| 10.15 |
Tit skriva vit spæla
|
| 11.00 |
Tónleikur
|
| 12.00 |
Middagstónleikur
|
| 12.20 |
Tíðindi
|
| 12.32 |
Døgurðatónleikur
|
|
| 16:25 | D&V við teknmálstulki | | 16:54 | Veðrið | | 17:00 | Rógvi og Drekin 22 | | 17:25 | Timmy tíð |
|
|
|
| |
Ungu rennarnir kláraðu seg aftur væl í dag sunnudagur, 07. mars 2010 23.53 - Ítróttur - Leivur Frederiksen | | | Aftur í dag gjørdu ungu føroysku rennarnir um seg í innandura Danmarksmeistaraheitinum í frælsum ótrótti. |  |
Í gjár vunnu føroysku rennarnir tvey gull og eitt silvur. Í dag lá aftur væl fyri í kappingini sum verður hildin í Skive.
Bjørk Herup Olsen, sum luttekur fyri gentur 18-19 ár, rann 1.500m og vann gull við tíðini 4.47,95 min og gjørdist sostatt tvífaldur DM vinnari.
Marnar Djurhuus, sum luttekur fyri dreingir 14-15 ár, gjørdist eisini DM vinnari í dag. Hann rann 1.500m og vann gull við tíðini 4.25,73 min.
Rúni Seloy sum luttekur fyri dreingir 16-17 ár rann 400m og vann bronsu við tiðini 52,35 sek, og er tað nýtt føroyskt innanduramet.
Rebekka Fuglø rann 400m, og Jan Elmar Sørensen rann 1.500m, men tíðin hjá teimum rakk ikki til nakað heiðursmerki.
|
|
|
|
|
|
|