Útvarpsskráin
06.00  Morguntónleikur  Lurta eftir sendingini
06.30  Góðan morgun Føroyar 
07.00  Tíðindi 
07.05  Morgunlestur 
07.15  Barnaútvarpið 
Sjónvarpsskráin
17:25 D&V við teknmálstulki 
17:54 Veðrið 
18:00 Klú! 1:8 
18:18 Timmy tíð 
Set ÚF til tína byrjunarsíðu



 
Tíðindi
Portørarnir í verkfall klokkan átta í morgin
     týsdagur, 02. februar 2010 18.27 - Innland - Leivur Frederiksen
Skriva Út  Send tíðindagrein 
Arbeiðssteðgurin hjá portørunum er avlýstur, men í staðin hevur Starvsmannafelagið lýst verkfall fyri portørarnar. Lønardeildin hevur longu lagt tað málið fyri Fasta Gerðarrættin.Portørarnir í verkfall klokkan átta í morgin

Snorri Fjalsbak, leiðari á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum sigur, at tey hava lagt málið inn fyri Fasta Gerðarættin sum eitt skundmál.

Orsøkin er, at lønardeildin metir, at freistin sum Starvsmannafelagið lýsir verkfallið við, er ov stutt. Sambært Snorra Fjalsbak eigur freistin at vera tað, sum svarar til uppsagnarfreistina hjá tí einstaka, tað vil siga ein mánað.

Tað vil siga, at Starvsmannafelagið, sambært lønardeildini, í fyrsta lagi kann lýst verkfall at vera frá 1 apríl.

Snorri Fjalsbak sigur, at Fíggjarmálráðið er ørkymla av, at arbeiðsteðgurin hjá Starvsmannafelagnum ikki varð avblástur beinavegin úrskurðurin hjá Gerðarættinum varð fráboðaður, men at felagið bíðaði at avlýsa arbeiðssteðgin til klokkan 17.

 
Vel besta málið - lítil
Tipping 2010

Copyright © 2010 Kringvarp Føroya