| 07.00 |
Tíðindi
|
| 07.05 |
Morgunlestur
|
| 07.15 |
Barnaútvarpið
|
| 07.30 |
Tíðindi
|
| 07.35 |
Góðan morgun Føroyar
|
|
| 17:25 | D&V við teknmálstulki | | 17:54 | Veðrið | | 18:00 | Klú! 1:8 | | 18:18 | Timmy tíð |
|
|
|
| |
Avgerandi dystir bæði í flogbólti og hondbólti mikudagur, 03. februar 2010 14.10 - Ítróttur - Tórður Mikkelsen | | | Í kvøld eru avgerandi dystir í Eikliguni í flogbólti. Hjá kvinnum tekur oddaliðið SÍ ímóti Fleyr í Sørvági, og hjá monnum tekur oddaliðið Mjølnir ímóti Fleyr í Klaksvík. Í hondbólti hjá monnum er lykladystur í høllini á Hálsi í Havn millum Kyndil og H71 í Atlantic Airways kappingini. |  |
Áhugaverdasti dysturin í flogbólti í kvøld er kvinnudysturin í Sørvági millum SÍ og Fleyr. Sunnudagin tapti SÍ fyrsta dystin í hesum kappingarárinum móti TB í Trongisvági, og nú stigini eru farin í helt, er SÍ bara tvey stig frammanfyri nummar tvey, sum er TB. Fleyr liggur á fjórða plássi og er fýra stig aftanfyri oddaliðið.
TB-kvinnur hava frí hetta umfarið. Men Mjølnir, sum bara er eitt stig aftanfyri TB, tekur í kvøld ímóti ÍF í Klaksvík. Hjá kvinnum er veruligur spenningur komin í, hvørji tvey lið koma í finaluna um føroyameistaraskapin.
Hjá monnum bendir alt á, at tað verða Mjølnir og SÍ, sum koma í FM-finaluna. Ein dystur hjá monnum er í kvøld. Mjølnir tekur ímóti Fleyr í Klaksvík, og um havnarmenn ikki vinna í kvøld, so sær tað meira enn svart út hjá teimum at koma í finaluna. Mjølnir tapti sunnudagin í Sørvági, og tí er nú bara eitt stig á muni millum oddaliðini bæði.
Í hondbóltskappingini hjá monnum er áhugaverdur lykladystur í høllini á Hálsi millum Kyndil og H71. Hetta eru tey bæði liðini, sum í løtuni liggja nummar tvey og trý í sera spennandi kappingini. Liðið, sum vinnur í kvøld, kann geva sær sjálvum ein stóran fyrimun í kappingini.
Eikligan kvinnur: Kl. 17.30 Mjølnir-ÍF Kl. 19.00 SÍ-Fleyr Kl. 19.00 Dráttur-KÍF
Støðan: 1. SÍ 11 2. TB 9 3. Mjølnir 8 4. Fleyr 7 5. Dráttur 5 6. ÍF 2 7. KÍF 0
Eikligan menn: Kl. 19.30 Mjølnir-Fleyr
Støðan: 1. Mjølnir 13 2. SÍ 12 3. Fleyr 8 4. ÍF 0
Atlantic Airways kappingin: 19.00 Kyndil-H71
Støðan: 1. Neistin 22 2. H71 12 3. Kyndil 12 4. StÍF 11 5. KÍF 11 6. VÍF 10
|
|
 |
|
|
|
|
|