| 06.00 |
Morguntónleikur
|
| 06.30 |
Góðan morgun Føroyar
|
| 07.00 |
Tíðindi
|
| 07.05 |
Morgunlestur
|
| 07.15 |
Barnaútvarpið
|
|
| 17:25 | D&V við teknmálstulki | | 17:54 | Veðrið | | 18:00 | Klú! 1:8 | | 18:18 | Timmy tíð |
|
|
|
| |
J&K fekk ikki grønlendska verkætlan hóast lægstir mikudagur, 03. februar 2010 01.56 - Innland - Tórður Mikkelsen | | | Byggifelagið J&K Petersen hevði saman við MT Højgaard lægsta tilboðið at gera vatnorkuverk í Ilulissat. Kortini fekk føroyska og danska samtakið ikki størsta arbeiðið av sínum slag í Grønlandi. Eftir heildarmeting er verkætlanin hjá Pihl&Søn vald fram um, hóast hon er omanfyri 40 mió. kr. dýrari. |  |
-Vit hava nú fingið at vita, at okkara samtak fær ikki arbeiðið. Grundgevingin er, at ein heildarmeting er gjørd, og verkætlanin hjá Pihl&Søn er vald fram um okkara. Vit eru sera hørm um hesa avgerð, men byggiharrin hevur allan avgerðarættin, sigur J&K Petersen á sínari heimasíðu.
Sum skilst varð arbeiðið boðið út í fjørvár millum trý norðurlendsk byggisamtøk. Tilboðini vórðu latin upp í september. Tilboðið hjá J&K Petersen og MT Højgaard var 542 mió. kr. Byggifelagið Pihl&Søn hevði næstlægsta tilboð, sum var 585 mió. kr.
Grønlendska landsstýrið viðgjørdi tilboðini og gjørdi tilmæli til fíggjarnevndina hjá landstinginum.
Fekk J&K Petersen uppgávuna í Grønlandi, hevði hetta verið teirra størsta avbjóðing nakrantíð. Føroyska og danska samtakið hevur royndir í vatnorkuútbygging, tí tað stendur fyri Eiði 2 hjá SEV.
-Vit hava tó prógvað, at vit eru kappingarførir í prísi tá stórar verkætlanir verða bodnar út, staðfestir byggifelagið J&K Petersen á heimasíðuni.
Mynd: jkp.fo |
|
 |
|
|
|
|
|