| 10.15 |
Tit skriva vit spæla
|
| 11.00 |
Tónleikur
|
| 12.00 |
Middagstónleikur
|
| 12.20 |
Tíðindi
|
| 12.32 |
Døgurðatónleikur
|
|
| 16:25 | D&V við teknmálstulki | | 16:54 | Veðrið | | 17:00 | Rógvi og Drekin 22 | | 17:25 | Timmy tíð |
|
|
|
| |
Jóan Símun Edmundson skeyt mál fyri Newcastle hósdagur, 11. mars 2010 17.28 - Ítróttur - Leivur Frederiksen | | | Jóan Símun Edmundson skoraði fyri eykaliðið hjá Newcastle í venjingardysti móti skotska Hibernian. Jóan Símun var millum teir fyrstu ellivu sum byrjaðu. |  |
Jóan Símun Edmundson gjørdi góða reklamu fyri sær sjálvum, tá hann skoraði móti Hibernian, tí millum áskoðarnar var høvuðsvenjarin, Chris Hughton.
Eykaliðið hjá Newcastle vann 4-1 á Hibernian í venjingardysti. Tað var føroyski landsliðsleikarin, sum legði Newcastle á odda 1-0.
Joey Barton, sum hevur leikt fleiri landsdystir fyri Ongland var við aftur á liðnum, eftir at hava verið skaddur. Og tað var júst Barton, sum spældi Jóan Símun frían.
Heimasíðan hjá Newcastle skrivar, at Jóan Símun var ísakaldur framanfyri málinum og skeyt bóltin upp í handara horn. Málmaðurin hevði ongan møguleika at bjarga, skrivar heimasíðan nufc.co.uk
|
|
|
|
|
|
|