkingi.HB fekk stórsteypið

Tíðliga í dystinum var tað liðskiparin, Fróði Benjaminsen, sum legði HB á odda. Nakað fyri hálvleik javnaði Finnur Justinussen fyri Víking. Nógv bendi á, at neyðugt varð við longdari leiktíð ella brotssparkskapping, men stutt fyri leiklok var Rógvi Poulsen á blettinum og gjørdi sigursmálið fyri HB, tá ein bóltur frá Andrew av Fløtum kom inn fyri málið.

Og so kundi liðskiparin hjá HB, Fróði Benjaminsen, annað árið á rað taka ímóti stórsteypinum.
 
Vel besta málið - lítil
Tipping 2010

Copyright © 2010 Kringvarp Føroya