| 07.00 |
Tíðindi
|
| 07.05 |
Morgunlestur
|
| 07.15 |
Barnaútvarpið
|
| 07.30 |
Tíðindi
|
| 07.35 |
Góðan morgun Føroyar
|
|
| 17:25 | D&V við teknmálstulki | | 17:54 | Veðrið | | 18:00 | Klú! 1:8 | | 18:18 | Timmy tíð |
|
|
|
| |
Kvinnulandsliðið til Algarve Cup tikið út hósdagur, 04. februar 2010 22.28 - Ítróttur - Tórður Mikkelsen | | | Føroyameistararnir KÍ eru best umboðaðar á fótbóltslandsliðnum hjá kvinnum, sum Álvur Hansen, landsliðsvenjari, í dag hevur tikið út til Algarve Cup í Portugal seinast í hesum mánaðinum. |  |
Fýra leikarar eru úr KÍ. Steypavinnararnir AB og Skála hava tríggjar leikarar í part á landsliðnum. Í Algarve Cup eru Føroyar í C-bólkinum saman við Portugal, Rumenia og Eysturríki.
Teir 17 leikararnir, ið Álvur Hansen, landsliðsvenjari, hevur tikið út til kappingina, eru hesir:
AB: Asta Magnussen, Steintóra Joensen, Olga Kristina Hansen B68/NSÍ: Ansy Sevdal HB: Liljan av Fløtum Petersen KÍ: Sigrid Jacobsen, Malena Josephsen, Rannvá B. Andreasen, Randi S. Wardum Skála: Fríðrún Danielsen, Kirstenbjørg Frederiksberg, Evi Mikkelsen Víkingur: Rósa Magnussen, Heidi Sevdal BK Skjold (DK): Sólvá Joensen Team Viborg (DK): Bjarta Ó. Johansen Karlsruher SC (TÝ): Mona Breckmann
Fyrsta venjingin hjá kvinnulandsliðnum verður í morgin í Havn. Tilsamans eru 10 venjingar áðrenn farið verður úr Føroyum 21. februar. Ferðalagið verður aftur í Føroyum 4. mars.
Fyrsti landsdysturin hjá føroyska liðnum verður 24. februar móti Portugal. Tveir dagar seinni er dystur móti Eysturríki á skránni. 1. mars spæla Føroyar og Rumenia. Og 3. mars verður seinasti dysturin sum avger, hvar í røðini føroyska liðið endar í kappingini.
|
|
 |
|
|
|
|
|