Útvarpsskráin
06.30  Góðan morgun Føroyar  Lurta eftir sendingini
07.00  Tíðindi 
07.05  Morgunlestur 
07.15  Barnaútvarpið 
07.30  Tíðindi 
Sjónvarpsskráin
17:25 D&V við teknmálstulki 
17:54 Veðrið 
18:00 Klú! 1:8 
18:18 Timmy tíð 
Set ÚF til tína byrjunarsíðu



 
Tíðindi
H71 serfrøðingar í at kasta sigurin burtur
     mikudagur, 03. februar 2010 21.17 - Ítróttur - Tórður Mikkelsen
Skriva Út  Send tíðindagrein 
Tá hoyvíkingar vitjaðu Kyndil í høllini á Hálsi í kvøld, hendi tað sama sum móti strandingum leygardagin. H71 hevði greiða leiðslu stutt fyri leiklok, men endaði við at spæla javnleik. Úrslitið í kvøld var 28-28.H71 serfrøðingar í at kasta sigurin burtur

Hetta var ein dystur um pláss í FM-finaluni móti Neistanum. Undan dystinum vóru Kyndil og H71 á øðrum og triðja plássi við 12 stigum í part. Vann annað liðið í kvøld, hevði tað lagt sjógv millum seg og liðini niðanfyri.

Kyndil var á odda við tveimum málum í hálvleikinum og kom uppá 17-13 í byrjanini av øðrum hálvleiki. So komu hoyvíkingarnir. Og tá umleið fimm minuttir vóru eftir av dystinum, var H71 á odda við fýra málum.

Men teir seinastu minuttirnar av dystinum brendu hoyvíkingar nógv, tí málmaðurin hjá Kyndli, Erlendur Johannesen, tók tað mesta.

Útvísingar í endanum av dystinum kostaðu eisini hoyvíkingum nógv. Kyndil javnaði í allar seinasta álopinum. Soleiðis sum dysturin gekk er lítið at ivast í, at teir í Kyndli eru betur nøgdir við javnleikin enn H71.

Regin Petersen, sum var millum berandi kreftirnar á liðnum hjá Kyndli áðrenn hann fór uttanlands at lesa, er komin aftur. Hann varð mest brúktur í verjupartinum, og tað gjørdi verjuna tættari enn hon hevur verið í fleiri øðrum dystum í seinastuni.

Fyri Kyndil skoraði Janus Einar Sørensen átta mál og Bárður Johannesen sjey. Fyri H71 var Dánjal Tórgarð toppskjútti við átta málum.

Atlantic Airways kappingin:
Kyndil-H71 28-28 (15-13)

Støðan:

1. Neistin 22
2. H71 13
3. Kyndil 13
4. StÍF 11
5. KÍF 11
6. VÍF 10

H71 og Kyndil hava leikt 14 dystir. Hini fýra liðini hava leikt 13 dystir.
 
Tipping 2010
Vel besta málið - lítil

Copyright © 2010 Kringvarp Føroya