| 07.35 |
Góðan morgun Føroyar
|
| 08.00 |
Tíðindi
|
| 08.03 |
Góðan morgun Føroyar
|
| 09.00 |
Tíðindi
|
| 09.03 |
Góðan morgun Føroyar
|
|
| 17:25 | D&V við teknmálstulki | | 17:54 | Veðrið | | 18:00 | Klú! 1:8 | | 18:18 | Timmy tíð |
|
|
|
| |
Svimjisambandið verður vertur fyri ráðstevnu týsdagur, 02. februar 2010 13.44 - Ítróttur - Tórður Mikkelsen | | | Trý fólk frá Svimjiskúla Føroya vóru um vikuskiftið á ráðstevnnu í Noregi. Evnið var grundleggjandi svimjifrálæra, og endamálið var at kunna seg um nýggjastu læruhættirnar. Norðurlendska ráðstevnan verður aftur um tvey ár, og tá verður Svimjisambandið vertur fyri henni í Føroyum. |  |
Ráðstevnan hevur verið fyriskipað í 10 ár og hon hevur ferðast millum norðurlond. Á ráðstevnuni eru svimjivenjarar og lærarar, sum fáast við grundleggjandi svimjifrálæru og lívbjarging. Millum evnini, ið vórðu viðgjørd á hesari ráðstevnuni, vóru flótiamboð í svimjiundirvísing og frálæra til børn við breki.
Í 2008 var ráðstevnan Íslandi, og tá umboðaði Jórun Eið Svimjisamband Føroya. Í ár vóru trý fólk við. Tey eru Rúni Gaardbo og Pálin Olsen, sum halda skeið fyri Svimjiskúla Føroya, og Jórun Eið, ið samskipar Svimjiskúla Føroya. Hon er eisini starvsnevnarlimur í Svimjisambandinum.
Svimjisambandið sigur í tíðindakskrivi, at í 2012 verður norðurlendska ráðstevnan hildin í Norðurlandahúsinum í Havn í døgunum 20. til 22. apríl. Roknað verður við, at omanfyri 100 fólk verða við.
Svimjiskúli Føroya er eitt samstarv millum Mentamálaráðið og Svimjisambandið. Endamálið er at fáa til vega ymisk skeið fyri svimjilæraraum og venjarum í fólkaskúlanum og svimjifeløgum. |
|
 |
|
|
|
|
|